til endamáls at tryggja, at fólk, ið koma í samband við tað almenna, fáa einfaldari og meiri samanhangandi tænastur. Eyðgunn Samuelsen fegnast um, at tað eyndaðist at fáa breiða semju um at tryggja fólki [...] ganga á odda fyri at bróta múrarnar niður, so at eingin borgari missir eina tænastu orsakað av, at viðkomandi skiftir geira, sigur Eyðgunn Samuelsen. - Í hesum føri snýr tað sum um, at ein játtan skal fylgja [...] og eingin hjálp at fáa. Hetta skal broytast, sigur Eyðgunn Samuelsen. Eyðgunn Samuelsen vísir á, at tað er alneyðugt, at hugburðurin til tað tvørgeiraliga arbeiðið kemur úr erva, og at landsstýrisfólkini
Tey siga, at bólturin ferðast so undarliga á honum, at tað er ikki spælandi á honum, tí tað er ikki til at rokna út, hvønn veg bólturin ferð, tá ið hann verður spældur. Býráðið hevur roynt at breiða heili [...] dent á, at ætlanin er at kanna fyritøkuna, tí tey vilja hava greiði á, út í æsir, hvørji fólkini eru, sum mynda fyritøkuna og at tey bara ikki eru strámenn fyri onkran annan. Tað er ein treyt fyri at gera [...] frá HB, B36 og frá Fótbóltssambandinum um, at tey taka undir við hesi ætlanini og at tey taka undir við, at hetta slagi av vølli verður brúkt. Býráðslimir siga, at hetta slagi av vølli er roynt aðrastaðni
rar. Hetta tilsamans fer at hava við sær, at meira ferð fer at koma á søluna av el- ella vetnisbilum, stendur skrivað í uppskotinum. Eitt annað mál er, at seta forboð fyri at selja nýggjar bensin-, diesel- [...] vaksið í so stórum nøgdum, at tað er púra vónleyst at røkka hesum málinum. Útlátið er nú umleið 9 prosent hægri enn í 2005, og tað er einki, sum bendir á, at hesin tendensurin fer at broytast fyribils. Men [...] til, at Føroyar minka útlátið frá virksemi á landi við í minsta lagi 45 prosentum fram til 2030 í mun til útlátið í 2010. Samstundis verður sagt, at Føroyar fara beinanvegin at seta tiltøk í verk at tálma
stóra íløgu av tí at hildið hevur verið, at hon var neyðug. Síðan vísti tað seg, at tað var hon ikki, og útlendingarnir sleptu sær burturúr, fóru av landinum og lótu okkum standa eftir at rudda upp. Vit tóku [...] Eitt av dømunum er tann skipan, sum er fingin í lag fyri at gera flúgvingina í Føroyum tryggari. Ein og hvør veit, at fyri at flúgva er umráðandi at vita hvussu líkindini eru, og tað skal ganga skjótt, tí [...] sínum landsverki dugir at samstarva við privatar fyritøkur. Tað er nevniliga eyðsæð, at tað er sera týdningarmikið at hava góðar almennar stovnar sum hjálpa teimum privatu fyritøkunum at vaksa um sína framleiðslu
Abrahamsen. Hann sigur, at tann politikkurin verður grundarlagið at arbeiða á tey næstu 10 árini. Og hann vísir eisini á, at við Parísavtaluni hava Føroyar bundið seg til at seta veruleikakend mál [...] hjá samgonguni at fáa størri kapping á orkuøkinum. Og í hesum sambandi verður farið undir arbeiðið at leggja elnetið hjá SEV í eitt felag fyri seg, soleiðis at privatar fyritøkur kunnu at gera streym inn [...] hvussu samgongan ætlar at minka um útlatið av veðurlagsgassum frá føroyingum. Og hon spyr eisini, um nøkur ætlan er um at gera eina beinleiðis veðurlagslóg. Helgi Abrahamsen sigur, at vit skulu ikki hava
økinum at viðgera mein og at grøða sjúkur, so at sjúklingurin verður frískur aftur og – um hetta ikki ber til – at linna sjúkueyðkennini og harvið avmarka líðingina.1 Uppgávan er m.a. eisini at veita hjálp [...] ikki so vanligt at vísa sorg ella at tosa um deyðan. Men deyðanum sleppur eingin okkara undan. Og tað er eins umráðandi at hava ein skynsaman etikk viðvíkjandi umstøðunum, tá ið vit liggja at doyggja, og [...] um palliatión. Endamálið við kjakfundinum er at lýsa, hvørjar etiskar støður og spurningar knýta seg at síðstu tíðini áðrenn deyða, og hvussu vit ynskja, at seinasta tíðin skal verða. Fundurin er í Løkshøll
minnilutin upp at játta níggju milliónir til at økja talið á pedagogum á stovnunum við, og at seta pengarnir av á fíggjarlógini. Uppskotið varð felt, men aftur fyri hevur meirilutin samtykt at seta góðar 4 [...] hava ført fram, at tað er ikki hetta, sum er trupulleikin. Trupulleikin er, at tað eru ov fá starvsfólk á stovnunum. Tað er minnilutin í býráðnum samdur í og tí mælti minnilutin frá at seta bygnaðarbroytingina [...] 4,5 milliónir av til at økja starvsfólkatalið á ansingarstovnum. Gunvør Balle, forkvinna í mentanarnevndini hjá býráðnum, sigur, at hetta svarar til, at hvør stova, á hvørjum dagstovni, fær 3,5 tímar afturat
býráðslim, at gera vart við seg, tí hann krevur, at skattgjaldarin í Havn skal ikki rinda fyri alt tað slitið, sum hetta fer at elva til á vegirnar í Havn. Gunvør Balle ivast í um býráðið hevur heimild at gera [...] men hon sigur, at hetta er ein spurningur, umsitingin í býráðnum er í ferð við at kanna. Men hon dylir ikki fyri, at í Tórshavnar Býráð eru tey rættiliga illa av hesum máli, tí hon sigur, at tey føla seg [...] Býráð royndu at fáa fatur á grótinum, men tá bar ikki til at fáa nakra avtalu við tunlafelagið, tí, tað varð ov dýrt, sigur hon. Men nú stendur ikki á at fáa eina avtalu við Runavíkar býráð um at Runavíkar
sigur, at vil heilt illa til, verða vit noydd at seta strong tiltøk í verk fyri at avmarka virksemi á nógvum økjum. – Tað, vit kunnu gera fyri at forða fyri, er at vera serliga varin, og tað er at halda [...] næstu viku, at vit fáa greiði á, um smittan av álvara fer at breiða seg aftur eftir ólavsøkuna. Les eisini: Allar veitslur eiga at verða útsettar Og eitt øki, har hann heldur, at vit eiga at ansa serliga [...] frástøðu og at vaska okkum um hendurnar, og at brúka spritt, tá ið vatn og sápa ikki er til taks. – Og er tað onkur, ið følir okkurt á sær, eiga tey at fara til lækna alt fyri eitt fyri at verða kannað
er samdur við tey sum halda, at lógin eigur at verða gjørd lagaligari, so at skeinkistøð sleppa at hava longri opið. Men aftur fyri eiga treytirnar fyri at fáa skeinkiloyvi at verða herdar, leggur hann afturat [...] hesum sambandi heldur hann, at tey, sum eiga eitt skeinkistað, skulu hava eina moralska skyldu at tryggja, at ungfólk undir 18 ár, ikki sleppa inn. Og hann heldur rætt og slætt, at tey, sum ikki halda treytirnar [...] skeinkistøðini, at átaka sær sína ábyrgd. Og ein partur av hesi ábyrgdini er at tryggja, at ungfólk undir 18 ár ikki sleppa inn. Løgtingsmaðurin fyri Javnaðarflokkin heldur eisini, at ein partur av avlopinum