Tey skeinkistøð, sum lata ung undir 18 ár sleppa inn, skulu missa skeinkiloyvið. Tað heldur Djóni Nolsøe Joensen, løgtingsmaður fyri Javnaðarflokkin.
Hann var við á pallborðsfundinum sum Framsøkin Ung, ið er ungdómsfelagið hjá Framsókn, skipaði fyri um vikuskiftið, og har tey skiftu orð um afturlatingartíðirnar hjá skeinkistøðum og dansihølum
Djóni Nolsøe Joensen er samdur við tey sum halda, at lógin eigur at verða gjørd lagaligari, so at skeinkistøð sleppa at hava longri opið.
Men aftur fyri eiga treytirnar fyri at fáa skeinkiloyvi at verða herdar, leggur hann afturat. Í hesum sambandi heldur hann, at tey, sum eiga eitt skeinkistað, skulu hava eina moralska skyldu at tryggja, at ungfólk undir 18 ár, ikki sleppa inn.
Og hann heldur rætt og slætt, at tey, sum ikki halda treytirnar, skulu missa skeinkiloyvi, í hvussu so er í eina tíð. Fyrr stóð í lógini, at tey, sum ikki hildu treytirnar, SKULDU missa skeinkiloyvið. Tað varð síðani broytt til, at tey KUNDU missa loyvið, men Djóni Nolsøe Joensen heldur, at lógin skal broytast aftur til tað gamla, har tað stendur, at tey SKULU missa skeinkiloyvið.
Hann heldur, at samfelagið hevur skyldu til at hjálpa teimum, sum koma sær í óføri av rúsdrekka og rúsevnum, og í hesum sambandi eiga eisini tey, sum eiga skeinkistøðini, at átaka sær sína ábyrgd. Og ein partur av hesi ábyrgdini er at tryggja, at ungfólk undir 18 ár ikki sleppa inn.
Løgtingsmaðurin fyri Javnaðarflokkin heldur eisini, at ein partur av avlopinum hjá einum skeinkistaði skal markast til rúsevnaviðgerð, og tað skal ein nógv størri partur av avlopinum hjá Rúsuni eisini.
Politikararnir hava samtykt, at Rúsan skal hava eitt avlop upp á einar 15 milliónir og ein partur av tí er markað til rúsdrekka- og rúsevnaviðgerð, men Djóni Nolsøe Joensen heldur, at tann parturin skal hækkast munandi.
Sum støðan er í dag tekur tað almenna ikki ábyrgdina av rúsevnaviðgerð á seg, men letur tað upp í hendurnar á privatum at røkja, staðfestur hann.
Bjørt Samuelsen, sum umboðaði Tjóðveldi á fundinum helt, at sjálvandi skal tað vera eitt krav, at ungdómar skulu vísa samleikaprógv fyri at sleppa inn á eitt skeinkistað.










