Í 2009 samtykti Løgtingið einmælt Veðurlagspolitikk Føroya við málinum at skerja útlátið av vakstrarhúsgassum við í minsta lagi 20 prosentum í 2020 í mun til útlátið í 2005. Nú er eitt hálvt ár til 2020, og útlátið av vakstrarhúsgassum er vaksið í so stórum nøgdum, at tað er púra vónleyst at røkka hesum málinum.
Útlátið er nú umleið 9 prosent hægri enn í 2005, og tað er einki, sum bendir á, at hesin tendensurin fer at broytast fyribils.
Men nú hevur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í heilsu- og innlendismálum, í øllum førum fingið handað uppskot um endurskoðaðan veðurlagspolitikk, sum fevnir um tíðarskeiðið frá 2020 til 2030.
Har verður mælt til, at Føroyar minka útlátið frá virksemi á landi við í minsta lagi 45 prosentum fram til 2030 í mun til útlátið í 2010. Samstundis verður sagt, at Føroyar fara beinanvegin at seta tiltøk í verk at tálma útlátið frá skipum og at fyrireika seg til, at útlátið á sjónum skal vera skert 50 prosent í 2050 í mun til 2008.
Viðurkenna framtíðina við el-bilum
Í uppskotinum til nýggja veðurlagspolitikk Føroya verður millum annað mælt til at minka oljunýtsluna til ferðslu og ídnað. Sagt verður, at meira ferð skal koma á umskiftið frá bensin- og dieselakførum til el- ella vetnisakfør. Eitt av átøkunum til hetta málið er at gera brennievni dýrari til bensin- og dieselbilar.
- Tað hevði gjørt el- og vetnisbilar meira kappingarførar. Hetta tilsamans fer at hava við sær, at meira ferð fer at koma á søluna av el- ella vetnisbilum, stendur skrivað í uppskotinum.
Eitt annað mál er, at seta forboð fyri at selja nýggjar bensin-, diesel- og hybridbilar í 2030.
- Fleiri av bilaframleiðarunum hava boðað frá, at framleiðslan av bensin- og dieselbilum verður steðgað um nøkur ár. Fyri at geva fólki góða tillagingartíð, eigur longu nú at verða boðað frá, at forboðini koma í gildi í 2030. Tað almenna og kommunur eiga at ganga á odda og keypa el- ella vetnisbilar til sítt virksemi, stendur skrivað.
Samstundis leggur uppskotið upp til, at frítøkurnar av skrásetingargjaldi, meirvirðisgjaldi og vektgjaldi eiga at verða longdar.