Eisini vit í Føroyum skulu taka okkara til at minka um útlátið av veðurlagsgassum. Tað sigur Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður í umhvørvismálum.
Ingilín Didriksen Strøm, løgtingskvinna fyri Javnaðaflokkin hevur spurt hann, hvussu samgongan ætlar at minka um útlatið av veðurlagsgassum frá føroyingum. Og hon spyr eisini, um nøkur ætlan er um at gera eina beinleiðis veðurlagslóg.
Helgi Abrahamsen sigur, at vit skulu ikki hava eina veðurlagslóg. Hinvegin skulu vit hava ein nýggjan veðurlagspolitikk.
Hann sigur, at hetta er ein avbjóðing, sum samgongan tekur í størsta álvara, tí hann heldur, at eisini føroyingar eiga at gera sín part.
– Verandi veðurlagspolitikkur gongur fram til 2020, og hann skal nú endurskoðast, og nýggj mál skulu setast fram til 2030, sigur Helgi Abrahamsen.
Hann sigur, at tann politikkurin verður grundarlagið at arbeiða á tey næstu 10 árini. Og hann vísir eisini á, at við Parísavtaluni hava Føroyar bundið seg til at seta veruleikakend mál fyri, hvussu útlátið kann skerjast til 2030.
– Heimsins lond stremba eftir, at einki útlát av vakstrarhúsgassi verður í 2050, og í Føroyum skal eisini áhaldandi stýrast eftir hesum málinum, sigur Helgi Abrahamsen.
Hann sigur, at fyrsta stigið verður at vindorkan skal meiri enn trýfaldast hesi næstu árini. Somuleiðis er tað eitt høvuðsmál hjá samgonguni at fáa størri kapping á orkuøkinum. Og í hesum sambandi verður farið undir arbeiðið at leggja elnetið hjá SEV í eitt felag fyri seg, soleiðis at privatar fyritøkur kunnu at gera streym inn á elnetið, og síðani selja hann.
Næstan helvtin av føroyska útlátinum er frá skipum og tí eiga vit beinanvegin at seta tiltøk í verk fyri at tálma útlátið frá skipum.
Endamálið er, at í 2050 skal útlátið frá skipum verða 50 prosent minni enn tað var í 2008, soleiðis sum felagsskapurin fyri altjóða sigling, IMO, mælir til.
Enn eru avmarkaðir møguleikar at skerja útlátið á sjónum, uttan at fiskiskapurin beinleiðis minkar. Men í fyrsta umfari er týdningarmikið, at føroyski flotin verður støðugt endurnýggjaður, so vit fáa nýggj skip, ið dálka munandi minni enn tey eldru.
– Í samgonguni eru vit sannførd um, at góðir og støðugir karmar fyri fiskivinnuna eru við til at endurnýggja flotan, sigur Helgi Abrahamsen.