Meirilutin í Tórshavnar býráð hevur nú samtykt at broyta bygnaðin í barnaansingini munandi. Og tað gjørdi býráðið, hóast bæði Pedagogfelagið, og pedagogar, hava mótmælt harðliga.
Bygnaðarbroytingin ber í sær, at nú verða teir 39 ansingarstovnarnir til børn í kommununi, lagdir saman í fýra eindir, sum so fáa hvør sín eindarleiðari.
Eindarleiðarin skal so vera millumlið ímillum leiðarin á hvørjum einstøkum stovni, og ovastu leiðsluna í býráðnum.
Pedagogfelagið, og pedagogar hava ført fram, at tað er ikki hetta, sum er trupulleikin. Trupulleikin er, at tað eru ov fá starvsfólk á stovnunum.
Tað er minnilutin í býráðnum samdur í og tí mælti minnilutin frá at seta bygnaðarbroytingina í verk og ístaðin skeyt minnilutin upp at játta níggju milliónir til at økja talið á pedagogum á stovnunum við, og at seta pengarnir av á fíggjarlógini.
Uppskotið varð felt, men aftur fyri hevur meirilutin samtykt at seta góðar 4,5 milliónir av til at økja starvsfólkatalið á ansingarstovnum.
Gunvør Balle, forkvinna í mentanarnevndini hjá býráðnum, sigur, at hetta svarar til, at hvør stova, á hvørjum dagstovni, fær 3,5 tímar afturat um vikuna, og tað er ein rættiliga fitt hækking.
Tað svarar til eina hækking upp á 4,5 prosent.
Hon sigur, at orsøkin til bygnaðarbroytingina er, at tað er ein ómøgulig uppgáva hjá umsitingini í býráðnum at hava leiðsluna av so nógvum stovnum, og so nógvum starvsfólkum.
– Í dag er støðan í roynd og veru tann, at Tórshavnar Býráð hevur ábyrgdina av barnaansingini, men býráðið hevur ikki leiðslurættin og hevur heldur ikki møguleikan at leiða, tí eingin einsamallur leiðari kann hava ábyrgdin av 39 stovnsleiðarum.
Tí verður tað neyðugt at fáa nakrar millumleiðarar.
Hon leggur afturat, at øll fyrisitingin í býráðnum er púra samd um, at núverandi støða kann ikki halda fram, tí tað er ikki tamarhald á støðuni.
Bæði Annika Olsen, borgarstjóri, og aðrir býráðslimir í meirilutanum, gjørdu púra greitt, at ætlanin er at endurskoða nýggja bygnaðin, tá ið ein tíð er fráliðin.
Annika Olsen heldur, at gjógvin ímillum leiðsluna á hvørjum einstøkum stovni, og umsitingina í býráðnum, er alt ov djúp, og at hetta er ein roynd at skipa økið betri.
– Og vísir hetta seg ikki at rigga, verður tað tikið upp aftur, og so verður tað eisini broytt, staðfesti borgarstjórin.