æsir kunnu greina, hví ferðsluvanlukkan hendi. – Hetta gera vit, um talan er um vanlukkur á sjónum, tá talan er um flogvanlukkur og um arbeiðsvanlukkur. Hetta áttu vit eisini at gjørt í ferðsluni. Hetta [...] siður, sum hon vónar fer at halda fram. – Tað er týdningarmikið at vit minnast. Tað er so skjótt at gloyma. Vit kenna tað øll, at vit ógvast og eru kedd, tá vit lesa um hesar vanlukkur í miðlunum. Men vit [...] síggja Tinghúsvøllin við øllum blómunum, hóast tað ikki sæst líka væl um alt landið. – Eg vóni, at minningardagurin kann halda fram, tí fólk hava tikið hann til sín. Tíbetur er tað nú longri ímillum blómurnar
hugskotið at gera ein stóran høsnagarð, sum bygdarfólkið kundi standa saman um. Ført var millum annað fram, at tað bert gjørdist ein vika um árið hjá einum húski at passa høsnagarðin. Eisini varð nevnt at gera [...] Kunningarstovuni at tosa um, hvussu størri trivnaður kundi skapast. Eini 25-30 fólk møttu til hendan fundin, sum Kaj Olsen hevði kallað inn til. Fundurin hevði til endamáls at tosa um, hvussu fólk kundu fáast [...] at gera tey úthúsini á Eiðinum í ein slíkan stand, at búgvast kundi í teimum. So kunnu tey leigast út til ferðafólk, og so kundi tað eina húsið innrættast til køk, toilett og brúsu.
sera áhugavert dømi um, hvussu nógv kann koma burturúr, tá allar góðar kreftir lyfta í felag, staðfesta umboðini úr Sunda kommunu.Kommunan hevur gjørt avtalu við landsmyndugleikarnar um at reka heilsutænasturnar [...] nýggjar vinnur at taka við, eitt nú ferðavinnuna, sum roynir at menna so soleiðis, at tíðin, tá ferðafólk vitjar kemur at fevna um alt árið. Hesum síggja fólk í Hornafjarðarøkinum stórar møguleikar í.Ætlanin [...] Sundalagið: Endamálið við ferðini, sum vardi í tveir dagar, var at kunna seg um gongdina í Hornafjarðarøkinum, nú meira enn tíggju ár eru liðin síðan kommunusamanleggingarnar byrjaðu har. Eins og í Sunda
men talan er um ógvuliga stór virðir í einari komandi alivinnu. Hvørjir møguleikar eru í alivinnuni? Í dag fevnir føroyska alivinnan í høvuðsheitum um eina laksaframleiðslu, sum brúkar um 20 km2 av føroyska [...] á, og tá um 70% av jørðini er vatn og sjógvur, er stórt fokus á at finna fram til tøkni innan aling á landi og sjógvi. At laksaframleiðslan verður savnað hjá færri aktørum enn í dag, er sum so eingin forðing [...] Tað er eingin ivi um, at komandi fimm árini fer føroyska alingin nærum bert at fevna um laks. Høvdu vit longu nú gjørt royndir við øðrum alisløgum, tara v.m., kunnu hesi gerast vinnulig um nøkur ár. Tað eru
á, at ein politiskur meirluti fyrst kemur út við boðskapinum um eina politiska semju, sum allir flokkar og øll tingfólk standa saman um. So bíða vit eftir teimum tingfólkunum, sum vanliga ikki finna seg [...] tingmenn, sum vanliga ikki fylgja floksdisiplinini. So síggja vit ein smílandi løgmann trína fram á skíggjan í Degi og Viku og siga, at hann hevði verið bangin, um floksfelagarnir ikki tordu at siga sína hugsa [...] hinum borðinum, so knokkroyta vit eisini frammanundan eyðmýktar pensjónistar og hótta grundarlagið undir fleiri almennum arbeiðsplássum við ógvusligum sparingum – men sleppa kravinum um lønarlækking, tað
reka vinnuligt virksemi tvørtur um landamørkini. Á fundinum varð ynski sett fram um, at Nordisk Innovation fær ein virknari leiklut í Føroyum. Sum ein liður í hesum, so er ætlanin, at stjórin fyri Nordisk [...] fremja talgilding og styrkja um leiklutin hjá Norðurlondum í ES. Á fundinum kunnaði Poul Michelsen millum annað um ætlanina “Talgildu Føroyar” og arbeiðinum at leggja um til grøna orku í Føroyum. [...] tosað um finska formansskapin í Norðurlanda Ráðharraráðnum í 2016, ið serliga fer at leggja dent á evnið ”Vatnið, náttúran og menniskjur.” Harumframt hevur formansskapurin sett tað mál, at minka um mark
burturav skal snúgva seg um missión. Málið við stevnuni er at kunna um og harvið økja um tilvitanina í samkomum og millum einstaklingar um missión. - Tað snýr seg sjálvandi um hjørtuni. Spurningurin fer [...] eigur at snúgva seg um trúboðan, verður sagt. Tey, sum manna bólkin, ið fyrireikar stevnuna, eru Jens Olsen, Anita Tausen, Dánial í Skemmuni, Jens Bech og Símin í Túni. Framsýning um missión Hóast nakað [...] nakað væl er enn til tiltakið verður, eru fyrireikingarnar longu komnar so langt, at høvuðstalarin er fingin til vega. Óhugsandi er haraftrat ikki, at onkrir av føroysku trúboðarunum, sum arbeiða uttanlands
fyri tingið um at hækka lestrarstuðulin við 500 krónum um mánaðin og samstundis at geva støkum uppihaldarum stuðul ein mánað afturat um árið, so at tey fáa stuðul alt árið. Andstøðan legði fram eitt broy [...] viðurskifti, ið vit meta, tørva ábøtur, tá tað snýr seg um lestrarstuðulin. Tó er tað so, at neyðugt er at byrja onkrastaðni. Skal onkur veljast fram um, so er bólkurin við støkum uppihaldarum tann bólkurin [...] broytingaruppskot, um at heldur hækka stuðulin við 300 krónum, men geva øllum stuðul alt árið. Nú hevur MFS melda seg á banan. Í einum tíðindaskrivið sigur Meginfelag Føroyskra studenta, at hendan broytingin
Livandi kjak um endastøð Hugurin at skifta orð um nýggja kirkjugarðin var stórur, og fleiri komu við teirra íkasti. Heðin Mortensen, borgarstjóri, legði fyri og segði seg vera fegnast um uppskotið um Kúrdal [...] Hoyvík. - Tað er løgið at byggja ein nýggjan bý og hugsa um alt møguligt, kirkjur, samkomuhús, skúla, ítróttarøki og so víðari. Men als ikki hugsa um ein nýggjan kirkjugarð, helt Katrin Dahl, forkvinna í [...] Katrin Dahl so dróg saman um móti endanum, var niðurstøðan, at Svartifossur hevði størstu undirtøku, og at býráðið tí átti at arbeiða víðari við tí sum fyrstu raðfesting. Eftir Svartafoss komu so Kúrdalur
felagnum, førir fram, at talan er um eina broyting, ið føroyskar fyritøkur hvørki hava biðið um ella ynskja. - Um Mentamálaráðið ella almennir stovnar undir ráðnum brúka filmar til próvtøkur, so hava tey spurt [...] rættindahavarafelagsskapinum Copydan AVU-Medier at virka í Føroyum, og harvið gera avtalur við stovnar um at umsita gjald fyri upphavsrætt av filmstilfari í undirvísingarvirksemi, er ikki fallin í góða jørð [...] føroyskum filmsframleiðarum eitt gjald, umvegis limaskapi í fremmandum felagi, og síðani ikki vita, um nakar møguleiki verður fyri útgjaldi. Hetta kann merkja ein meirkostnað í mun til verandi støðu, skrivar