Ynskja politikarar við visjónum

Oddagrein:

Tað tykist ikki sørt ørmymlandi við øllum teimum útmeldingum, sum samgongutingmenn kropp og kroppi koma við, nú vakstrarpakkin – ella sum hann nú eitur, »ólavsøkupakkin« – er til viðgerðar á tingi.

 

Sum eygleiðarar undrast vit eisini á, at ein politiskur meirluti fyrst kemur út við boðskapinum um eina politiska semju, sum allir flokkar og øll tingfólk standa saman um. So bíða vit eftir teimum tingfólkunum, sum vanliga ikki finna seg í, at tey sum eru vald at stýra í flokkunum, skulu siga, hvat hesi skulu meina: Hvat man Magni Laksáfoss siga? Hvat sigur Edmund Joensen ella hvat sigur Gerhard Lognberg, bara fyri at nevna tríggjar tingmenn, sum vanliga ikki fylgja floksdisiplinini.

 

So síggja vit ein smílandi løgmann trína fram á skíggjan í Degi og Viku og siga, at hann hevði verið bangin, um floksfelagarnir ikki tordu at siga sína hugsa...

 

Tað var annars við stórum spenningi, at vit bíðaðu eftir vakstrarpakkanum. Tí tað er spennandi at fætta, hvørja semju til dømis Javnaðarflokkurin og Fólkaflokkurin kunnu koma til. Ein arbeiðaraflokkur og ein arbeiðsgevaraflokkur. Meðan annar vil, at vinnulívið og tey ríku skulu gjalda meira, vil hin, at palliba og tey alment løntu skulu knokkroytast.

 

Hvørji eru so politisku ráðini til tess at skera í gjøgnum? Jú, vit gera bæði.

 

Vit leggja hægri gjøld á vinnulívið, lata bankar og tryggingarfelag rinda meira – og eykaskatt á tey ríku. Onkur hevur nevnt hetta »øvundsjúkuskatt«. Á hinum borðinum, so knokkroyta vit eisini frammanundan eyðmýktar pensjónistar og hótta grundarlagið undir fleiri almennum arbeiðsplássum við ógvusligum sparingum – men sleppa kravinum um lønarlækking, tað verður tikið innaftur við almennum uppsøgnum.

 

Nýhugsan er ikki tað fyrsta, ið okkum rennur í huga. At leggja eyka gjøld á vinnulívið er ikki gott, tað er eyðsæð. Í hesum døgum, tá fleiri sterkar føroyskar vinnufyritøkur eru skrásettar í gjaldskálum uttanlands, so er tað ikki eitt gott tekin frá landsins leiðslu, at inntøkugrundarlagið verður hótt – ikki av fíggjarkreppu, men av almennu Føroyum. At skerja almenn arbeiðspláss, pensjónir og í heila tikið at gera umstøðurnar hjá verkafólki og barnafamiljum verri, tryggjar ikki lívsgrundarlagið í Føroyum.

 

Vit vildu ynskt okkum politikarar við visjónum – framtíðarætlanum, ið elvdu til nýhugsan og framburð. Politikarar, sum fingu fólkið við sær í framtíðarpolitikkinum.