Boðað var til fundar hóskvøldið í Kunningarstovuni at tosa um, hvussu størri trivnaður kundi skapast.
Eini 25-30 fólk møttu til hendan fundin, sum Kaj Olsen hevði kallað inn til.
Fundurin hevði til endamáls at tosa um, hvussu fólk kundu fáast til oynna at búgva.
Eitt, sum fekk nógva rúmd, var tann staðfesting, at tað standa ikki færri enn 40 hús tóm í bygdini. Og tey, sum eiga hesi hús hvørki brúka tey, ella vilja selja.
Umrøtt var, hvussu tað kundi komast hesum til lívs, men eingin endalig niðurstøða var gjørd.
Onnur hugskot komu eisini upp at venda, millum annað hugskotið at gera ein stóran høsnagarð, sum bygdarfólkið kundi standa saman um. Ført var millum annað fram, at tað bert gjørdist ein vika um árið hjá einum húski at passa høsnagarðin.
Eisini varð nevnt at gera ein djóragarð við alskyns djórum, ið vanlig eru í Føroyum, og annað var, at gera tey úthúsini á Eiðinum í ein slíkan stand, at búgvast kundi í teimum. So kunnu tey leigast út til ferðafólk, og so kundi tað eina húsið innrættast til køk, toilett og brúsu.