Sundalagið: Endamálið við ferðini, sum vardi í tveir dagar, var at kunna seg um gongdina í Hornafjarðarøkinum, nú meira enn tíggju ár eru liðin síðan kommunusamanleggingarnar byrjaðu har. Eins og í Sunda kommunu vóru tað seks kommunur, ið løgdu saman, tó í tveimum umførum. Í økinum búgva tilsamans 2300 fólk, harav tey 1700 í Høfn.Eitt av kvøldunum bjóðaði Sveitarfélagið til døgverða, og hin dagin var vitjað á ymsum stovnum í kommununi.- Høvið var at síggja dagstovnar, skúlar og heilsutænastur, og hornfirðingar lata væl at gongdini, verður sagt á heimasíðuni hjá Sunda kommunu.SamstarvÍ Hornafirði hava tey samskipað skúlarnar í kommununi, so teir nú virka á einum felags støði. Ein sonevndur vitanardepil er bygdur, har bókasavn, miðnámsskúli, hægri útbúgvingar og íverksetaramiðstøð halda til. - Hesin stovnur, ið ber navnið Nýheimar, er eitt sera áhugavert dømi um, hvussu nógv kann koma burturúr, tá allar góðar kreftir lyfta í felag, staðfesta umboðini úr Sunda kommunu.Kommunan hevur gjørt avtalu við landsmyndugleikarnar um at reka heilsutænasturnar – eldrarøkt, dagtilhald, læknar, heilsufrøðingar, jarðarmóðir og eina bráðmóttøku. Hesar tænastur eru eisini samskipaðar og virka eftir øllum at døma væl.Vinnulívið í kommununi er í stóran mun grundað á fiskivinnuna, men roynt verður at fáa nýggjar vinnur at taka við, eitt nú ferðavinnuna, sum roynir at menna so soleiðis, at tíðin, tá ferðafólk vitjar kemur at fevna um alt árið. Hesum síggja fólk í Hornafjarðarøkinum stórar møguleikar í.Ætlanin er, at ferðin skal verða byrjanin til samstarv millum báðar kommunurnar, og væntandi koma umboð úr Hornafirði at vitja Sunda kommunu komandi summar. Tað er eyðsæð, at kommunurnar hava nógv er til felags, sum samstarv kann byggjast á. - Tað spurdist nógv áhugavert burturúr ferðini, sum fer at verða til gagn fyri framtíðar arbeiðið í kommununi, segði táverandi borgarstjórin í Sunda kommunu, Heðin Zachariasen eftir ferðina. Síðani ferðina er hann vorðin landsstýrismaður í innlendismálum fram til løgtingsvalið í januar mánaði. Nýggi borgarstjórin, Árni Dam tekur við starvinum í dag, og sum eykalimur kemur Sunniva Kollslíð í bygdaráðið.