ongum, tí mett var, at tað fór at verða sera kostnaðarmikið at gera bygningin í stand, so hann fór at lúka øll tey ymisku krøvini, sett verða í dag til flakavinnu. Men okkurt man vera í umbúnað viðvíkjandi [...] , antin so ella so, tí mánamorgunin vóru stórir steinar komnir at standa uttan fyri dyrnar. Tað kundi verið líkt til, at ætlanir vóru at taka maskinur av gamla virkinum, men sambært stjóranum í Fiskavirking [...] og hann var tann fyrsti at vita, um so var, segði stjórin. Roynt var at fáa eitt orð á stjórarnar í Føroya Banka, men teir sótu báðir á fundi, og gjørligt var tí ikki at fáa at vita frá teimum, um Føroya
striltið hjá startdómaranum at fáa glið á. Fyrst var roynt við føstum starti, men tað vísti seg at vera sera torført, at fáa tað at ganga. Fasti starturin virkar soleiðis, at tveir stóri bátar liggja við [...] førimuni at halda hann strektan í fulla longd. Men tað gekk slett ikki. Hetta bar í sær, at startdómarin avgjørdi at sleppa fasta startinum. Dreingjamanningarnar komu avstað og tað vísti seg at gerast ein [...] tríggir í oddinum, teir tríggir í miðjuni og síðani teir aftastu. Um tað fer at halda restina av árinum, er tó eitt sindur ov tíðliga at siga enn, men komandi leygardag fáa vit ein møguleika afturat, tí tá
fyri at koma aftur, er, at arbeiðsloysið hvørvur, og tað er tað minni enn so. Enn eru ið hvussu er eini 2000 arbeiðsleys í Føroyum. Tað hevur verið ført fram, at arbeiðsloysið er minkað, men at arbeiðsloysið [...] tosað um at avskriva skuldina. Tað fer at halda nógvum frá at koma heimaftur, heldur tingmaðurin. Dømi um hetta er, at nógvir fiskimenn fóru av landinum, bæði tey sum arbeiða á sjógv og landi. Er tað nakað [...] pláss Tað er orsøkin til at vit fáa so lítið burturúr fiskiveiðuni, og bert fáa útsving skulu til fyri at koppa fiskivinnuni, sigur Hans Pauli Strøm, sum heldur, at alt ikki er svart/hvítt, men at tað velst
Sara. Tað er í grundini løgið, at føroyskar bókmentir ikki viðgera samtíðartrupulleikar. Men tað skilji eg kortini, tí samfelagið er so lítið og tað er trupult at finnast at viðurskiftum. Tað er ringt [...] Føroyum, sum er verdir at viðgera í skalsligum formi. Hinvegin er tað ikki uppgávan hjá bókmentunum, men eg haldi kortini, at tað er av týdningi, at bókmentir viðgera samtíðina. Kanska er tað eitt slag av [...] eksotiskar. Tað er eitt sindur av eini tilvild, at eg kom til Føroya á skeið. Men eg trúgvi, at tað gevur nakað meir at koma til landið, sum vit lesa um, tú fært eina betri fatan av ymiskum viðurskiftum. Eg hevði
Havnarbáturin tað longra stráðið. Tað er ikki vantandi at Eysturoyingur verður tikin í ár. Til tað eru teir alt ov suverenir. Tá steypini vóru handað segði róðursmaðurin á Kjøli, at tað gekk framá, tí [...] rungaði láturin niðri á kajuni í Runavík. Tað var óivað eisini mest í skemti hann segði orðini. Men hóast tað, so er at vóna, at hinir bátarnir gera tað teir kunna fyri at nærkast Eysturoyingi. Um ikki annað [...] út til at stígur var komin í hjá Eysturoyingi, men so var ikki. Teir høvdu gott útsýnið til hinar bátarnar og tá Kjølur nærkaðist settu teir bert ferðina enn meira upp og aftaná tað var einki at gera hjá
sunnudagin. Tað verða teir í annaðkvøld, men tað var so stórur munur á liðunum sunnudagin, at tað ikki kann brúkast sum nøkur umbering, at teir báðir ikki vóru við. Harafturat kann eisini sigast, at Johannes [...] Johannes Joensen hjá HB eisini sat leikbannaður uttanfyri, men HB hevur fyrr víst, at spælaratilfarið er so mikið gott, at maður kemur í mans stað. [...] í fátt og vísti einki av tí, tað hevur víst fyrr í ár, m.a. í tveimum steypadystum móti HB. Serliga verjan hjá klaksvíkingum var syrgilig at síggja sunnudagin. Serliga tað næsta málið hjá HB, sum kom tá
... .... Tað er ein av okkum, ið tú kemur at samskifta við meðan dóttirin er her á Barnaheiminum. Eitt, ið hevur stóran týdning fyri at uppihaldið hjá dóttrini skal vera gott og trygt, er at gerandisdagurin [...] dagin eftir tað fái eg eitt skriv frá damu sum er primer kontaktfólk, at dóttirin skal koma aftur sunnukvøld klokkan 20.00, so hon veit nær eg komi og nær hon skal aftur. Skrivið er soljóðandi: »Eg vil hervið [...] eingin virðing er fyri einum pápa, tá hann er farin út úr myndini, úr tí fasta sambandinum við konu og børn, út úr kjarnanum hjá samgonguni, er ilt at siga, men eg havi ein illgruna um, at vanliga uppfatanin
trupulleikunum, ÍF hevur við at fáa úrtøku burtur úr kjansunum, teir hava. GÍ vann, men tað sær framvegis ikki serliga gott út. Góða gamla GÍ-spælið við at bróta ígjøgnum í síðunum er ikki til longur, og teir [...] nýggju menninir hava enn ikki sligið rættiliga til. Men ein sigur er so altíð góður fyri moralin, og tað kann vera, at gøtumenn nú fara at ota seg uppeftir á stigatalvuni. [...] hjá Jóhan Nielsen at finna aðrar spælarar, og hvat er tá frægari enn at fara niður á 2. deild eftir veteraninum Símun Peturi Justinussen. Símun Petur spældi allan dystin og vísti, at hann framvegis kann
útlitini hjá TB vóru sera døpur, valdu teir at royna at fáa okkurt burtur úr dystinum í staðin fyri at royna at avmarka tapið. Tað førdi eisini til eina TB-yvirvág, sum tað kortini ikki spurdist nakað burturúr [...] Tað er einki yvir at dylja, at fótbóltsstøðan á Tvøroyri er ring í løtuni. Næstseinasta vikuskifti tapti TB 0-7 í Havn móti B36, og leygardagin var aftur galið, tá B68 vann 5-0 á Sevmýri. Eydnan hevur [...] fastan. 5-0 á Tvøroyri er eitt gott úrslit fyri øll lið, og fyri B68 merkti tað, at teir aftur eru heilt uppi millum tey ovastu. Petur Simonsen, venjari hjá toftamonnum, heldur, at ambitiónirnar eru til
VB upp um Sumba á stigatalvuni og er nú aftur tað fremst av teimum trimum suðuroyarliðunum, so sum teir hava verið tað seinastu árini. Sumbingar noyddust henda dagin at spæla uttan danska miðvallaran Thomas [...] seg við frísparki úr 40 metra fjarstøðu. Høgri vongbakkurin hjá vágbingum hevur eitt gott skot, og tað vísti hann við at senda frísparkið á tvørstongina! Seinni hálvleikur byrjaði, sum tann fyrri endaði, [...] og langskotunum tók Bjarni Johansen sær av. Tað var umleið eitt korter eftir at spæla, tá VB økti um leiðsluna og í veruleikanum tryggjaði sær sigurin. Og tað var ein rein verjufadesa hjá sumbingum. Aftasti