TAÐ man løgið fyri tey flestu av okkum - at skula halda eini jól við ongum kava. Neyvan eru hetta fyrstu jólini uttan kava, men tó man tað vera eindømi, at tað er so lýtt á jólum sum júst í ár. TOSAÐ verður [...] ávirkanina frá dálkingini av heiminum - at hon skal vera orsøkin til, at vit nú mugu vera kavajól fyri uttan. Fara vit so í onnur herðashorn av heiminum, sum eitt nú í India, so er gongdin har beint tann [...] óvanliga kalt. Sama er í Ruslandi. TAÐ er kanska gott tað sama, at vit júst á jólum, sum vit halda fyri at minnast Jesusbarnið og harvið eisini upphav okkara, verða mint á og ávarað um, at vit ikki røkja
Sosialurin hevur tosað við, harav mong hava havt tætt samstarv við Árna Olafsson, vilja ikki úttala seg alment, men tað gongur aftur sum ein reyður tráður, at avgerðin hjá løgmanni kom sum snarljós av himni [...] uppgávur, sum løgmaður nú heldur teir eiga til eina og hvørja tíð. Men átti løgmaður ikki at ráðført seg við aðrar um, hvørjar møguliga oljupolitiskar avleiðingar ein slík avgerð kundi fáa! Tá vit hugsa um [...] eiga Føroyar ein góðan mann. Og hetta var nettup eisini ein av orsøkunum til, at hann stóð á odda fyri bæð Oljuráðleggingarnevnd og samráðingarnevnd. NÚ finnur løgmaður bráddliga út av, at hann bara skal
Nyrup Rasmussen ikki væl dámdur í Føroyum, tí eftir teimum upplýsingum, sjónvarpssendingin »Eitt ríkið fyri ein banka« kundi borðreiða við, visti forsætismálaráðið og kanska eisini forsætismálaráðharrin um [...] ikki prógvaðir, og so leingi teir ikki eru prógvaðir, skal eingin dømast. Hetta verður ikki sagt fyri at verja nakran, og nógv bendir annars á, at forsætisráðharrin visti ymiskt, sum hann ikki greiddi [...] Útvarpið gjáramorgunin, tí nú kann forsætisráðharrin yppa øksl og siga, at føroyingar vilja ikki tosa við seg. Eisini kann hetta koma teimum á Fólkatingi, sum hava stuðlað føroyingum, aftur um brekkur, og tað
í kjalarvørrinum á málinum um fast samband um Vestmannasund tekur politisk ósemja seg upp í samgonguni. Umboðini fyri Vágar svørja dýran, at heldur arbeiðið ikki fram, stuðla teir ikki samgonguna, men [...] AT arbeiðið í landsstýrinum fer fram aftan fyri stongdar dyr er heilt natúrligt, tí helst skal innihaldið í summum týðandi avgerðum ikki rópast út um geilar. Tað kann t.d. vera marknaspurningurin, persónlig [...] sigur okkurt annað! Spurningurin er, um vágatingmenninir ikki bara látast sum um ein semja er gjørd fyri at bjarga skinni sínum, meðan sannleikin er, at einki er avtalað ? og at teir fjala eina lygn. ? Hvussu
føroyska landsstýri siðiliga at seta seg niður og finna eina konstruktiva politiska loysn, soleiðis at stríðsmálið - sum nú hevur ulmað alt ov leingi - eina ferð fyri allar verður avgreitt. Tá kunnu vit [...] vit tosa um brøðratjóðir, ið við stoltleika samstarva á jøvnum føti við respekt fyri hvørjum øðurm - til gangs fyri allar partar. Tí skal forsætisráðharrin danski vera væl komin til Føroya
landið. Føroyskir fjølmiðlar eru alt ov nógv miðlar fyri Havnina og miðsteðasrøkið. Hetta ásanna vit og royna eisini at taka í egnan barm. Brúk er fyri einum blað, sum fevnir um alt landið. Og tað er hetta [...] úti sum heima møguleika at síggja Sosialin alt fyri eitt hann er skrivaður, líka mikið um tú er stæddur í Mykinesi ella á Bali. Tað ber til at tekna seg sum haldara longu nú. Umframt blaðið eru eisini [...] somu tíð, sum tað hendir. VIT skulu eisini nýta høvi til at takka lýsarum og lesarum fyri tykkara stóra áhuga fyri blaðnum. Uttan tykkara áhuga hevði blaðið ikki veriðfyri slíkari menning tað er í dag
sleppur at royna seg sum minnilutastýri. Hon fer at fáa sær undirtøku fyri teimum ymsu málunum sohvørt tey eru fyri í tinginum. HETTA er í sær sjálvum áhugavert, tí tað er ein avbjóðing fyri okkara politisku [...] samgonguni, og nú fekk sjálvstýrismaðurin sekkin, fyri ikki at tala um tey mongu negativu úttalilsini frá hansara egnu og samgongumonnum - vænta sær undirtøku fyri teimum ymsu málunum - frá somu politikarum, [...] í sambandsflokkinum kann tað henda, at flokkurin, fyri ikki at skula enda aftur úti í áralangari oyðimarkarferð, fer at finna sær nýggjan formann - fyri harvið at tryggjað sær pláss í eini komandi samgongu
rin borið seg løgið at. Fyrst koyrir hann stjóran, tí hesin ikki hevur havt neyðuga ?yvirblikkið? - fyri síðani sjálvur - sum ketta upp úr høvdatrog - at koma við eini ?neyðhjálpsætlan? fyri at loysa ovurstóru [...] hann hevur eisini umsitið samskiftismál - dugað væl at tala fyri summum av sínum málsøkjum. Tá tað er sagt, skal eisini sigast, at gerðir aftan fyri orðini, hava avdúkað manglandi politiskt og samfelagsligt [...] kundi verið í, men sum varð steðgað av berum stuttskygni. Hetta eigur sjálvstýrisflokkurin at svíða fyri til valið. Ta dáragerðina fara føroyingar seint at gloyma landsstýrismanninum. Um her vendist við
spurnartekin við, um Sámal Petur í Grund bar seg rætt at í hesum máli. Helst hevði verið betur, um hann hevði latið landsstýrið viðgera málið, áðrenn tað varð lagt fyri samgongulimirnar. MEN aftur her ber til
ð rindar spæliglaði føroyingurin fleiri útvarps- og sjónvarpsgjøld. Tað er so eitt, men sømir tað seg eini framkomnari tjóð, at tey almennu vørpini nærum skulu »liva« av eydnuspæli? HERFYRI hevði løgtingið [...] jólakalendara vera spæli- og vinnaralættisoppur. OG fekk SvF loyvi til eydnuspæl, tí tað var neyðugt fyri at fáa fleiri føroyskar sendingar? Hvar hava tær verið.