Tað skapti ikki sørt av øsing millum manna, tá Óli Breckmann í Degi og Viku herfyri rópti neyðtøkuna hjá John Petersen fyri eitt mistak. Vit hava fingið nakrar viðmerkingar frá tveimum virknum fólkafl [...] a úr Havn og Rúnu Sivertsen løgtingslimi úr Klaksvík. Hansara egna rokning Í viðmerkingini sigur Katrin Dahl, at tað, sum Óli Breckmann sigur, má standa fyri hansara egnu rokning. Sjálv sigur hon, at hon [...] Hon fær 30.000,- kr í endurgjaldi, og hetta sigur nakað um, hvussu nógv verdar vit kvinnur eru. Eg haldi at tað er ein grov undirmeting av virðinum hjá eini kvinnu, sigur hon at enda í viðmerkingini.
Undri – hava skotið Høgna í Stórustovu upp til sessin. Triðja royndin Tað var annars ikki gamalt við fleiri kandidatum til sessin. Torleif Sigurðsson, sáli, sum sat á formanspostinum í 21 ár, hevði ongan tíð [...] Fyri tveimum árum síðani var tað Fram, sum formliga setti Birgir Enghamar í uppskot, og hesa ferð eru tað altso tey seks feløgini í og kring høvuðsstaðin, sum eiga uppskotið. [...] sagt um nú fráfarandi cubanska forsetan, Fidel Castro, at hann hevur yvirlivað hundraðtals snigálop. Óli Holm hevur kanska ikki heilt upplivað slíkan ágang, men triðja aðalfundin á rað má føroyski fótbóltsovastin
hava sett seg væl inn í, hvussu tað skal gerast og hava tikið neyðug skeið í nanoforsegling. Fyri at fáa sum mest burturúr viðgerðini skulu viskararabløðini helst vera nýggj ella í góðum standi, tí annars [...] Nanotøkni ella nanoformering er í stórari menning í hesum døgum á so mongum økjum. Talan er um eina kollvelting, sum vendir upp og niður upp á alla vanahugsan. Nanoformering merkir, at vatn als ikki rínur [...] og ein ósjónligur filmur verður lagdur omaná. Arbeitt verður við sera smáum eindum, ið verða máldar í nanometrum (nm) - sum er ein milliónpartur av einum millimetri. Fyritøkan Quick Repair Sp/f á Hjalla
burturúr, tá ið skerjast skal, men tá ið hugsað verður um, hvat vit her í Føroyum hava livað av í stórt hundrað ár og helst fara at liva av í rúma tíð enn, so er tað ófatuligt, at hesin skúli nú verður skerdur [...] tí, at tað skuldi heldur verið uppgávan hjá myndugleikunum at givið einum slíkum skúla enn betur umstøður og harafturat í nógv størri mun at eggja ungdóminum til at søkja sær útbúgvingar innan hesar vi [...] meistarar við stórum skipum. Teir persónar, ið taka prógv á Vinnuháskúlanum, kunnu fara beinleiðis inn í okkara høvuðsvinnu og harafturat so geva útbúgvingarnar rættindi til altjóða viðurkend vinnubrøv soleiðis
hava havt, og í fjør gjørdu vit vart við júst somu viðurskifti, tá B36 ætlaði sær at senda inn kæru, tá teir vórðu dømdir at tapa dyst í steypakappingini. Soleiðis sigur Óli Holm, nú FSF í skrivi til ÍSF [...] urin skal hava nakað at siga í málinum um spæliloyvið hjá Páll M. Joensen. Eitt skriv, sum FSF hevur sent, eftir at dómstólurin hevur heitt á FSF um at útflýggjað skjøl í sambandi við málsviðgerðina. Og [...] avgjørt ikki meta, at hetta er eitt mál, sum eigur at viðgerast av einum Ítróttardómstóli, staðfestir Óli Holm.
væl at ganga í skúla í Árnafirði, men av og á høvdu teir kunnað hugsað sær, at tað vóru fleiri børn. Í fjør gingu seks børn í skúla í bygdini, men tveir dreingir fóru til Klaksvíkar at ganga í framhaldsdeild [...] Privilegium Skúlin í Árnafirði hoyrir undir skúlan við Ósánna í Klaksvík, so samstarvið millum skúlarnar er gott. Charlotta greiðir frá, at hon hevur 15 tímar um vikuna í Árnafirði og so restina í Klaksvík. Tað [...] til somu undirvísing, sum allir aðrir næmingar í landinum, sigur hon. Fylgir upp Næmingarnir í Árnafjarðar skúla fara sum sagt til Klaksvíkar at ganga í framhaldsdeildini. Charlotta sigur, at hon hevur
framtíð ið hann hevur. Skúlastýrini eru í øllum førum sinnað til at tað í framtíðini bert verður ein einstakur skúli í oynni - annaðhvørt tann í Kunoy ella tann í Haraldssundi. Sjálvt um hetta er ein stórur [...] tingið. Í viðgerðini hava skúlastýrini kjakast um framtíðina hjá skúlunum í økinum. Í niðurstøðu frá fundinum verður soleiðis tikið til: “Á Kunoynni eru eisini tveir skúlar, ein í Kunoy og ein í Haraldssundi [...] her, sigur elsti næmingurin í Kunoyar skúla, Jón Josephsen, sum gongur í 5. flokki. Onkur av hinum næmingunum vil eisini geva sítt íkast til prátið, og heldur, at lærarin í Haraldssundi er nokkso strangur
skúlabørnini á Norðoyri og í Árnafirði í skúla í Klaksvík í nógv ár. Hetta er nú ein farin tíð, og tá ið skúlaárið byrjar aftur hálvan august, verða tað onnur, ið fara at taka sær av hesum. Í hesum sambandi vóru [...] eini 8-10 børn miðskeiðis í 80-unum. Tað hava bara verið børnini í framhaldsdeildini, tí hini ganga í skúla í bygdini, sigur Símun. Hjørleif, ið eisini eigur og rekur matvøruhandil í Klaksvík, hevur koyrt [...] børnini á Norðoyri í skúla síðani 1951. - Fyrsta árið koyrdi eg eisini børnini á Strond í skúla, men tað var bara tað eina árið. Hans Andrias Johannesen tók hesa koyringina yvir í 1953 og í 1961 byrjaði hann
ikki minst í Havnar Hornorkestur, sum Óli Jákup var í frá byrjan í 1903, har eftirkomarar hansara í fleiri ættarliðum eiga sín stóra leiklut. ------- Komandi partur Í komandi parti verður sum fyrr boðað [...] Poul Hansen, (1860-1941) føddur í Havn. Poul var í ætt við teir við Stein í Havn. Hann var uppsitari á Hornagarðinum eina tíð, men tá ið telegrafurin kom til Føroya í 1906, gjørdist hann Føroya fyrsta [...] framvið á sumri í sól. Kona og børn Óli Jákup giftist við Johonnu Helene Andreu Gaard f. 1899 í Fámjin. Tey fingu børnini Odu, Maju, Poul, Pauli og Sigurd. Tónleikaevnini eru farin í arv. Hetta sæst ikki
nærkast í hvørjum, og sunnudagin 4. desembur klokkan 15.00 verður hugnalig jólakonsert í Vágs kirkju. «Orðið á borðið» og børnini í sunnudagsskúlanum hjá Frelsunarherinum, barnakór úr Vágs Skúla og Kirkjukórið [...] Kirkjukórið Ljómur syngja teir góðu, gomlu jólasangirnar. Høvi verður at lata eina gávu til “Í menniskjum góður tokki”.