Turið Kjølbro
Brøðurnir Hjørleif og Símun Waag Høgnesen hava koyrt skúlabørnini á Norðoyri og í Árnafirði í skúla í Klaksvík í nógv ár. Hetta er nú ein farin tíð, og tá ið skúlaárið byrjar aftur hálvan august, verða tað onnur, ið fara at taka sær av hesum. Í hesum sambandi vóru Hjørleif og Símun bodnir við á samkomuna, ið var til heiðurs fyri tey, sum vórðu liðug við skúlan í ár. Teir fingu báðir eina sømdargávu frá skúlunum sum áminning um tíðina, teir hava koyrt skúlabørnini.
Hjørleif og Símun fingu herfyri eitt bræv frá kommununi undirskrivað av býráðsformanninum um, at hýruvognsreglugerðin var sett í gildi fyri Klaksvíkar kommunu, og tað merkir, at ein nevnd vald av kommununi býður skúlabarnakoyringina út og ger av, hvør skal taka sær av henni.
- Eg havi koyrt skúlabørnini í Árnafirði síðani 1983. Áðrenn tað koyrdi sonur mín Manni skúlabørnini, hann fór burtur í 1983, og eg tók so yvir og helt fram, tá ið hann kom aftur. Í miðal hava tað verið eini fýra børn á hvørjum ári, onkuntíð fleiri og onkuntíð færri. Minnist meg rætt vóru tey eini 8-10 børn miðskeiðis í 80-unum. Tað hava bara verið børnini í framhaldsdeildini, tí hini ganga í skúla í bygdini, sigur Símun.
Hjørleif, ið eisini eigur og rekur matvøruhandil í Klaksvík, hevur koyrt børnini á Norðoyri í skúla síðani 1951.
- Fyrsta árið koyrdi eg eisini børnini á Strond í skúla, men tað var bara tað eina árið. Hans Andrias Johannesen tók hesa koyringina yvir í 1953 og í 1961 byrjaði hann fyri seg sjálvan. Henda koyringin var umskipað seinni, tá ið koyrandi varð til Kunoyar.
- Tað er ymiskt, hvussu nógv børnini hava verið. Okkurt árið hava tey verið eini 13. Eg ætlaði at halda uppat við koyringini í fjør, so hjá mær kemur tað ikki dátt við, at hon heldur uppat, sigur Hjørleif, ið er farin um tey 75.
Stórur saknur
- Tað hevur verið ógvuliga bundið at koyra skúlabørnini, men ikki minst ein stór ábygd. Eg havi altíð verið í góðari tíð og børnini eru komin til Klaksvíkar í skúla 10 minuttir áðrenn skúlin byrjaði. Tað veldst sjálvsagt um veðrið, men avlýsingarnar hava ikki verið nógvar, sigur Símun.
- Fyrstu árini koyrdi eg bara oman til kirkjuna og so komu børnini uppí har, men í 1986 varð eg álagdur at koyra út til endan av vegnum, út til kirkjugarðin. Mamma mín, sum átti fýra dreingir, plagdi at siga, at tað var eingin trupulleiki í at uppala børn: vit skuldu gera sum vit vórðu bidnir, tá ið vit vórðu bidnir og soleiðis sum vit vórðu bidnir. Og tað havi eg altíð minst til. Eg helt tað vera vágiligt í ringum líkindum at koyra út til endan á vegnum í Árnafirði, serliga teinin frá síðstu húsunum í gomlu bygdini og til vegin, ið gongur oman á lendingina. Tá ið tað var hált og nógvur kavi, tordi eg ikki at koyra út hagar, tí tað var ov hættisligt, og kavin varð ikki grivin heldur.
- Tað er ikki fyrr enn í nýggjari tíð, at autoverja er komin framvið vegnum til bergholið Klaksvíksmegin. Eina ferð kom eg rættiliga illa fyri. Tað var krapi og tað var líka við, at eg koyrdi út av vegnum. Annars hevur bilurin altíð verið væl skøddur og eg havi øll tey síðstu árini brúkt píkadekk, greiðir Símun frá.
- Børnini hava verið einastandandi fitt. Tey hava møtt væl upp og hava verið ógvuliga røsk at geva boð frá sær, tá ið tey ikki skuldu við. Tá ið eg koyri tey somu børnini hvønn dag í nøkur ár, komi eg at kenna tey væl. Eg eri harmur um, at koyringin heldur uppat. Eg fari heilt vist at sakna at koyra henda túrin hvønn dag.
Símun Waag Høgnesen, ið er 72 ár, hevur verið koyrilærari síðani 1965, men mátti av heilsuávum halda uppat við koyriskúlanum fyri trimum árum síðani. Enn sum áður koyrir hann Sosialin av Dúgvuni út í sølubúðirnar í býnum hvønn útgávudag.