Her trívast vit væl

Í dag verður skúlin í Árnafirði 100 ár. Dagin fara teir tríggir næmingarnir og lærarin hjá teimum, Charlotta Thorsteinsson, at halda í dag, men tað stóra og almenna hátíðarhaldið verður tó ikki fyrr enn leygardagin

Árnafjørður:
Skúlin liggur nakað ovarlaga í bygdini, tætt við ánna. Bygningurin er nýmálaður, og Charlotta stendur í hurðini og býður vælkomin.
- Her er so rokaligt í dag. Skúlastovan er framvegis ikki sett upp á pláss aftur, tí vit hava gjørt hana í stand til tann stóra dagin. Men børnini sita uppiá, sigur hon vinarliga.
Næmingarnir, tríggir dreingir, sita og eta matpakkan. Teir tykjast als ikki at órógvast av, at ókunnugt fólk kemur á vitjan.
Teir svara fittir og skilagóðir, tá teir verða spurdir um navn, aldur og flokk.
Jógvan er átta ára gamal og gongur í 2. flokki, Leivur er seks ár og gongur í fyrsta flokki og Poul er sjey ára gamal og gongur í 2. flokki.
? Aah, eg eri sek, Poul, sjey og Jógvan átta, vísir Leivur skilagóður á.
Teimum trimum dámar sera væl at ganga í skúla í Árnafirði, men av og á høvdu teir kunnað hugsað sær, at tað vóru fleiri børn.
Í fjør gingu seks børn í skúla í bygdini, men tveir dreingir fóru til Klaksvíkar at ganga í framhaldsdeild, og ein genta fór í fimta flokk. Útlitini kunnu sigast at vera nakað ivasom, tí tað eru bert trý børn í bygdini undir skúlaaldur.
Hetta heldur Charlotta kemur av, at tað gingu nógv ár, har onki hús varð bygt í bygdini, men seinnu árini er gongd so spakuliga komin aftur á húsabyggingina.

Privilegium
Skúlin í Árnafirði hoyrir undir skúlan við Ósánna í Klaksvík, so samstarvið millum skúlarnar er gott. Charlotta greiðir frá, at hon hevur 15 tímar um vikuna í Árnafirði og so restina í Klaksvík. Tað ger, at hon ikki kennir seg púra einsamalla og uttan starvsfelagar.
Hetta er 25. árið Charlotta er lærari í Árnafirði. Frammanundan hevði hon royndir at arbeiða á bygdaskúla, tí hon hevur eisini arbeitt í skúlanum í Haraldsundi.
? Eg kenni meg privilegeraða, tí eg kann arbeiða 15 tímar á bygd og so eisini á einum størri skúla, greiðir Charlotta frá.
Hon heldur fram, at Árnafjørður ikki liggur so langt frá Klaksvík, og tískil kennir hon tað ikki so møtimikið at koyra ímillum. Hon byrjar arbeiðsdagin í Klaksvík klokkan átta, og um tíggjutíðina gongur leiðin so til Árnafjarðar, har hon arbeiðir restina av degnum.
Charlotta heldur ikki, at tað er torført at fáa tíðina at ganga, men hon viðgongur tó, at tímatalið helst ikki skal fara niður um 15 tímar. Charlotta heldur ikki, at tað er torført at fáa tíðina at ganga, men hon viðgongur tó, at tímatalið helst ikki skal fara niður um 15 tímar.
? Eg fái saktans tíðina at ganga her, tí hóast tað bert eru tríggir næmingar, so eiga teir rætting til somu undirvísing, sum allir aðrir næmingar í landinum, sigur hon.

Fylgir upp
Næmingarnir í Árnafjarðar skúla fara sum sagt til Klaksvíkar at ganga í framhaldsdeildini. Charlotta sigur, at hon hevur roynt at fylgt upp, hvussu tað gongst teimum, eftir at tey koma í ein størri flokk.
? Eg hugsi ofta um, eg man megna at geva teimum nóg mikið fakliga, tí eg eri einsamøll her. Tað er jú bara mær, næmingarnir verða ávirkaðir av, heldur hon fyri.
Tað er eisini ein av orsøkunum til, at hon spyr aðrar lærarar, hvussu tað gongst hennara næmingum, tá teir eru komnir í skúla í Klaksvík.
? Børn eru so ymisk. Tað vísir seg, at hóast tú hevur sitið líka nógv við øllum næmingunum, og tey hava fingið somu undirvísing, so er fakliga støðið ójavnt, greiðir Charlotta frá.

Samstarv
Samstarvið millum skúlan við Ósánna og skúlan í Árnafirði hevur virkað fyrimyndarliga væl, heldur Charlotta.
Tá eitthvørt tiltak er í skúlanum við Ósánna plaga næmingarnir úr Árnafirði at luttaka. Tey svimja somuleiðis saman við næmingunum í Klaksvík, so á ein ella annan hátt fáa næmingarnir eina greiða mynd av tí flokkinum, sum tey skulu í, tá tey koma upp í framhaldsdeildina.