Regnið perlar av rútunum

Hjá Quick Repair Sp/f á Hjalla ber nú til at fáa bilrútarnar viðgjørdar við nýggjastu 2-kombinentu nanoforseglingini, sum ger, at regnið perlar av rútunum longu við 60-70 km/t ferð

Nanotøkni ella nanoformering er í stórari menning í hesum døgum á so mongum økjum. Talan er um eina kollvelting, sum vendir upp og niður upp á alla vanahugsan.


Nanoformering merkir, at vatn als ikki rínur á tær viðgjørdu flaturnar. Tað er eins og ein ósjónligur filmur verður lagdur omaná. Arbeitt verður við sera smáum eindum, ið verða máldar í nanometrum (nm) - sum er ein milliónpartur av einum millimetri.


Fyritøkan Quick Repair Sp/f á Hjalla bjóðar sær nú til at viðgera bilrútar við “NanoCover 2K Bilglas”, ið er nýggjasta 2-kombinenta nanoforseglingin, sum ger, at regnið perlar av rútunum longu við 60-70 km/t ferð, og ikki er neyðugt at nýta viskararnar. Viðgerðin ger eisini, at tað er sera behagiligt at koyra, hóast regnið pískar inn á forrútin. Rútarnir eru so at siga gullreinir til eina og hvørja tíð. Eisini er tað munandi lættari at skava kava og ís av rútinum.


Óli Jógvansson frá Quick Repair sigur, at royndirnar vísa, at tað hevur alt at siga, at viðgerðin við nýggju 2-kombinentu nanoforseglingini verður gjørd á rættan hátt. Arbeiðið skal gerast av fakfólki, sum hava sett seg væl inn í, hvussu tað skal gerast og hava tikið neyðug skeið í nanoforsegling.


Fyri at fáa sum mest burturúr viðgerðini skulu viskararabløðini helst vera nýggj ella í góðum standi, tí annars kann ein gráligur filmur leggja seg á rútin, tá viskað verður.


Nanocover forsegling verður eisini nýtt til felgur og lakkeraðar flatur, eins og umborð á skipum og smábátum, eitt nú til rútarnar á brúnni. Royndirnar við Nanocover rútaforsegling umborð á skipum og smábátum hava víst seg at rigga sera væl, sigur Óli Jógvansson. NanoCover rútaforsegling fæst eisini sum 1-kombinent forsegling til vanliga brúkaran.


Quick Repair Sp/f, telefon 213323, www.nanocover.com. Email oj@nanocover.fo


mg