løtu, at hann var farin inn eftir bilinum. Tað eydnaðist honum so eisini at fáa bilin út og burtur av vandaleið. Sjálvur er hann lítillátin og veit ikki endiliga um hann var so djarvur. Men hann er í øllum [...] øllum førum greiður yvir, at hann var ómetaliga heppin – fyrst tí at hann hevði bæði lyklar, fjarstýring og telefon uppi á sær, tí tað plagdi hann ongantíð hava. Og so tí at hann lukkaðist at fáa hurðina upp [...] Suðuroy, var knappur og fekk bjargað bilinum út, áðrenn eldurin festi í hann. Mortan sigur, at hann skuldi ikki koyra hetta kvøldið. Hann var kortini farin yvir á ferjuleguna at koyra ein tangabil í land, sum
Jákup Pauli Strøm, staðfestir eisini, at sjónarmiðini eru mótstríðandi og at tað tískil er torført at seta tal á, hvussu stórur tørvurin á útlendskari arbeiðsmegi er. Men samstundis staðfestir hann, at ein [...] til Føroya í ávísa tíð at gera ávís arbeiði. Tað, hann hugsar sær, er, at hevur ein arbeiðsgevari brúk fyri útlendingum til eitt ávíst arbeiði, kann hann fáa útlendingar til tað. Tá ið arbeiðið so er gjørt [...] tørvur er. Kundu ikki semja Men hevði landsstýrismaðurin vónað at fingið eina greiða niðurstøðu, varð hann vónbrotin. Tí tað vísti seg nevniliga, at Arbeiðsmarknaðarráðið kundi ikki semjast um eitt tilmæli
allastaðni, uttan heima og uttandura frá 1. januar, 2008, sigur Hans Pauli Strøm. Men hann viðgongur, at enn er langt á mál og tí veit hann ikki um tað lukkast. Málið er nú reist í landsstýrinum og har er [...] eftirbátar Hann vísir á, at áður er tað gjørt ólógligt at roykja á almennum arbeiðsplássum. - Tí er tað mótstríðandi, at tað skal vera loyvt at roykja á øllum øðrum arbeiðsplássum, sigur hann. Men hann heldur [...] tað bæði á privatum og á almennum støðum Hans Pauli Strøm mælir tí til at tað verður bannað at roykja á øllum arbeiðsplássum, bæði privatum og almennum. Men hann mælir eisini til, at hetta forboðið verður
retoriskt, og hann heldur fram: - Eg gevi onki fyri hatta við, at vælferðin er endamálið. Upprunaliga var tað als ikki ætlanin, at tað skuldi vera við í Visjón 2015. Ikki fyrr enn Hans Pauli Strøm, land [...] at tað eisini skuldi vera endamálið, sigur Høgni Hoydal. Hann heldur, at landsstýrið hevur prógvað, at visjónin hevur onki trúvirði, tí, sum hann vísir á, so ger landsstýrið beinleiðis ímóti tí, sum bólkarnir [...] spinn Spurdur, um tað ikki er gott, at mál verða sett, sigur Høgni Hoydal, at hann var fyrstur at rósa løgmanni fyri, at hann fór at arbeiða við visjónum. - Men tað gjørdist skjótt greitt, at løgmaður als
ikki í fátt, men ætla at herja á aftur. Pauli Einarsson á Tvøroyri hevur ikki drigið flaggið. Men hevði hann gjørt tað, høvdu tey flestu helst havt skilt støðuna. Pauli Einarsson hevur fyritøkuna, OSR, sum [...] Vit mettu hetta at vera ein tryggan bygning, leggur hann afturat. Hann viðgongur, at tað tí var ein skelkur at síggja bygningin í ljósum loga. Pauli Einarsson sigur, at eitt, sum ger tað torført at byrja [...] farið á sjógv. Hinvegin staðfestir hann, at tað hevur ikki eydnast at fáa sáttmála við almennu Føroyar um tilbúgvingina. - Tað hevur áhugi ikki verið fyri, sigur hann. - Høvdu vit havt ein sáttmála við
Sambært forkvinnuni hjá ljósmøðrunum, Eyðfríð Jacobsen, frøast tær um, at Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður í almanna- og heilsumálum, endaliga staðfestir, at tað at vera við barn er ikki ein sjúka. - [...] tað serlæknin innan pædiatri, sum hevur ta yvirskipaðu medisinsku á ábyrgdina og avgerðarrættin. Hans Pauli Strøm sigur í uppskotinum, at sjúkrarøktarfrøðingarnir á føðideildini eru undir leiðslu av einum [...] ikki kann vita, um allar ljósmøðurnar taka uppsøgnina aftur enn. Ógreiður bygnaður Í uppskotinum frá Hans Paula Strøm, sum vit hava fingið innlit í frá heilsumálaráðnum, verður sagt, at tann yvirskipaði
Hans Pauli Strøm er vælkomin at seta roykiforboð í gildi. Tað sigur stjórin á landsins størstu hotellum. Johannes Jensen er stjóri á Hotell Føroyum við Oyggjarvegin og á Hotell Tórshavn í Vágsbotni. Og [...] roykiforboð í matstovuni, í barrini, í fundarhølunum og í meiri enn helvtini av kømrunum. - Men klárar Hans Pauli Strøm at seta roykiforboð í gildi allastaðni, heilsa vit tí vælkomnum og so verður Hotell Føroyar [...] vilja eisini fegin vísa okkum sum ein nýmótans fyritøka, sum setur trygt og trivnað á hásætið, leggur hann afturat. Stórur meiriluti Tað eru mong, sum tvíhalda um, at tey, sum roykja mugu kunna fáa sigarett
jan: kl. 11 Prestavígsla og prestainnseting. Hans Jacob Joensen, biskupur, prestvígir Magnus Brahé Jørgensen, og Bjarni Bæk, dómpróstur, innsetur hann sum sóknarprest í Norðoya vestara prestagjaldi. [...] kl. 20 Sylverius Jacobsen og Tórfinn Hansen av Skála, skopuningar syngja. Leygardagur kl. 20, Hans Pauli Højgaard og Sigfred Johannesen við talu og sangi. Innsavnan. Sunnudagur 14. jan., kl. 14.30 Su [...] venda sær til ein í nevndini: Ingun Simonsen, forkvinna, 317782/ 211696, ingun@post.olivant.fo Hans Pauli Strøm, skrivari, 424044/221919, hps@kallnet.fo Gunnleivur Dalsgarð, kassam., 314868/311210, gu
Norðoya vestara prestagjaldi. Vígslan og innsetingin fóru fram í Christianskirkjuni við guðstænastu. Hans J. Joensen, bispur, prestvígdi Magnus Brahé Jørgensen, og Bjarni Bæk, dómpróstur, stóð fyri innsetingini [...] prædikuna varð altargangur. Eftir guðstænastuna varð samkoma fyri innbodnum. Nýggi presturin avloysir Hans Eiler Hammer, ið nú røkir prestaembæti í Noregi. Við starvinum er tænastubústaður, sum er prestagarðurin [...] 1948 hava teir verið tveir. Báðir prestarnir búgva í Klaksvík. Hin sóknarpresturin í býnum er Niels Pauli Danielsen. Næsta sunnudag verður aftur prestainnsetan. Tá verður Marjun Lómaklett innsett í Havnar
Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður Stutt fyri jól skrivaði eg grein við upplýsingum um at føroyska pensjónin nú er farin upp um ta donsku. Tvs. tann tøka pensjónin, aftaná skatt. Høvuðsorsøkin er, at hóast [...] kemur tað út uppá tað sama. Samhaldsfasti er ikki tað sama sum fólkapensjón, men hann er ein almannapensjón kortini, tí hann verður goldin til allar borgarar í landinum, uttan undantak - enntá við somu upphædd [...] eftir hvussu longi hann hevur búð her í landinum. Og øvugt, at ein tilflytari úr øðrum norðanlondum bert hevur rætt til tann lutfalsliga partin av Samhaldsfasta, ið svarar til tey ár hann hevur búð her, áðrenn