Lívsverkið farið upp í royk

- Hóast vit standa mestsum á berum, gevast vit ikki, sigur Pauli Einarsson. Tá ið eldur kom í goymslubygningin á Tvøroyri fríggjakvøldið, misti hann tað mesta av tí hann átti í fyritøkuni, hann hevur lagt alla sína arbeiðsorku í nú í nógv ár

- Vit fella ikki í fátt, men ætla at herja á aftur.
Pauli Einarsson á Tvøroyri hevur ikki drigið flaggið.
Men hevði hann gjørt tað, høvdu tey flestu helst havt skilt støðuna.
Pauli Einarsson hevur fyritøkuna, OSR, sum hevur havt til arbeiðis at taka upp eftir oljudálkingar.
Tað allarmesta av teirra útgerð lá á goymslu í bygningininum hjá Shell á Tvøroyri.
Men tá ið bygningurin brendi eftir einari løtu fríggjakvøldið, misti hann eisini tað mesta av útgerðini, teir áttu.
- Tað einasta, tað hevur eydnast okkum at bjarga úr toftunum, eru nøkur vørp.
Men tað ringasta er, at ógvuliga lítið av tí varð tryggjað og tí er missurin ógvuliga stórur.
- Vit hava mist útgerð fyri einar tvær milliónir krónur, sigur Pauli Einarsson.
Av tí, at næstan onki er tryggjað, verða teir sjálvir at svara fyri missinum.
Onkrir vognar og trukkar vóru tryggjað. Men sperringar og onnur útgerð, vóru ikki tryggjað. Sostatt varð nógv størsta virðið ikki tryggjað.
- Útgerðin var tryggjað ímeðan hon er í arbeiði, sum er tað vanliga. Men hon var ikki tryggjað á goymsluni. Talan var um ein goymslubygning, sum var at kalla tómur og vit trúðu ikki, at nakað var, sum kundi elva til slíkan eld, sum vit sóu fríggjakvøldið.
- Vit mettu hetta at vera ein tryggan bygning, leggur hann afturat.
Hann viðgongur, at tað tí var ein skelkur at síggja bygningin í ljósum loga.
Pauli Einarsson sigur, at eitt, sum ger tað torført at byrja aftur, er, at pumpur og  sumt av hinari útgerðini, er torfør at útvega aftur.
- Vit høvdu tvær pumpur, sum tóku 180 rúmmetrar um tíman, hvør og eitt aggregat, sum hoyrdi til tær, var serbygt.
Hinvegin onnur útgerð lættari og skjótari at fáa aftur.
 
 
Nú tað mesta av útgerðini hjá OSR er farin fyri skeytið, eru møguleikarnir at basa oljudálkingum við, munandi skerdir.
Umframt útgerðina í Suðuroy, hevur OSR ein treylara við útgerð í Klaksvík og ein í Runavík. Annars hevur Havnin útgerð at bara oljudálking við. Men so vítt Pauli Einarsson veit, er ongin onnur útgerð av týdningi.
- Sostatt er hetta eitt stórt afturstig fyri tilbúgvingina, tí tað hevur víst seg fleiri ferðir, at brúk hevur verið fyri útgerðini frá OSR.
Serliga illa fyri er Suðuroy, tí her er so at kalla ongin útgerð til taks, skuldi olja farið á sjógv.
Hinvegin staðfestir hann, at tað hevur ikki eydnast at fáa sáttmála við almennu Føroyar um tilbúgvingina.
- Tað hevur áhugi ikki verið fyri, sigur hann.
- Høvdu vit havt ein sáttmála við almennu Føroyar, hevði útgerðin uttan iva eisini verið tryggjað. Hinvegin er tað avmarkað, hvat vit, sum eitt lítið, privat felag, hava ráð til, staðfestir hann.
 
Fella ikki í fátt
Og Pauli Einarsson staðfestir eisini, at hetta fær tey ikki at fella í fátt.
- Hetta er ikki fyrsti lúsingurin og vit fella ikki í fátt av einum einstøkum bakkasti, hóast hetta svíður fast, sigur hann.
Tí fara at tey at royna at fáa OSR á føtur aftur.
- Tað noyðast vit. Tey mestu virðini í felagnum eru farin, so skulu vit varðveita felagið, mugu vit fáa virði í tey aftur, sigur hann.
Tað fara tey nú at kanna møguleikarnar fyri. 
- Hetta var mítt lívsverk. Tað var ongin fyritøka av hesum slagnum í landinum, tá ið vit byrjaðu. Tíðin hevur eisini víst, at tað varð harðliga brúk fyri okkum, tí vit hava havt nógvar stórar uppgávur. Og hóast tað ikki eydnaðist at fáa sáttmála við tað almenna, hava vit havt sera gott samstarv við Vaktar-og bjargingartænastuna, sum hevur brúkt okkum. Somuleiðis hava vit havt gott samstarv við sløkkiliðini.
- Í sambandi við royndarboringar eftir olju á føroyskum øki, hava vit eisini havt sáttmála við oljufeløgini.
Pauli Einarsson sigur, at teir hava eisini avtalu í sambandi við boringina, sum skal vera í summar.
- Tá skulu vit helst vera klárur til og tað fara vit at gera alt, sum stendur í okkara makt fyri at vera, sigur hann.