bróður. Í dag er jú allahalgannadagur og minningarhaldið er fyri teimum sjólátnu, nógvastaðir í landinum og eisini her í Vági. At Heini var ein sera avhildin maður, sást eisini týðiliga her í Vági í dag. [...] og eisini her í Vági. Heini var eisini ein sera avhildin maður. Sera nógv fólk savnaðust eisini í Vági í dag at minnast teg og onnur, sum hava latið lív á sjónum gjøgnum árið og farnar tíðir. Her eitt [...] hvílir tú í havsins stóra dýpi, har tú sum blaðungur eisini valdi týtt yrki sum sjómaður. Í dag er jú allahalgannadagur og minningarhald fyri teimum sjólátnu, sum verður hildið nógvastaðir í landinum og
vit í 1965 fluttu aftur til Føroya, búðu vit í Vestmanna, har Landsverkfrøðingurin hevði eina deild í kommunuskrivstovubygninginum. Har húsaðust vit, Jógvan Isaksen og Hans Jákup Hansen, báðir í Skálum [...] Gestablídni var teimum í blóðið borið. Mamma Juttu, Josefina í Garðastovu, stílaði fyri, tá kongshúsið vitjaði í Vestmanna, og mangur okkara hevur sitið væl inni hjá Janusi í søguligu Húsavík. Hjallgrimur [...] Hjallgrimur hevði nomið sær tekniska útbúgving í Danmark og var eins og í timburarbeiði sera nærlagdur í øllum hann tókst við hjá Landsverkfrøðinginum, millum annað at kortleggja botnviðurskiftini
Jacobsen, systkinabarn okkara, uppi í Geil í Hvalvík var sjómaður burturav og staddur í Danmark, tá landið var hertikið. Her hittust tey bæði, Petur og Hanna, og gjørdust væl. Í juni 1941 var Petur við sum annar [...] aug. Fyrst í november vórðu teir riknir upp í neytavognar og koyrdir 14 dagar eftir jarnbreyt um Volga og Ural-fjøllini til aðra fangalegu í Aktjubinsk, har tað tann veturin frysti niður í 46 stig. 2. [...] meiningsleyst at enda varð yvirkoyrdur har í býnum. Nakað inn í februar hildu Petur og hinir fimtan, sum enn vóru á lívi, fram leiðina úr Teheran um Bagdad í Irak til Palestina – ein túrur m.a. gjøgnum
steðga henni. Í somu løtu skúlin fekk internetsamband, setti hon seg við telduna og dró upplýsingar niður úr luftini. Í sambandi við oljuvinnuna, sum nærkast í hvørjum, hildu Katrin og Heini Eysturoy tað [...] lærugrein á skúlanum teimum fyri at takka. Tað er í fyrra lagi fullgott prógv um, hvussu ung, ágrýtin og virkisfús hon var av lyndi í lærarayrkinum. Í seinna lagi er tað eisini prógv um, at skúlans leiðsla [...] uppiborið. Í takklæti lýsa vit frið yvir minnið um Katrina Thomassen Vinir og starvsfelagar hennara Jóhann Hendrik Dahl, Heðin Hammer, Finnur Lützen, Poul Magnussen, Jákup Reinert, Annfinnur í Skála, Heini Eysturoy
Palla Gregoriussen í 1974, tá eg í summarfrítíðini, meðan eg las til arkitekt, arbeiddi har, og seinni í 1976, tá eg fekk starv hjá Palla og kom at arbeiða saman við henni. Seinni í 1984 kom Marita at [...] hevur fingið gott í beinini heimaífrá. Tær listarligu gávurnar komu henni til góðar í arbeiðinum, men altíð helt hon seg aftur í lítillátni, hvat tí listarliga viðvíkti, men ongin, sum kom í samband viðhana [...] hjá okkum til hon í 1992 fór í annað starv. Sum menniskja var Marita av skynsamastu fólkum, var altíð við tí góða orðinum og allur hennara atburður var merktur av tolsemi og vælvilja og í framferð var hon
vit túrar í grannabygdirnar og sera spennandi var at síggja rynkusteinarnar í Oyndarfirði, vassa í Sandá á Selatrað og at spæla í mølini í Elduvík. Onkuntíð, tá vit fóru túr, vóru vit so nógv í tali, at [...] Poul Johannes Beder í Vági. Hann var borin í heim 27. februar 1924 og var næstelstur av fimm systkjum. Eftir lokna skúlagongd fór Torkil at lesa guðfrøði og gjørdist prestur í Ónagerði í 1954, har hann starvaðist [...] Tordis og Heini settu búgv í Fuglafirði og Johan á Kambsdali, so var ikki løgi, at tey bygdu sær hús í bygdini og seldu suðuri á Smillabø. Meðan Torkil var virkin prestur, og familjan búði í prestagarðinum
sótu vit altíð í stovuni og prátaðu. Tað dámdi tær ógvuliga væl. Tú vart altíð skjótur at sleppa tær yvir til klaverið. Tú og Beethoven báðir rungaðu tá heilt út í tún. Ja, hugnin var í hásæti heima hjá [...] vindeygað í ovaru húsunum, og í hesu løtu skiltu vit veruliga, hví tær dámdi so væl Skarvanes. Hóast veðrið ikki var av allar besta hetta kvøldið, var útsýnið vakurt. Aldurnar súsaðu og spældu úti í myrku [...] eiga vit óteljandi góð minnir saman, ið eru okkum til troystar í hesu sváru tíð. Vit minnast tí aftur á tær mongu hugnaligu løturnar heima í stovuni hjá tær og ommu. Heimið hjá tykkum hevur nevniliga altíð
vit bæði Hjørdis sótu og hugnaðu okkum í stovuni eftir at hava lagt børnini, tá telefonin ringdi - tað var Heini í hinum endanum, eg skal so siga "halló Heini hvat sigur tú fyri gott". Áðrenn eg fái sagt [...] hjá Danberg, har vit vóru við til at umvæla SMS, tað varð ein góð tíð. Í 1988 fór tú í læra á Tórshavnar skipasmiðu, og eg byrjaði í starvi á Strandfaraskipum Landsins, vit høvdu tó dagligt samband og fylgdust [...] tankarnir og minnir alt ísenn mala í høvdunum, og eg skilji púrt einki av hesum, tí Høgni kann ikki verða farin for dekan!!! Hyggi síðan at Hjørdis, ið hevur varnast álvaran í hesi samrøðu og situr og hálvgrætur
skuldu øll í baðikarið, í rein klæðir og oman í kirkju. Minnist stríðið fyri at sleppa frá at fara í real. Men har var heldur eingin bøn. Tú var lættur at samskifta við pabba. Hevði sera lætt við at í koma í [...] til. Síggja lív koma í havan, græsið ið grønkar. Soleiðis skuldi ikki vera í ár góði pabba, men minnini um teg verða hangandi. Minnist, at ein so ofta bleiv vaktur av rópum tínum í túninum. Bleiv tosað [...] høvdið. Grindaboð fóru ikki afturvið. Í tí einu Bíggjargrindini skar tú 18 hval á háls, minnist eg teg siga frá. Túrarnir út í Tindhólm og Mykines, vóru nógvir í tali við M/B »Heidi«. Ofta við útlendingum
teg í hesi sváru tíð. Nú í himlinum tú býr, teg Jesus hevur tikið heim, har kemur ein og hvør sum trýr, har liva tey í miklum gleim. Vit møtast skulu aftur øll, hjá tykkum har í himna høll. Heini, Annsy [...] tey fara vit altíð at hava í hjørtum okkara. Pápi var fjórelstur av 7 systkjum, sonur Óla og Annu í Fjósinum á Eiði. Pápi var sjómaður og sigldi nógv ár við norðmonnum, til hann í hálvfjerðsunum fór at fiska [...] fiska hummara. Pápi og mamma giftust í 1951 og vóru tey sostatt saman í meira enn 55 ár. Pápi var so góður við okkum øll, hann hevði eitt stórt og gott hjarta, og tað var ein sjálvfylgja fyri pápa at hjálpa