Fyrstu tíðina eftir at vit í 1965 fluttu aftur til Føroya, búðu vit í Vestmanna, har Landsverkfrøðingurin hevði eina deild í kommunuskrivstovubygninginum. Har húsaðust vit, Jógvan Isaksen og Hans Jákup Hansen, báðir í Skálum, Hjallgrímur Janusarson og eg.
Koyrandi var úr Vestmanna og norður um Streymnes, ávegis móti Langasandi og úr Haldarsvík eisini ávegis suður móti Langasandi.
Til Havnar var vegurin opnaður 6. juli 1966 og seinni sama árið bundin saman heilt norður til Tjørnuvíkar.
Hjúnini, Hjallgrim og Jutta, búðu tá í Haldarsvík, og hevði Hjallgrimur eftirlit við vegagerðini har á leið. Hjallgrimur setti eftir seg tveir sjónligar varðar – tvær sera snøggar brýr – onnur har norðuri um Fossá og hin um ánna í Hósvík. Hann tilevnaði timburarbeiðið til forskalling, ið var gjørd so snildisliga, at hon kundi styttast ella leingast, alt eftir tørvi til tær ymisku hválvbrúgvarnar, sum í útsjónd eru vakrari enn tær sløttu – alt talmerkt, so tað lættliga kundi setast saman aftur. Forskallingin var eftir nýtslu løgd á goymslu norðuri við áðir; men so hendi tað, at onkur var biðin at rudda húsið, og av misskiljing varð alt, sum inni var, blakað burtur og brent. Fíggjarligi missurin hevði í dagsins peningi totað móti milliónini ella longur.
Tá vit bæði, konan, burturi í londum høvdu verið inni hjá gestablíðum fólki, plagdu vit mangan at taka til, at hatta var sum at vitja Juttu og Hjallgrim. Gestablídni var teimum í blóðið borið. Mamma Juttu, Josefina í Garðastovu, stílaði fyri, tá kongshúsið vitjaði í Vestmanna, og mangur okkara hevur sitið væl inni hjá Janusi í søguligu Húsavík.
Hjallgrimur hevði nomið sær tekniska útbúgving í Danmark og var eins og í timburarbeiði sera nærlagdur í øllum hann tókst við hjá Landsverkfrøðinginum, millum annað at kortleggja botnviðurskiftini ella at “skanta dýpi”, sum hann segði, til smærri og størri projektir til lendingar og havnir. Altíð við tí mergjaða, góða og skemtiliga sandoyarorðalagnum, sama hvørjir arbeiðstrupulleikarnir kundu vera, ella hvussu veðrið leikaði í.
Tíðarskeið úti á bygd gav hann upp til avrokning í so og so mongum “sóllarringum”. Mikkjal Helmsdal helt fyri, at ferðafrágreiðingar Hjallgrims vóru minst líka føroyskar, sum prædikurnar hjá Viderø, presti. Hugaligt var at hoyra, tá málkøni Niklas Andreasen, sáli, ættaður av Sandi og Hjallgrímur mest sum kappaðust at taka til orðafelli á teirra felags máli.
Elli kann bara lagnan forða, og árini vóru nú komin at seta sín dám á dagliga dagin hjá Juttu og Hjallgrimi, báðum.
Jutta og Hjalgrim, teljast millum tey mongu, sum vit eru takksom fyri at kunna kallað okkara vinfólk.
Hvørt menniskjalív hevur so ella so bók uppiborið, og tá skilnaðarstundin kemur, er ofta fátaksliga torført at finna røttu orðini; men skulu vit ynskja soni teirra, Janusi, og Juttu, trímenninginum, Harrans styrk og troyst.
Við hesum lýsa vit frið yvir minnið um Hjallgrim Janusarson.
-----
Heini Olsen