lítlu Føroyum, so kann roknast við, at væl verður fylgt við dystinum. Dysturin er nevnliga tann fyrsti hjá týska landsliðnum á heimavølli, síðani teir vunnu silvurmerkini í HM-kappingini í summar, og tí [...] tað var greitt, fóru fyritøkur av ymsum slag í Føroyum at samstarva um, hvussu hesin einastandandi hjá føroysku ferðavinnuni á bestan hátt kundi gagnnýtast. Tað er jú ikki á hvørjum degi, at Føroyar hava [...] leikvøllinum beint undan dystarbyrjan. Sissal Kristiansen, sum er ein av limunum í projektbólkinum sigur, at alt sum so er fingið í rættlag hesum viðvíkjandi. Rúni hevur langt síðani játtað at vera við,
dystirnar til, at fyritreytirnar hjá okkum eru tær somu, sum tær eru hjá mótstøðuliðunum, sigur Jákup Mørk, formaður í B36. B36 - Skála: Petur Reinert kl. 15.00 Á heimasíðuni hjá FSF verður skrivað soleiðis [...] nøkur avbera góð avrik hjá føroysku liðunum, ið hava tikið lut í evropeiskum dystum í summar, hevur Kappingarnevndin hjá FSF gjørt smávegis broytingar í leikskránni í Betri Deildini hjá monnum —————— Tað hevur [...] var, at hvíldartíðin er stutt, og at ferðatíðin er long – fyrst suður til San Marino og til hús aftur og so niður til Viborg. Avgerðin hjá FSF um, at vit skulu spæla í morgin kunnu vit ikki annað enn síggja
arbeiði. »Heilsan er góð«, sigur hann, »og besta fyri kropp og sál er arbeiði. Eg havi arbeitt alt mítt lív bæði á sjógvi og landi, og tað man hava bjargað heilsu mínari«, sigur Dávur skemtandi við blaðið [...] virt Í Tjørnuvík varð Gudsorðið høgt virt, og so var eisini hjá okkum. Fóru vit ikki í kirkju, las pápi lestur, og vit sungu eisini sálmarnar hjá Kingo í heimi okkara. Sum tit vita, er bygdin kend fyru sínar [...] kr, ið varð hildið at vera góð ársløn. Í havsneyð á Kappanum við Kaj hjá Mortani í Hvannasundi Í 1934 fór eg við »Coraliu«, sum Kaj hjá Mortani í Hvannasundi hevði fingið at føra. Mortan hevði ført hana
fiskiskapur, sum skipini kunnu fáa so frægt burturúr, at tað verður lokkandi hjá teimum at halda fram, sigur John Nielsen. Hann sigur, at endaligi avreiðingarprísurin til Fagraberg er ikki funnin enn, men hann [...] nýskapandi roynd hjá Fiskavirking og Framherja á Toftum fyri at vita um hetta er nakað at byggja víðari á. - Men verður tað neyvan, tí royndirnar gingu ikki so væl, sum høvdu vónað, sigur John Nielsen, [...] burturúr, tó at tað neyvan fer at føra til nakað stórvegis hjá virkinum. Sostatt fer kongafiskur úr altjóða sjógvi neyvan at verða nakað álit hjá Fiskavirking á Tvøroyri. - Hetta verður ikki fiskiskapur
ari hjá Sámal Erik Hentze í undanfarnu EM undankapping. Nú er hann hjálparvenjari hjá Eyðuni Klakstein, sum hann áður hevur arbeitt saman við. Tað var, tá ið Eyðun Klakstein í 2020 var venjari hjá Víkingi [...] Heimavøllurin hjá føroyska U-21 landsliðnum í kvøld klokkan 18 er í Klaksvík, tá ið Andorra verður mótstøðuliðið. Hetta er fyrsti dystur í nýggju kappingini. Venjarin er nýggjur, hjálparvenjarin er tann [...] óvanliga góða byrjan hjá teimum í hesi undankappingini. Men vit ætla at seta dagsskránna. Hóast teir eru raskir og arbeiða nógv og leggja nógv fyri í nærdystum, so er setningurin hjá okkum at fylgja okkara
Hansen ikki at geva Mattiasi møguleikan at verja málið hjá Fredericia í tveimum teimum seinastu dystunum, hóast uppflytingin var tryggjað, og fyrsti málverjin tá, Valdemar Birksø var á veg til Fredrikstad [...] málverji, ið ongan dyst hevur spælt við besta liðnum hjá Burnley, og sum í fýra kappingarár við franska St. Etienne spældi samanlagt 27 dystir fyri besta liðið hjá St. Etienne. Tað eru 6,75 dystir í miðal pr. [...] sleppur at verja málið beinavegin. Slíkt kann ein - eins og fjeppararnir hjá Fredericia - undrast á. Michael Hansen nevnir debutina hjá Etienne Green: "fornuftig". Fredericia tapti annars stórt 1-4 fyri AGF
verða mettir at verða sera avgerandi fyri at Sveis kann røkka málsetninginum hjá Jakob Kuhn um at vinna EM. Sum Jakob Kuhn sigur sjálvur: “Grikkaland vann EM í 2004, so hví skulu vit ikki kunna gera tað á [...] ímóti Onglandi og Fraklandi. Tó til HM-endaspælið gekk munandi betur. Sveis vann 2-0 á bæði Togo og Suður-Korea, og spældi javnleik 0-0 ímóti Fraklandi. Í 1/8 finaluni møtti Sveis Ukraina. Dysturin og umdysturin [...] favorittarnar, Kekkia og Turkaland, so tað verður ikki bara sum at siga tað. Tó hevur málsetningurin hjá Jakob Kuhn verið, at sveisiska liðið skuldi toppað í 2008. Ein heimavallarfyrimunur minkar so ikki
nakað út yvir tað vanliga at gerast fyrsti føroyingur í yvir hundrað ára søguni hjá OL, ið vinnur sær rætt at luttaka í hesi heimsins størstu ítróttarhending. Men tað sigur ómetaliga nógv um, hvat fyri pe [...] skúlanum hjá Róari, og hann varð sera errin, tá hann slapp at heilsa upp á eitt fólk, ið veruliga skuldi luttaka í OL. Og ikki nóg mikið við tað. Tað var ordiliga WAUA, at Katrin Olsen var fyrsti føroyingur [...] Føðingardagur 08.08.08. Tað var kø uttanfyri hjá hjúnarbandsfútanum í Keypmannahavn fríggjadagin, tí so mong vóru tey, ið ynsktu at gifta seg henda serliga runda dag. Fyri Róar Mørkøre Hansen, ið er búsitandi
hava spurt Anfinn Kallsberg, løgmann, um tað ikki hevði verið rættari hjá føroyingum at verði ein partur av avtaluni. ? Jú, sigur løgmaður, men tað vænti eg eisini at vit verða. ? Fyrst í august mánað [...] hann spurdi um vit vóru áhugaðir at verða við. Hetta svaraði eg játtandi til, sigur Anfinn Kallsberg, løgmaður. Løgmaður sigur, at tað eru íslendingar, sum hava tikið stig til samstarvsavtaluna og at hon [...] serliga hjá vinnuni, um eitt nært samstarv kann uppbyggjast. ? Vit eiga at meta marknaðirnar í Íslandi og Grønlandi sum okkara heimamarknað. Og vit mugu staðfesta, at kunnu vit økja marknaðirnar hjá føroysku
meg eitt sindur, at hann førir seg fram við beinleiðis ósannindum, sigur Eyðfinn Mørk, formaður í havnanevndini í Vágs Býráð. Hann sigur, at øll, sum eru kunnug við havnina á Drelnesi, vita, at hon er óbrúkilig [...] i í Vági sigur, at tað er øll grund til at verða á varðhaldi, táið Páll Vang fer at gremja seg um flakavirkið í Vági. Tað gjørdi hann í samrøðu við Sosialin hósdagin um syndarligu støðuna hjá útjaðaranum [...] onki eftir, og tað er nokk so trupult hjá sunnanfólki at góðtaka gongdina, heldur Eyðfinn Mørk. Vágbingar hava eisini arbeitt við oljuvinnuni. Teir eru uppií Suður-vestur samtakinum og nú bíðar Eyðfin Mørk