Útnorðurlondini gera víttfevnandi samstarvsavtalu

Við nýggju avtaluni ætla íslendingar og grønlendingar at gera meira vart við útnorðurpartin av norðanlondum og arktiskar spurningar. Í september verður stjórnarleiðarafundur í Íslandi millum leiðararnar í Íslandi, Grønlandi og Føroyum og tá verður avtalan víðka soleiðis, at eisini Føroyar verða við

Íslendski forsetin, David Oddson og konan hava hesa vikuna verði á almennari vitjan í Grønlandi.

Í hesum sambandi hava hann og grønlendski landsstýrisformaðurin, Jonathan Motzfeldt, gjørt eina samstarvsavtalu millum londini.

Samstarvsavtalan er rættuliga víttfevnandi. Fiskivinna og umhvørvi, samhandil, heilsumál, orkumál, ferðavinnumál, mentamánl og norðurlendska samstarvið eru alt mál, sum eru niðurfest í samstarvsavtaluna millum leiðararnar báðar.

Eisini hava partarnir avgjørt at siga hvørjum øðrum frá avtalum við triðjalond, sum kunnu hava týdning, serliga tá talan eru um orkumál.

Í norðurlandaráðnum hava íslendingar og grønlendingar sett sær fyri, at arbeiða fyri, at Norðurlandaráðið fer at leggja størri dent á útnorðursamstarvið.

Eftir íslendskum stigið er avgjørt, at halda regluligar leiðarafundir millum leiðararnar í Íslandi, Grønlandi og Føroyum. Fyrsti fundurin millum teir tríggjar verður eftir ætlan hildin í Reykjavík í heyst.


100 ára hald

Um aldarskiftið eru liðin 1000 ár síðan norðbúgvar funnu Vínland, ella Amerika, sum tað jú eitur í dag.

Hetta ætla grønlendingar og íslendingar sær at hátíðarhalda.

Teir hava sett sær fyri at gera eina marknaðarføring í Norðuramerika um hvønn týdning norðbúgvar hava havt.

Millum annað er ætlanin, at gera amerikumenn varugar við ferðamøguleikarnar, sum eru í Íslandi og Grønlandi.

Í sambandi við hetta marknaðartiltak hevur íslendska stjórnin gjørt av at veita grønlendingum ein stuðul uppá tvær mió. danskar krónur, sum skulu brúkast til at byggja upp heimstaðin hjá Eiriki Reyða í Brøttulíð við Eiriksfjørðin í Suðurgrønlandi.

Tað var sonur Eirik Reyða, Leivur Hepni, sum fann Vínland fyri skjótt 1000 árum síðani.


Føroyingar verða við í samstarvinum

Sum tað stendur at lesa í greinini, so verða føroyingar bodnir við til stjórnarleiðarafundin.

Vit hava spurt Anfinn Kallsberg, løgmann, um tað ikki hevði verið rættari hjá føroyingum at verði ein partur av avtaluni.

? Jú, sigur løgmaður, men tað vænti eg eisini at vit verða.

? Fyrst í august mánað fekk eg eitt bræv frá forsetanum í Íslandi, David Oddsyni. Í brævinum tosaði hann um at íslendingar fegnir vilja hava eina avtalu millum tey trý útnorðurlondini og hann spurdi um vit vóru áhugaðir at verða við. Hetta svaraði eg játtandi til, sigur Anfinn Kallsberg, løgmaður.

Løgmaður sigur, at tað eru íslendingar, sum hava tikið stig til samstarvsavtaluna og at hon er rættuliga víttfevnandi.

? Í brævinum eg fekk frá íslendska stjórnarleiðaranum nevndi hann m. a. øll tey mál, sum standa í tíðindaskrivinum.

Íslendingar og grønlendingar hava undirskrivað samstarvsavtaluna nú, meðan Oddson er á vitjan í Grønlandi, men formliga verður hon undirskrivað á fyrsta stjórnarleiðarafundinum, sum verður í Reykjavík í september mánað, sigur Anfinn Kallsberg.


Samstarva longu nú

Hóast tað nú verður gjørd ein avtala um samstarv, so merkir tað ikki at londini ikki hava havt samstarv sínámillum.

Tað er longu eitt ávíst útnorðursamstarv. M. a. er eitt gott samstarv í útnorði um feravinnu, eitt nú við Travel Mart, ferðavinnustevnuni, sum regluliga verður hildin, eisini við luttøku í Føroyum.

? Men tað gerst alt meira vanligt at gera samstarvsavtalur, og umframt hesa innbjóðingina hava vit fingið innbjóðing um samstarv úr Noregi, sigur Anfinn Kallsberg.

? Vit hava somu røtur og hava rættuliga nógv at samstarva um.


Teirra marknaður er okkara heimamarknaður

Marknaðirnir í Íslandi, Grønlandi og Føroyum eru ikki so øgiliga stórir, og tí er stórir fyrimunir, serliga hjá vinnuni, um eitt nært samstarv kann uppbyggjast.

? Vit eiga at meta marknaðirnar í Íslandi og Grønlandi sum okkara heimamarknað. Og vit mugu staðfesta, at kunnu vit økja marknaðirnar hjá føroysku vinnuni, so hava vit fingið nógv burturúr eini slíkari avtalu, sigur Anfinn Kallsberg.