Rúni syngur tjóðsangin í Týsklandi

Allar fyrireikingar eru fingnar í rættlag, og 16. oktober skal føroyski operasangarin syngja Tú alfagra land mítt fyri 45.000 áhoyrarum á Niedersachsen Stadion í Hannover, umframt at milliónir av týskum hyggjarum fylgja við

Landsdystur

Stutt eftir at tað var greitt, fóru fyritøkur av ymsum slag í Føroyum at samstarva um, hvussu hesin einastandandi hjá føroysku ferðavinnuni á bestan hátt kundi gagnnýtast.
Tað er jú ikki á hvørjum degi, at Føroyar hava møguleikan at koma á breddan í týska fjølmiðlaheiminum, men fótbóltslandsliðið hevði nú givið ferðavinnuni ein gyltan møguleika, og líkt er til, at hesin nú verður gagnnýttur.
Sum kunnugt varð landsdysturin móti Skotlandi varpaður beinleiðis á tveimum týskum sjónvarpsrásum, og bara tað í sjálvum sær gevur helt meira reklamuvirði, enn nøkur føroysk fyritøka kundi lýst fyri.

Rúni syngur í Hannover
Alt steðgar tó ikki við hesum. Um góðan mánað skulu Føroyar á útivølli spæla ímóti Týsklandi, og hetta fer uttan iva at verða eitt enn størri høvi at siga týskarum, hvat Føroyar í veruleikanum er fyri nakað.
Og projektbólkurin, sum fór at virka umleið 1. mei, hevur eisini fingið nógv upp á skaftið. Umframt at gera hópinm av kunnandi arbeiði, luttaka á ferðamessum og í aðrar mátar gera vart við Føroyar, hava tey eisini sett sær fyri, at týskarar skulu bíta sær merki í júst dystin móti Føroyum. Of fyri at gera nakað heilt serligt burturúr, setti bólkurin seg í samband við føroyska operasangaran, Rúna Brattaberg, og var ætlanin, at hann skuldi syngja føroyska tjóðsangin á leikvøllinum beint undan dystarbyrjan.
Sissal Kristiansen, sum er ein av limunum í projektbólkinum sigur, at alt sum so er fingið í rættlag hesum viðvíkjandi. Rúni hevur langt síðani játtað at vera við, og saman við týska orkesturleiðaranum hevur hann eisini lagt alt til rættis, soleiðis at nótarnir sita rætt, tá syngjast skal.
Eisini týska fótbóltssambandið hevur játtað tiltakinum, og í føroyska Fótbóltssambandinum hava tey sjálvsagt einki ímóti hesum.
- Tað er sum so ikki okkara borð, við tað at tað er DFB, sum stendur fyri dystinum, men tað er sjálvandi gleðiligt, at landsliðið á hendan hátt kann vera við til at stuðla føroysku ferðavinnuni, sigur Ísak Mikladal, aðalskrivari í FSF.
Sostatt eru øll formlig viðurskifti komin upp á pláss hesum viðvíkjandi, og hóast talan »bert« er um ein dyst móti lítlu Føroyum, so kann roknast við, at væl verður fylgt við dystinum. Dysturin er nevnliga tann fyrsti hjá týska landsliðnum á heimavølli, síðani teir vunnu silvurmerkini í HM-kappingini í summar, og tí er alstórur áhugi fyri honum. Tey 45.000 atgongumerkini til dystin eru mest sum øll seld, og dysturin verður sjálvandi varpaður beinleiðis kring alt Týskland, so einki er at ivast í, at hetta er ein stórur møguleiki. Bæði fyri føroysku ferðavinnuna og Rúna Brattaberg ? og so sjálvandi eisini hjá landsliðnum!