til Føroya, har hann síðani hevur verið bókhaldari hjá Norðoya Blikksmiðju. Ein og hvør av okkum hevur nógv at læra av Mikkjali bæði á hesum og á øðrum økjum. Fjølvirkin Mikkjal giftist við Judith Steensen [...] vóru eftir honum Hetta starvið røkti hann, til honum varð boðið starv í Norðoya Banka, sum var deild av Sjóvinnubankanum. Í sjeytiárunum fekk hann starv sum roknskaparleiðari hjá Klaksvíkar Býráði, til hann [...] Hann var tá komin eitt sindur til árs, men segði, at "eingin skuldi fáa seg at fara í nakra sosiala skipan". Tók tí súkkluna, fór til Danmarkar, fekk sær starv á fiskavirki, fór síðani til Noregs og so til
vælkomin. Felagið Tórshavn ? útferð Sunnudagin 19. juni verður útferð av Havnini til Suðuroyar, gingið verður til Kirkjuvatn. Møtt verður av Farstøðini kl. 10. Havið heit og góð gonguklæðir og ein matpakka [...] við drekka. Á tilbiðjanarmøtinum kl. 12 talar Absalon Absalonsen um evnið: »Samkoman ? ein bygningur av livandi steinum«. Barnaansing er undir møtinum. Sunnudagsskúlin kl. 12. Týskvøldið kl. 20 Bønarmøti [...] hjartaliga vælkomin. KFUM og K, Klaksvík Sunnudagin kl. 14 Sunnudagsskúlaútferð norð á Fossanes. Bussur koyrir norð. Bønarløta kl. 17.30. Møti kl. 18 v/ Jaspur Langaard frá Blákrossi. Ungdómsmøti kl. 21
er, at samskiftið millum kommunulæknarnar og heilsuverkið er ikki nøkt-andi. Við eini betri sam-skipan kundi viðgerðin ver-ið meira "streymlinjað", soleiðis at sjúklingarnir høvdu gliðið betur ígjøgnum [...] sjúkraviðgerð í føroyska sjúkrahúsverkinum styttar. Vit hava í tí sambandi víst á, at stórur partur av útreiðslunum verður vunnin innaftur, við tað at fólk verða styttri frá arbeiði vegna sjúku. Sitandi
10-mannaførini róðu. - Kappingin, sum tey flestu síggja sum tað mest spennandi, varð sett í skuggan av øllum hinum róðrunum og eisini teimum, sum ikki telja við í FM kappingini. Tað er ikki nøtandi, heldur [...] - Vit hava positivar trupulleikar. Tá ið tað í 1973 varð farið undir FM kappróður eftir galdandi skipan, vóru tað bara fýra kappingar. Síðani komu 6-mannaførini við monnum og kvinnum, og í ár hava vit [...] barnaróður skuldi startast. Tað tók ov langa tíð, og so sigur tað seg sjálvt, at tað fór við eitt sindur av tíð, tá ið tveir tjóðstartar vóru í kappingini millum 8-mannafør. Hannis Joensen sigur, at RSF hevur
vitan og hugmyndafrøði. Sum øll onnur menniskju hevði Blair eitt slag av viðføri, og sum mong onnur varð hann sum ungur ávirkaður av kveikjandi persónum. Tann maður, sum kanska fekk størst týdning fyri [...] floymur av nýggjum hugskotum og eitt ávíst respektloysi gjørdu seg galdandi. Hann legði dent á, at kristindómur bara hevði týdning, um hann gagnaði vanligum menniskjum og hevði við sær bata av sosialum [...] Samgongan móti Saddam gjørdist sera smøl, ein útgangur, sum bæði kom av, at lond sum Týskland og Frakland vóru ímóti kríggi, og av tí sannroynd, at nýafturhaldið ikki var hugað fyri einum slíkum samstarvi
landbúnaðin, sjálvt um Frakland er tað landið, sum fær mest burtur úr verandi skipan. Frakland fær næstan ein fjórðing av øllum landbúnaðarstuðlinum hjá ES. [...] í Evropa, tí teir eru ímóti at skerja stuðulin til landbúnaðin. Chirav hevur givið Blair skyldina av, at ES er komið í kreppu, og franski evroparáðharrin hevur sagt, at Frakland fer at halda eitt vakið
partrolarum í bólki 2 og trolbátum í bólki 4 skal økjast við 10%. Hon leggur aftrat, at tilmælta skerjingin av húkaveiðini tó ikki skal ganga útyvir dagarnar hjá vinnuligu útróðrarmonnunum í bólki 5. - Mælt verður [...] til óbroytt fiskidagatal og vísir í høvuðsheitum á, at fiskidagaskipanin er ein sjálvregulerandi skipan. Í fiskidaganevndini er Óli Samró formaður. Hinir nevndarlimirnir eru; Bjarni Kass, sum umboðar [...] línuskipini, Jens J. Olsen fyri trolbátarnar og Auðunn Konráðsson, sum umboðar útróðrarmenninar. Fyri hvønn av nevndarlimunum er ein eykalimur. Í minnilutanum eru Dánjal J. Vilhelm og Auðunn Konráðsson. Sosialurin
skipa fyri vitjanarferðum til nakrar av teimum verkætlanunum sum eru í gongd í Føroyum í løtuni og fáa frágreiðing um hesar, her dentur verður lagdur á leiðsluliga partin av verkætlanini. Endamál við hesum [...] er eisini at tílík tiltøk kunnu menna eitt kontaktnet millum limirnar, soleiðis at teir kunnu heysta av royndum hjá hvørjum øðrum og harvið mennast. Ætlanin er at hava fyrsta tiltakið áðrenn summarfrítíðina [...] millun annað inniheldur teldutøkar sjúklinga journalur v.m. Ætlanin er næstu árini at innføra hesa skipan í øllum heilsuverkinum. Tey, ið hava áhuga í at vera við á virkisvitjanin skulu boða frá á fvl@post
%5,1 % Handilsjavni+ 69 mia. $- 710 mia. $ Gjaldsjavni+ 42 mia. $- 717 mia. $ Fíggjarlógarhall í % av GDP- 2,8 %- 4,1 % *2005 estim. (Kelda: The Economist) Í USA dekkar hugtakið "the twin deficits", at [...] talvuni. Stóra hallið á gjaldsjavnanum skal dekkast uppá onkran máta, og higartil hevur innfløðingin av kapitali til USA verið nóg stórur til at dekka hetta hallið. Tað hevur loyst seg at gera íløgur í [...] teim stóru londunum Frankaríki, Týsklandi og Spania har tað er 10% ella meira. Taka vit eystara part av Týsklandi, tað gamla DDR, so eru næstan 20% arbeiðsleys, fimti hvør. Hinvegin er avlop á bæði gjalds-
tveysifraði krónutøl. Í Føroyum kosta 1.000 litrar av gassolju nú 5.300 krónur. Eitt meðal húsarhald brúkar umleið 3.000 litrar av olju um árið og skal sostatt av við slakar 16.000 krónur árliga, bara fyri at [...] hækkaðir, men av tí at amerikanski dollarin er fallin í virði, hava vit ikki merkt alla hækkingina. Men nú gongur dollarin uppeftir, og tí eru útlitini ikki bjørt. Oljuavgjaldið Av hvørjum litri av brenniolju [...] húsini heit. Umleið tveir triðingar av el-framleiðsluni í Føroyum verður vunnin úr olju. Tí kann roknast við, at prísirnir hjá SEV eisini fara at verða ávirkaðir av høga oljuprísunum, og aftur har er tað