Sambandsflokkurin
Kaj Leo Johannesen
????????
Enn einaferð hevur eitt starvsfólk innan føroyska heilsuverkið úttalað seg um teir longu bíðilistarnar, sum eru í sambandi við sjúkraviðgerð í Føroyum. Týsdagin 14. juni hevði Útvarp Føroya samrøðu við Petur Højgaard, kommunulækna á Sandi, sum segði, at ein orsøk til longu bíðilistarnar í føroyska sjúkrahúsverkinum er, at samskiftið millum kommunulæknarnar og heilsuverkið er ikki nøkt-andi. Við eini betri sam-skipan kundi viðgerðin ver-ið meira "streymlinjað", soleiðis at sjúklingarnir høvdu gliðið betur ígjøgnum systemið, segði hann.
Eisini segði Petur Høj-gaard, at tað at fólk mugu bíða eftir til dømis eini røntgenkanning í 3 - 4 mánaðar, elvir til stúran hjá sjúklingunum, sum í mong-um førum eru bangnir fyri, at teimum feilar okkurt álvarsligt. Harafturat økir tað um sjúkrameldingarnar, tí fólk sleppa til dømis ikki til skips, tí tey koma ikki ígjøgnum systemið.
Fyri einum góðum mánað síðani vísti umsjónarmaðurin á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, Heri Ellingsgaard, á, at tað ber til at stytta bíðilistarnar í før-oyska sjúkrahúsverkinum munandi eftir heilt stuttari tíð, uttan at hetta hevur stórvegis eykakostnað við sær. Hetta kundi verið gjørt á tann hátt, at sjúkrahúsini í eitt avmarkað tíðarskeið tóku skurðstovurnar í brúk nakrar tímar leygardag. Tað hevði ikki havt stórvegis eyka útreiðslur við sær, tí starvsfólkini fáa kortini løn fyri at vera tøk. Men bíðilistarnir kundu á henda hátt verið styttir munandi.
Hetta eru alt úttalilsir, sum stuðla uppskoti Sambandsfloksins um at politiski myndugleikin skal seta sær sum mál at fáa bíðilistarnar til sjúkraviðgerð í føroyska sjúkrahúsverkinum styttar. Vit hava í tí sambandi víst á, at stórur partur av útreiðslunum verður vunnin innaftur, við tað at fólk verða styttri frá arbeiði vegna sjúku.
Sitandi danska stjórnin hevur síðani hon tók við, fyri góðum trimum árum síðani, arbeitt miðvíst við at stytta bíðilistarnar til sjúkraviðgerð í Danmark. Hetta hevur verið ein sól-skinssøga. Fleiri eru komin í viðgerð, bíðilistarnir eru styttir og sjúklingarnir eru nøgdir.
Hví gera vit so ikki tað sama í Føroyum - serliga um ein partur kann gerast uttan stórvegis eykakostnað?
Sambandsflokkurin ætlar at stríðast fyri, at bíðilist-arnir til sjúkraviðgerð í Føroyum innan 3 - 4 ár verða styttir niður til í mesta lagi tveir mánaðar.