bilførarar um, at tað er rættiliga hált nógva staðni í morgun. Vakthavandi sigur, at tað er lýtt, so hálkan kemur óvart á. Men fólk fleiri staðni úr landinum hava ringt og fortalt løgregluni, at nógvastaðni [...] i eru vegirnir sum á flundrubaki. Hetta er ikki bara galdandi millum bygdir, men eisini innanbíggja í Havn og aðrastaðni. Tí heitir løgreglan á bilførarar um at vísa varsemi og koyra varliga.
vitjar í Klaksvík. Hetta er fyrstu ferð, at Kim vitjar í Klaksvík, síðan vindurin avlýsti hansara framførslu á Summar Festivalinum. Hesaferð verður tað tó ikki saman við vinmonnum, men púra solo, at Kim kemur [...] Framførslan hjá vælumtókta nólsoyinginum byrjar eftir ætlan klokkan 22. Fyrireikrarnir siga, at møguleiki verður at hita upp við barrspæli hóskvøldið og karaoke fríggjakvøldið
Tað vísti seg, at roykur kom úr eini uppvaskimaskinu. Løgregla og sløkkilið komu á staðið, og tað vísti seg, at eldur var í uppvaskimaskinuni. Men tað eydnaðist at sløkkja eldin við einum eldsløkkjara [...] . Vaktleiðarin sigur, at talan helst um ein elektroniskan feil. Hetta verður nú kannað nærri, men talan var um veruligan eld, men tað bleiv ikki meira dramatiskt, tí hann varð sløktur við einum eldsløkkjara
marknaðarføring í farna árinum. Nevndin avgjørdi hesaferð at lata ársins herðaklapp til Á-handlarnar fyri at hava gingið á odda at steðga matoyðsli í Føroyum. Handlarnir fáa heiðurin fyri at taka samfelags [...] finnast, var kappingin ikki eins hørð sum í øðrum lýsingarbólkum. Meira enn helvtin av atkvøðunum fóru til SheepView átakið hjá Atlantic Airways og VisitFaroeIslands. Hetta er triðju ferð, at VisitFaroeIslands [...] hópin av altjóða virðislønum. Tí var tað kanska ikki óvæntað, at marknaðarátakið eisini er valt, sum ársins besta í Føroyum. Herðaklapp til Á-handlarnar Nevndin í FFM hevur á hvørjum ári latið eina serliga
Stórtingsval í Noreg. Her stendur sitandi samgonga við Erna Solberg á odda til at missa meirilutan. Sostatt kann henda, at Jonas Gahr Støre hjá Arbeiðaraflokkinum - norska Javnaðarflokkinum - fer at gerast nýggjur [...] Sjálvstýri í Føroyum. Tað er so tað. Í einum fólkaræði sveiggjar valdið millum høgra og vinstra, soleiðis eigur tað at vera. Men hesaferð er veruligur vandi á ferð. Sosialistiski Vinstraflokkurin ynskir at flyta [...] er um, at talan tá er um eitt nærum fult ment menniskja. Eisini vinstravíðgongdi Reyði Flokkurin stuðlar SV fult út. Til alla lukku heldur javnaðarformaðurin hetta vera ov ekstremt, men kjakið er í fullari
borgarstjóri í Klaksvík Liggur enn Tað var 18. september í fjør, at tað regnaði so illa í Klaksvík, at tað fleyt yvir í øllum býnum. Vegir, gongubreytir, rørleiðingar og hús fingu skaða í óhoyrda glop [...] Keldu, sum var borgarstjóri í Klaksvík í fjør, helt, at tað var umráðandi at umvæla skaðarnar beinanvegin, og tað var eisini við hesum í huga, at Klaksvíka býráð samtykti at senda eina umsøkn um fíggjarliga [...] hendu í ógvusliga glopraregninum í Klaksvík í fjør, eru framvegis ikki gjørdir aftur. Mest árokandi umvælingarnar eru gjørdar, og Klaksvíkar kommuna hevur brúkt meiri enn eina millión krónur til hetta. Framvegis
Langgaard er skaðadarvaður í fótinum. Tað er ikki vist, at hann verður førur fyri at spæla ídag. Hjá HB eru Dan í Soylu og Magnus Egilsson leikbannaðir. Eftir HB sigurin á Eiði varð sagt, at Andreas Breimyr hevði [...] Nú verður upplýst í HB, at Breimur hevur ikki brotið fótin. Tað er ikki greitt enn, nær hann verður tøkur aftur. Ivasamt er tað, um miðverjin Bartal Wardum verður førur fyri at spæla í Fuglafirði ídag. [...] Tølini siga, at síðstu árini hevur tað gingið striltið hjá HB at vinna fulla úrtøku í Fuglafirði. HB er ikki farið úr Fløtugerði við fullari úrtøku síðani fyrsta apríl í 2013, tá ið gestirnir fóru til
kunngjørdi hann fyri okkum, at hann ikki kemur aftur til felagið. Vit settu okkum ikki ímóti, tí at vit vistu longu frammanundan, at Reynir longdist illa heim og ikki treivst serliga væl í Føroyum. Tó vísir Karl [...] Øster á, at leikaraloyvið hjá Reynir framvegis er í TB. - Leikaraloyvi hansara er framvegis í TB, og tí er møguligt, at hann framvegis kann koma at spæla onkran dyst fyri okkum. Men tað er ikki serliga [...] Undan kappingarbyrjan í ár ognaði TB sær tveir íslendingar, Reynir Magnússon og Andri Freyr Bjørnsson. Nú seinna hálva av kappingini er um at byrja aftur er greitt, at Andri Freyr Bjørnsson helst verður
livi sínum, eru í øðini og ørkymlaðir, tí maðurin er fráfallin av teirri orsøk, at hann fær ikki at ganga upp, at lív kann koma av tilvild, og tí ikki kemur til aðra niðurstøðu enn at ein skapari má standa [...] grundar trúgv sína á skaparan á, at hann faktiskt er tað design, sum er í skapanini, bæði í smáum og í stórum. Hetta designið hevur hann eftir fleiri analysum víst á ikki kann henda av reinari tilvild. Við [...] sigur hann, at skapanin vitnar um, at tað er ein skapari.Tá ið ein so virkin guðloysingur, gjøgnum alt sítt stríð og djúpastu hugsan, ikki so mikið sum hevur megnað at sannføra seg sjálvan um, at alt er t
eina roynd at lenda kl. 18.30. Men áðrenn flogfarið fór av Egilsstøðum, varð staðfest at líkindi ikki vóru at lenda. Magni Arge stjóri í Atlantic Airways sigur við portalin í kvøld, at tey vóna, at veðrið [...] fyribils verður ikki gjørd nøkur roynd at flúgva til Vágarnar, tí har er kjaftsvart í mjørka, sigur Magni Arge, stjóri á Atlantic Airways. Fyrr í kvøld boðaði heimasíðan hjá Atlantic Airways frá, at flogfarið [...] veðrið klárar upp seinni í kvøld, men at afturmeldingarnar frá veðurstovunum eru heldur ymiskar um hetta. Tí verður ikki roynt aftur, fyrr enn líkindi batna. - Vit hava higartil bert gjørt ta einu royndina,