Ávara um hálku í morgun

Løgreglan ávarar bilførarar um, at tað er rættiliga hált nógva staðni í morgun. Vakthavandi sigur, at tað er lýtt, so hálkan kemur óvart á. Men fólk fleiri staðni úr landinum hava ringt og fortalt løgregluni, at nógvastaðni eru vegirnir sum á flundrubaki. Hetta er ikki bara galdandi millum bygdir, men eisini innanbíggja í Havn og aðrastaðni.

Tí heitir løgreglan á bilførarar um at vísa varsemi og koyra varliga.