Guðloysingar í øðini

Fyrrverandi trúarfelagar hjá bretanum Antony Flew, ið hevur verið ein hin heitasti talsmaður fyri ateismuna – guðloysi, størsta partin av livi sínum, eru í øðini og ørkymlaðir, tí maðurin er fráfallin av teirri orsøk, at hann fær ikki at ganga upp, at lív kann koma av tilvild, og tí ikki kemur til aðra niðurstøðu enn at ein skapari má standa aftan fyri alt.

Hann hevur skrivað bókina “There is a God”, ið serstakliga Richard Dawkins og aðrir framstandandi guðloysingar, eru rasandi um. Men Antony Flew grundar trúgv sína á skaparan á, at hann faktiskt er tað design, sum er í skapanini, bæði í smáum og í stórum.

Hetta designið hevur hann eftir fleiri analysum víst á ikki kann henda av reinari tilvild. Við øðrum orðum sigur hann, at skapanin vitnar um, at tað er ein skapari.Tá ið ein so virkin guðloysingur, gjøgnum alt sítt stríð og djúpastu hugsan, ikki so mikið sum hevur megnað at sannføra seg sjálvan um, at alt er tilvildarligt, hvat so við einum felagi, ið einki endamál sigur seg hava, men bara skal ana við hvílandi limum?