Hetta er fyrstu ferð, at Kim vitjar í Klaksvík, síðan vindurin avlýsti hansara framførslu á Summar Festivalinum. Hesaferð verður tað tó ikki saman við vinmonnum, men púra solo, at Kim kemur framvið. Framførslan hjá vælumtókta nólsoyinginum byrjar eftir ætlan klokkan 22. Fyrireikrarnir siga, at møguleiki verður at hita upp við barrspæli hóskvøldið og karaoke fríggjakvøldið