tøkniliga í hesum døgum. Tað er nærum ikki dagur, hvar vit ikki vera kunnaði um eitthvørt, sum nú er gjørligt. Mær rennur til hugs tá eg sjálvur stóð í læru sum elektronikmekanikari, seinast í sjeytiárunum [...] internetinum, men longu í dag kunnu vit síggja, at lesaraflatan er økt munandi við tað, at føroyingar allastaðni um í heiminum nú kunnu lesa dagførdan Sosial. Nú nýtist ongum meira at bíða eftir postinum, til [...] seg mangan at hava menglar, áðrenn tey eru liðugt installeraði. Ein av teimum møguleikum, sum tøknifrøðiliga hevur vakt ans, er internetið. Hesin miðil hevur gjørt útboðið sum stendur okkum í boði, so óendaliga
sannførandi í seinna hálvleiki, og tá Kyndil fekk møguleikan tóku teir av. Í hinum endanum vísti málverjin Hans á Lag enn einaferð, at millum annað hann er munurin á Kyndlaliðnum í fjør og í ár. Hann hevði [...] (9-9) Kyndil setti rættiliga eld í oddastríðið í mansdeildini, og tað eru bæði ár og dagur síðani, at so spennandi var í manshondbóltinum Heili fýra lið liggja nú lið um lið í oddinum, og ber eitt stig er [...] vestmenningar løgdu meiri enn trilvandi fyri. Miðskeiðis í fyrra hálvleiki kom vend í, og seinasti parturin av fyrra hálvleiki var besta tíðarskeiðið hjá VÍF í dystinum. Tá fingu teir skil á verjupartin, stegðaðu
Havnin stevnir í løtuni fram móti tveimum liðum í 1. deild næsta ár, tí í 2. deild liggja teir greitt á odda. Seinasta vikuskiftið vann Havnin heili 4-0 á Gøtu, sum kom upp úr 3. deild í fjør. Poul Poulsen [...] sínar dystir. Í hølunum á besta liðnum hjá Havnini er Toftir og Havnin 2, sum bæði hava sjey stig. Kollafjørður 1, sum kom úr 1. deild í fjør, liggur sum nummar 4. Í 3. deild, har kappingin er í tveimum, liggja [...] Liðkappingin í talvi í 1. deild líkist alt meiri einum tvídysti millum Kollafjørð og Havnin. Meistaraliðið úr Klaksvík mistu aftur stig í mun til tey bæði oddaliðini, og í løtuni er Klaksvík 1 hálvtfjórða
virkið er latið upp. Eitt annað er í vón. Meðan stjórin í Ísbú í Reykjavík, sum fyrr hevur lovað føroyskum kreditorum sínar pengar, nú hevur verri vónir um, at tað fer at eydnast. Í Oyndarfirði eru fólk við [...] felagið Ísbú hevur fyrr arbeitt fisk í Oyndarfirði. Men tað virksemið helt upp at fyrr í ár, og stjórin flutti av landinum. Hann arbeiðir nú fyri ein fiskakeypara í Göteborg í Svøríki. Men Ísbú hevur eina rímuliga [...] stjóri í Ísbú í Reykjavík, hevur fyrr sagt við Sosialin, at teir arbeiða við at rudda upp eftir tíðina í Føroyum. Og hann hevur meira enn einaferð sagt, at hann ætlaði sær til Føroya seinast í oktober
skjótt stevið. Seinasta hálvt annað árið hava teir arbeitt upp á »dansilagið« - ella feelingina í bólkinum, sum tað verður kallað í jazzhøpi. Ongir karmar Edvard hevur í fleiri ár havt sendingina Rimmarjazzur [...] Onkuntíð hava vit verið at hoyrt í Café Natúr, men fyrsta almenna framførslan var í sambandi við Jazzfestivalin í ár, greiðir Edvard Nyholm Debes mær frá. Eg stakk inn á gólvið hjá honum eitt kvøldið, [...] undirvísing. Jens Jefsen trio er sera kend í Danmark. Manningin er sett saman av royndum leikarum, sum hava spælt saman í mong ár. Kontrabassleikarin Jens Jefsen var í Føroyum og spældi saman við elgittaristinum
heldur seg til at byrja kortini. Gamla Sjómanssstovan í Reykjavík varð vígd í 1958, greiðir Jens frá, og Johan Olsen, trúboðari, var hvørt ár í eini 30 ár í Reykjavík. Men tað kom so har til, at húsið gjørdist [...] vitjaði í Reykjavík, hittu vit ein teirra, Jens Petursson, sum er formaður í stýrinum fyri Sjómansheimið Ørkina í Reykjavík. Jens er ættaður av Nesi í Vági. Hann æt Jens Splidt, tá hann búði í Føroyum [...] krígslok, í apríl mánaða 1945, at arbeiða. Saman við einum systkinabarnið fór hann til Akureyrar, har ein mammubeiggi búði. Jens var í Íslandi til 1948, tá hann fór heim aftur og var heima í eitt gott ár. Í november
familjum teirra skulu hava eitt gott lív røttu megin øll lógarmørk. Allar flestu hava stolið Vit í barnaverndini kenna eftirhondini nokk so væl hugburðin og atburðin hjá børnum og ungum í býnum, og vit vita [...] børn gera tað, og at tað man fara at laga seg. Og hví í allari víðu verð blanda løgregluna uppí. Men aftan á fimm ár sum nevndarlimur í barnaverndini í Havnar kommunu eri eg av teirri áskoðan, at ta tænastu [...] verður frágreiðing skrivað í hvørjum máli sær. Fer ikki meira fram í málinum, dettur alt burtur, og ein verður ikki skrásettur í svartar ella aðrar bøkur. Endar málið í rættinum, verður alt skrásett, sum slík
frá juli/ august mánaða komandi ár. Umboð fyri reiðaríið hjá skipunum hava verið í Føroyum og hava her millum verið í Tinganesi og tosað um spurningin. Men sum skilst í Fiskivinnuumsitingini er eingin [...] tunfiskur er veiddur í føroyskum sjógvi, sigur hann. Og vit hava ongar stovnsmetingar ella kvotaavtalur. Fiskirannsóknarstovan hevur onga niðurstøðu sum so av hesum royndunum, verið hava í heyst. Hatta er ein [...] agn. Guttormur Djurhuus hevur verið við einum av teimum japansku tunfiskaskipunum, sum hava roynt í føroyskum sjógvi í heyst. Og frágreiðing hansara frá túrinum er av Fiskirannsóknarstovuni latin føroysku
Síðan hendingina í mars mánaði hevði hann ongantíð drukkið, segði hann. Teir báðir menninir eru ákærdir fyri náttina 26. mars í ár at hava tikið ein mann upp í bilin í Klaksvík og koyrt hann í bagagurúmið. [...] Tað gekk illa hjá Føroya rætti í gjár at koma í gongd við revsimálinum, har tveir ungir menn eru ákærdir fyri eitt serliga rátt yvirfall í Klaksvík 26. mars í ár. Tá rættarfundurin skuldi byrja kl. 10 [...] mintist hvørki, nær hann varr farin í bilin, ella hvar teir høvdu koyrt, hvørjum klæðum hin var í ella annað. Sovnaðu í bilinum Hann hevði drukkið, áðrenn hann fór í bilin, og biltúrurin endaði á Helnabrekku
fekk tíð til annað eisini. Orkan og ágrýtnið tóktust óslítandi. Hon átti stóran leiklut í Kvinnufelagnum, sum varð stovnað í klubbanum í 1952, Kvinnu-tíðindum, sum komu um sama mundið, og í umvælingini [...] virkin. Hon hevði frammanundan, í tíðarskeiðinum 1956?1960, sitið sum fyrsta kvinna í býráðnum í Havn, vald á kvinnulistanum; eitt skifti var hon forkvinna í teknisku deild og í sosialu deild. Um hetta skiftið [...] sat leingi í barnanevndini, heilt upp í sjeytiárini. Eisini var hon í einkjugrunninum, sum varð stovnaður eftir at Stella Argus gekk burtur. Hon var fyristøðukvinna á Ellisheiminum í 13 ár. Eg minnist