Loppen á Christianina í Keypmannahavn er karmur um stórt føroyskt tónleikatiltak leygardagin 1. juni. Hamferð, The Dreams, MC Hár, Øssur Johannesen og DJ Knút fara á pall undir yvirskriftini De Forblæste [...] Forblæste Øer. Øll kend nøvn heima á oyggjunum, og fyrireikarar meta tað sum eitt scoop at fáa hesi nøvn á sama pall samstundis í Keypmannahavn. Tað er føroyski tónleikafyrireikarin í Keypmannahavn, Edmuns S [...] skipar fyri føroyska tiltakinum í Keypmannahavn. Merchandise og Wacken festivalur i Týsklandi Gestir fáa møguleika at heilsa upp á spælandi luttakararnar og keypa sonevnt merchandise. Wacken festivalurin
Á vári 2014 verður nýggjur og slóðbrótandi tónleikafestivalur á Norðuratlantsbryggjuni í Keypmannahavn. Hesum boða fyriskipararnir frá í skrivi í kvøld. Við kendum og vælumtóktum donskum, føroyskum, [...] avinum, sum skulu hoyrast og síggjast á festivalinum. - Vit kunnu longu nú lova, at tað verða eisini stór og kend tónleikanøvn úr Danmark, sum fara at framføra á Frigg Festival, siga Steintór og Hans Petur [...] av tveimum ymiskum pallum, sum ikki áður hevur verið partur av býarmyndini. Frigg Festivalur verður nevniliga hildin á Grønlendska Handilsstaðnum við Bryggjuna í Keypmannahavn, sum í løtuni er eitt stórt
kend fyri country-og bluestónleik, men eisini fyri eitt nú fólka-og rocktónleik. Eve Selis fer á pallin á Dungasandi í Sørvági um midnáttarleitið í kvøld. [...] Eve Selis, sum fer á pallin í Sørvági í kvøld, er ikki hvør sum helst. Hon hevur vunnið fleiri amerikanskar tónleikavirðislønir, og hon er fjølbroytt í sínum tónleiki. Hon var eitt av teimum fyrstu nøvnunum [...] nøvnunum, sum Sørvágs Country-og Blues Festivalur avdúkaði. Eve Selis, sum er úr San Diego í Kalifornia, hevur givið út fleiri fløgur. Hon hevur eisini vunnið best americana artist fleiri ferðir, og hon
bíðilista við fólkum, sum vildu á festivalin við campingvogni, sigur Maria Samson. Fríggjadagin og leygardagin vóru bæði føroyskir og útlendskir tónleikarar á pallinum á Dungasandi. Høvuðsnavnið í ár var [...] ovfarin av høga støðinum, sum føroysku nøvnini vóru á. Festivalgestirnir høvdu eisini fleiri ferðir á orði, hvussu væl føroysku tónleikararnir kláraðu seg á palli, sigur Maria Samson. Sum nakað nýtt var kirkjan [...] Sørvágur var hetta vikuskiftið karmur um country, line-dans, sang og hugna, tá Sørvágs Country & Blues Festivalur fór fram í allar fagrasta veðrið. Útivið 3000 fólk vitjaðu festivalin, og tað er væl meira enn
fyri rokkbólkin Bon Jovi, skal í morgin luttaka á einum festivali í Odense. Talan er um tónleikafestivalin Den Fynske Landsby, sum er ein lítil festivalur. Uppgávan hjá Jens Marna Hansen verður at hita [...] songkvinnan Lis Sørensen skal á pallin, fer Jens Marni Hansen at hita upp, og somuleiðis framførir hann, áðrenn bólkurin Big Fat Snake hevur sína framførslu. Jens Marni fer á pallin umleið klokkan 19.10
leikarastevnan er Føroya elsti, summi siga treiskasti, festivalur. Í eini 20 -25 ár hevur hesin festivalurin verið kring landið í summathálvuni á øllum hugsandi og óhugsandi støðum. Í ár er lættari enn [...] Fólkatónleikastevnan ella Summartónar er aftur í ár kring alt landið. Vanligt er at konsertir eru á ymsum støðum kring alt landið, eisini í útjaðaranum, og Í Mykinesi er vanliga konsert mitt í Juli. So [...] konsertir í Mykinesi við føroyskum og útlendskum tónleikarum. Vanliga er hetta stak hugnaligt tiltak á útoyggj, og fitt av fólki hevur vitjað tiltakið seinnu árini. Men í ár verður enn lættari hjá vitjandi
endurreisa kirkjuna á G! Festivalinum, sum verður í næsta vikuskiftið. Festivalkirkjan verður í hoyggjhúsinum á Dunga beint við nýggju inngongdina til festivaløkið. Tað er húsið, sum er á myndini. Fjósið sjálvt [...] Tey fyrstu árini, festivalur var í Gøtu, var festival kirkjan ein partur av tiltakinum, men tað datt niðurfyri. Í ár hava so prestarnir, Maria Jørðdal Niclasen og Theodor Eli Dam Olsen, saman við Arna [...] fáa frið og íblástur. Endamálið er tøgn, bøn og meditatión, siga tey, sum fyrireika G! Festivalin. Á vegginum er ætlanin at hongja listaverk, sum hava átrúnaðarligan týdning og sum leiða tankarnar inneftir
hóast summi eru á fótum, tí nógv er at náa, áðrenn formliga skráin byrjar í Syðrugøtu í dag kl. 16. Tað er háárstíð í Gøtu, tí tað er G!Festivalur. Soleiðis hevur verið í mong ár, og á hvørjum ári velja [...] tíðliga í morgun og hoyrdi prátandi ungdóm á tjaldingarøkinum í hugnaligum samljóði við morgunsangin hjá fuglunum. Onkur gestur gekk túr eftir kaiini og fløgg á vitjandi bátum veittraðu varisliga. Veðrið [...] festivaløkið, kom og et ein bita ella til gudstænastu á gomlum træskipum, uppliva matstovuna Áarstovu í hugnaligu húsunum við Gøtusand, kom og hoyr Eivør á heimabana, kom og gakk upp um Leirvíksfjall, kom og
So er ársins G! Festivalur byrjaður! Í løtuni er ein italsk fólkatónleikaduo á palli, men annars eru floglíkindi, so vánalig, at tað kann verða neyðugt at umskipa skránna. Vit frætta úr Gøtu, at lagið [...] hava tey fyrireika seg upp á broyta skránna, so at teir eisini sleppa framat, tó at tað kanska ikki verður eftir tíðarætlanini. Annars eru eisini fleiri onnur útlendsk nøvn á veg, ikki minst Nephew, men [...] ikki spæla fyrrenn leygarkvøldið, so har eru enn vónir fyri framman. Annars eru fleiri onnur góð nøvn á skrá í kvøld, eitt nu Budam, Benjamin, Byrta og onnur Men alt hetta frætta vit meiri um sum kvøldið
tey hava drekkandi á borðinum umframt snaks. Hetta er ikki fyrstu ferð, at tær báðar genturnar úr Havn, eru á G! festival. - Líka síðan 2004 hava vit verið rímiliga fast inventar á G! festivalinum. Onkur [...] kanska eitt sindur av tilvild, at Lív og Monika endaðu á G! í ár. - Vit vurderaðu satt at siga, at vit vóru ov gamlar at fara á festival í ár. Men so bjóðaði ein vinkona okkum arbeiði her, og so tóku vit [...] Onkur festivalur er tó dottin ímillum, sigur Monika. - Tá man býr niðri, er tað ordiliga deiligt at kunna koma higar og møta nógvum fólki, sum man kennir. Tað er ótrúliga stuttligt, sigur Lív. Tað er kanska