Á vári 2014 verður nýggjur og slóðbrótandi tónleikafestivalur á Norðuratlantsbryggjuni í Keypmannahavn. Hesum boða fyriskipararnir frá í skrivi í kvøld.
Við kendum og vælumtóktum donskum, føroyskum, íslendskum og grønlendskum tónleikanøvnum, sum eru frammi í dag, verður bjóðað inn til sanna fólkaveitslu, tá Frigg Festivalur gerst veruleiki næsta ár í døgunum 9. og 10. mai, skriva fyrireikararnir.
Hugskotið er at sjóseta ein serstakan festival við nógvum góðum tónleiki og ríkandi mentan úr Føroyum og londunum í Norðuratlantshavinum.
Tað eru teir báðir tónleikahugaðu íverksetarnir, Steintór Rasmussen og Hans Petur í Brekkunum, sum hava tikið stig til festivalin. Steintór Rasmussen er ein av monnunum aftanfyri Summarfestivalin og Hans Petur í Brekkunum er dagligur leiðari av Føroyahúsinum í Keypmannahavn.
Tú kanst spyrja um tørvur er á einum festivali afturat í Danmark, og vit eru sannførdir um, at so er. Endamálið er at skipa fyri einum tiltaki, har fleiri túsund fólk flokkast um tónleikin, og har sera góður møguleiki verður at hitta egnar landsmenn og uppliva ta felags mentan og vinabond, sum eyðkenna okkum norðurlendingar. Hetta er eisini fyrstu ferð, at føroyingar skipa fyri einum so stórum og samansjóðandi tiltaki uttanlands og byggja egnan pall at sýna fram tónleik, okkara mentan og skapandi evni, siga fyriskiparnir í skrivinum.
Harvið er ikki sagt, at tað einans verða Føroyar og smærri londini í Norðuratlantshavinum, sum skulu hoyrast og síggjast á festivalinum.
- Vit kunnu longu nú lova, at tað verða eisini stór og kend tónleikanøvn úr Danmark, sum fara at framføra á Frigg Festival, siga Steintór og Hans Petur, sum kortini ikki vilja avdúka enn, hvussu skráin skrúvað saman.
Spældur verður tónleikur av tveimum ymiskum pallum, sum ikki áður hevur verið partur av býarmyndini. Frigg Festivalur verður nevniliga hildin á Grønlendska Handilsstaðnum við Bryggjuna í Keypmannahavn, sum í løtuni er eitt stórt byggipláss. Men um ársskiftið verður nýggja brúgvin millum Nyhavnina og Bryggjuna liðug, og tá kann Frigg bjóða fólki til ein serstakan festival við sjóvarmálan í sjálvum hjartanum av Keypmannahavn.
Um navnið Frigg Festival upplýsa fyrireikararnir, at tað inniheldur bókstavirnar hjá Føroyum, Íslandi og Grønlandi og er uppkallað eftir konu Óðin, Frigg, sum sambært norrønu gudalæruni ber týdningin av kærleika og tað, sum er vert at elska, upplýsa fyrireikararnir í skrivi í kvøld.
Mynd: Stigtakarar frá vinstru eru Tine Blicher-Moritz, Karin Elsubudóttir Heinesen, Steintór Rasmussen og Hans Petur í Brekkunum (Mynd Vónbjørt Vang)