Sørvágs Country & Blues Festivalur 2013

Útivið 3000 fólk vóru um vikuskiftið á Dungasandi í Sørvági, har ársins Country & Blues Festivalur fór av bakkastokki. Hetta er annað árið á rað at skipað verður fyri festivalinum, har tónleikasjangrurnar country og blues eru í hásæti

Sørvágur var hetta vikuskiftið karmur um country, line-dans, sang og hugna, tá Sørvágs Country & Blues Festivalur fór fram í allar fagrasta veðrið. Útivið 3000 fólk vitjaðu festivalin, og tað er væl meira enn í fjør, tá festivalurin hevði umleið 2000 gestir. Fyriskipararnir fegnast um góðu undirtøkuna, sum festivalurin fekk.
- Vit eru stak væl nøgd, tí festivalurin eydnaðist væl, og festivalgestirnir lótu væl at tónleikinum og umstøðunum annars, sigur Maria Samson, ið er ein av fyriskiparunum.
Hóast børn, ung og vaksin vóru á festivalinum, var meginparturin av festivalgestunum vaksin fólk. Fleiri teirra í campingvognum.
- Í ár høvdu vit pláss fyri 62 campingvognum, og tey plássini blivu skjótt útseld, so vit høvdu langan bíðilista við fólkum, sum vildu á festivalin við campingvogni, sigur Maria Samson.
Fríggjadagin og leygardagin vóru bæði føroyskir og útlendskir tónleikarar á pallinum á Dungasandi. Høvuðsnavnið í ár var Eve Selis úr San Diego.
- Tað var heilt fantastiskt at hoyra hana syngja, og tað var ivaleyst tann størsta tónleikaløtan á festivalinum hesaferð, sigur Maria Samson og leggur afturat, at eisini føroysku bólkarnir høvdu góðar framførslur.
- Fleiri av útlendsku tónleikarunum nevndu fyri okkum, at tey vóru ovfarin av høga støðinum, sum føroysku nøvnini vóru á. Festivalgestirnir høvdu eisini fleiri ferðir á orði, hvussu væl føroysku tónleikararnir kláraðu seg á palli, sigur Maria Samson.
Sum nakað nýtt var kirkjan í Sørvági eisini partur av ársins festivali. Umframt listaframsýning og upplestur av yrkingum var eisini aftankvirra í kirkjuni. Hetta var millum klokkan 19 og 20, tá friður var á pallinum
- Tað var ivaleyst tað, sum var best umtókt í ár. Í gjár var ein serlig festivalgudstænasta, har tónleikarar eisini framførdu, og vit halda, at tað var ein góður máti at set punktum fyri festivalinum, sigur Maria Samson.
Longu nú er greitt, nær Country & Blues Festivalurin verður aftur, tí fyriskipararnir hava avgjørt, at 13. og 14. juni næsta ár verður festivalurin aftur fyri triðju ferð.