Loppen á Christianina í Keypmannahavn er karmur um stórt føroyskt tónleikatiltak leygardagin 1. juni.
Hamferð, The Dreams, MC Hár, Øssur Johannesen og DJ Knút fara á pall undir yvirskriftini De Forblæste Øer.
Øll kend nøvn heima á oyggjunum, og fyrireikarar meta tað sum eitt scoop at fáa hesi nøvn á sama pall samstundis í Keypmannahavn.
Tað er føroyski tónleikafyrireikarin í Keypmannahavn, Edmuns S. Jacobsen, ið skipar fyri føroyska tiltakinum í Keypmannahavn.
Merchandise og Wacken festivalur i Týsklandi
Gestir fáa møguleika at heilsa upp á spælandi luttakararnar og keypa sonevnt merchandise.
Wacken festivalurin í august 2013 er útseldur, men møguleiki er at fáa atgongumerkir hetta kvøld via LiveScenen og John Ivar Venned, sum er til staðar hetta kvøld á Loppen og har verður søla, prát og møguleiki at leggja tilrættis túrar til festivalin. Møguleiki er at koma í samband við John Ivar á www.facebook.com/wacken.fo