So er ársins G! Festivalur byrjaður!
Í løtuni er ein italsk fólkatónleikaduo á palli, men annars eru floglíkindi, so vánalig, at tað kann verða neyðugt at umskipa skránna.
Vit frætta úr Gøtu, at lagið er gott og veðrið er gott.
Men gott veður valdast, tí í Vágum er mjørki og tað fer eisini at ávirka G!festivalin.
Eitt høvuðsnavn í kvøld, Alina, er komin og er til reiðar til í kvøld.
Men eitt annað útlendkst navn, Reptile Youth eru ikki komnir til landið.
Men møguleikin verður en hildin opin og eydnast tað teimum at sleppa til Føroya, hava tey fyrireika seg upp á broyta skránna, so at teir eisini sleppa framat, tó at tað kanska ikki verður eftir tíðarætlanini.
Annars eru eisini fleiri onnur útlendsk nøvn á veg, ikki minst Nephew, men teir skulu ikki spæla fyrrenn leygarkvøldið, so har eru enn vónir fyri framman.
Annars eru fleiri onnur góð nøvn á skrá í kvøld, eitt nu Budam, Benjamin, Byrta og onnur
Men alt hetta frætta vit meiri um sum kvøldið, og vikuskiftið, líður.
Savnsmynd










