hjá útróðrarmanninum. Stundum bað hann útróðrarmannin taka ein lítlan fisk av aftur vektini, stundum skuldi hann býta ein minni fisk við ein størri, til tað vigaði. Sum tekin um, at vektin var í lagi, [...] tulkingini hjá Jan Huizinga. Í hvørjum samfelagi vóru tveir heimar: Ein harður og veruligur og so sama mentan sum eftirgerð, sum spæl. Og tó: Ein triðja dimensjón var hin ósjónligi heimur, sum øll trúðu uppá [...] eitur í føroyskari løgmansrøðu frá 1300árunum. Og slíkt verk er ikki lítið verk. Ein og hvør føroysk bygd hevur altíð verið ein bygd fyri seg. Menniskjan lagaði seg sum frægast eftir givnum umstøðum, sum lítið
Garðurin hevur verið í ættini í níggju ættarlið. Tað var soleiðis, at ein bóndi á Sundi, Daniel Lucassen átti bara døtur, og ein teirra, Sára Dánjalsdóttir, giftist við Bærint Jacobsen, sum kom úr Gerðum [...] eisini av fakligum áhuga, tí Rasmus var eisini landbúnaðarráðgevi. Ein stuttlig søga er, at einaferð hevði Rasmus skipað fyri at gera ein rennistrong oman í Sund fyri at fáa torvið lættari oman. Men fyrsti [...] har standa framvegis nøkur stór ahorntrøð, sum sostatt eru meira enn hundrað ára gomul. Ein slíkur bóndagarður var ein rættilig fyritøka. Sagt verður, at í gomlum døgum vóru eini 20 fólk á garðinum við a
, sum heldur ikki trutu. Diurin fór í skúla undir heimsbardaganum. Tað var bert ein skúlastova og bert ein lærari. Ein lærari var Johan Danbjørg, sum seinni gjørdist kendur sum javnaðarpolitikkari. Men [...] Kappanum. Teir fingu ein slíkan sjógv, at kokkahúsið á dekkinum fór til sjós. Hetta gjørdist ein svangligur heimtúrur, nú teir illa fingu matgjørt. Í 1934 sigldi Standard á ein boða á Norðurlandinum [...] Elsba Sanna vóru eisini millum tey fyrstu í brøðrasamkomuni í Porkeri, sum var ein tann fyrsta í Føroyum. Hann var eisini ein av stuðlunum at fáa fyrsta møtisalin hjá samkomuni bygdan. Hann átti part í
hetta var ikki nakað gott fiskiár. Ein dagin fingu teir ein veldiga stóran kalva. Teir fóru inn til bóndan, teir plagdu at koma til, við kalvanum. Teir fingu eitt lamb, og ein dilk, eitt sera gott lamb, og [...] hent tað, at ein hvalur hevði skilt seg út frá flokkinum og var farin suðureftir. Hann var so endaður inni fyri lendingina inni á Mølini á Hvítanesi. Allir menninir vóru í grind, men har var ein gamal maður [...] bátarnir uttan ein blivu bjargaðir. Tvey hoygg, desir, fóru eisini. Hetta má hava verið stórur missur fyri bygdina, tí hoyggið var jú vetrarføði hjá kríatúrunum. Í hesum sama briminum rak ein so ógvuliga
eingin vón. Nógvar fingu hjálp av ymiskum slag, so tað var ein undurfull tænasta at standa í. Ein uppgáva hjá mær var eisini at trekkja tenn. Ein lækni, sum eina ferð var komin framvið, vísti mær, hvussu [...] kemur, at áðrenn teir vilja geva nakra “hjálp”, skulu teir hava løn. Hetta kann vera ein geit, eitt lamb ella ein kúgv alt eftir, sum sjúklingurin er sjúkur til. Tey verða útarmað, tí tey kenna seg noydd [...] fyri at heingja myndina ovast upp móti loftinum á støðini. Annars var ein søga um ein trúboðara, sum við eitt ársskifti hevði koyrt ein álmanakka í skrell. Vanlukkuliga var mynd av keisaranum á permuni. Onkur
fiska, hann hevði fasta løn. Ein dagin bað hann ein, sum fór frá snørinum at skaffa, um at lána sær snørið eina løtu. Hann hevði ikki meira enn fingið tað niður, tá var ein stórur kalvi á. Onkur kom við [...] fiskandi fyri veður. Ein dagin síggja teir eitt skip, har ein maður stendur á stýrhústakinum og veittraði alt hann kundi. Tað var Langanes, sum vestur úr Vestmannaoyggjunum hevði fingið ein so ovurstóran b [...] heim til jólar, eitt hálvt ár seinni. Hetta kom undir øllum umstøðum at verða ein longri túrur. Nú var at pakka klæðini i ein fart og so avstað. Trolarin æt “Andrew Marc” og merktur til Grimsby. Teir sigldu
Skyldskapur og vinarlag og kær minni um ein góðan og tryggan barndóm og ungdóm. Og við minnunum um tey, sum fóru undan okkum, og sum í sínum dagliga lívi og strevi løgdu ein so góðan førning niður í okkum, og [...] Immanuel hvarv undir Draganum, vistu vit, at nú stóð ein tíð fyri framman, tá tað fór at verða spurt og fregnast eftir skipunum og skipsmanningunum, og ein tíð, tá ábyrgdin fyri lívinum og trivnaðinum í bygdini [...] svínoyingar, vóru bestimenn. At hann skifti hýru mundi fyri ein part komast av hesum, og so var tað ikki so undarligt, um Karsteni longdist at fáa ein annan kjans, eftir at álitismenninir, sum hann hevði verið
eftir gav hon eina kúgv til arbeiðið. Eg veit ikki um hon átti nakra aðra. Gud elskar ein glaðan gevara. Sui hevur ikki liðið nakra neyð og er glað fyri at vera við í arbeiðinum bæði á ein og annan hátt. Víst [...] tey bókstavarøðina. Tá ið ein løta var farin hoyrdist eitt brak uttanfyri. Vit hvukku við og spurdu, hvat hetta var, men eingin visti, so hildu vit áfram við undirvísingini. Ein løta gekk, so hoyrdist aftur [...] Trøllkonan Sui Ein partur av søguni hjá Shamebo er eisini søgan um Sui. Eg kom at kenna hana, tá ið eg arbeiddi á sjúkrahúsinum í Gidole 1969-71. Hon var lág av vøkstri og hevði við framferð síni ein ávísan
Gudmund Mortensen, vit kenna í dag. Gudmund var ein stórur maður á Tvøroyri tá. Hann var eitt sindur lamin. Annað beinið var stívt. Eg minnist hann sum ein fittan mann. Eg minnist eisini Johan Mortensen [...] farið við báti. Vit gingu heldur ikki út á kajuna, sum tá skip komu niðri frá. Hetta var ein stórhending á Tvøroyri eins og í Havn. Abbi plagdi at rógva okkum út. Hann tók okkum eisini út á fjørðin at fiska [...] á húsagang. Hetta var ein tann størsta fyritøkan í bygdini, eisini í landinum. Teir høvdu nógv skip og stóran handil við ikki færri enn 21 úthandlum úti um landið. Hetta var ein vanlukka fyri Tvøroyri
teirra doyði. Ein beiggi teirra var Poul Kristoffur Poulsen, sum var tann fyrsti, sum hevði bil og eisini fyrsta motor í báti í Gøtu. Á Mýruni búðu eisini Jógvan og Per, ommubeiggjar mínir. Ein beiggi var [...] Hann var ein góður lærari. Vit høvdu respekt fyri hinum. Hann dugdi eisini væl at fáast við børn. Tá eg fór í skúla var bert tann gamli skúlin frá 1890. Hann var so trongur, tí har var bert ein skúlastova [...] eisini virkin innan háskúlan. Ein vikarur hjá Gamla Lærara var Jákup Heinesen, sum gjørdist lærari í Kunoy. Eg hitti hann fyri nøkrum árum síðani, og hann mintist meg aftur. Ein annar vikarur var Wenningstedt