ótrygg við støðuna, tí at tey ikki fáa svar og eg haldi ikki, at tað er ein rímilig støða at seta vaksin, og serliga børn, í, leggur borgarstjórin afturat. Vit eiga heilt avgjørt at hugsa um, at eisini [...] Innlendismálaráðið um at lata húskið sleppa at vera í Vági til barnið er liðugt í skúlanum. Vit halda ikki, at tað kann vera rætt at taka eitt barn úr skúlanum, stutt áðrenn skúlagongdin er liðug og vísa tí
kommunum koma á heimið, men so skulu heimakommunurnar, hjá hesum folkum gjalda fyri plássið. Tað er ikki heilt greitt, hvussu stórt hetta gjaldið verður, men tað fer at verða ásett eftir, hvussu nógv heimið [...] undir sjálva byggingina. Og samtykti býráðið so á fundi í farnu viku. Men Vágs Býráð er framvegis ikki samt um ætlanina, tí tað var bara ein meiriluti, sum atkvøddi fyri ætlanini. Tað vóru fimm býráðslimir [...] boðað frá, at er tað løgtingsis vilji, at at Vágs Kommuna skal kunna taka lán til endamálið, fer ráðið ikki seta seg upp ímóti tí. Hon gjørdi eisini greitt, at hurðin at lata hinar kommunurna sleppa upp í ætlanina
hug at gera íløgur í vinnulívið. Ikki færri enn tvær nýggjar ætlanir eru á veg, sum Býráðið hevur givið loyvi til. Loyvi til tvey virki Tað vil siga, at í løtuni eru ikki færri enn tvær, ítøkiligar ætlanir [...] blanda betongið í. Johan Dahl vil fyribils onki siga um ætlanina, tí enn er ikki alt fingið í rættlag Góðskingarvirki Býráðið er ikki meiri enn liðugt við útfylligina til hetta virkið, fyrrenn hon má undir [...] varð samtykt á býráðsfundinum leygardagin. Hann sigur, at væntandi fer Býráðið undir ta útfyllingina heilt skjótt. Útfyllingin verður einar 1.000 fermetrar eystanfyri Polarfrost Sjálvt virkið verður einar
Sostatt hevur Føroya Løgting í dag ikki bara eina moralska skyldu til at fáa hendan pening til vega aftur, tí tað kann væl vera, at hesin peningur er brúktur til heilt onnur endamál. Til seinast haldi eg [...] landskassin skuldi seta í hesa ætlan, skuldi koma av einum møguligum yvirskoti á fíggjarlógini. Har eri eg ikki ósamdur við Bjarna Djurholm, tí gamalt er at eingin skal kanna sær skinnið fyrr enn bjørnin er skotin [...] Eg eri bangin fyri, at tað sum framvegis ger, at Bjarni Djurholm er so nógv ímóti vágatunnlinum er heilt einfalt tað, at hann enn í dag er plágaður av Glyvursnessyndrominum. Annars hevði tað verið forvitnisligt
Rosenkavalier verður mett at vera eitt satt meistaraverk, har hendingarnar fara fram í Wien í mitt í 1700-talinum Operan upplýsir í tíðindaskrivi, at Rúni Brattaberg er ikki ókunnugur við leiklurin sum Ochs [...] seta kross í kalendaran fríggjadagin 16. mai. Tá verður nevniliga eitt sjáldsamt høvi at síggja, og ikki minst hoyra, operasangaran úr Vági, Rúna Brattaberg í eini heimskendara operu. Klokkan 18 fer hann [...] beinleiðis –og ókeypis- á internetinum. Stroymingin er at finna á http://www.sonostream.tv . Men tann, sum ikki fær høvdi at fylgja við beinleiðis, kann altíð hyggja seinni, tí operan verður til taks í tríggjar
at brúka. Ditlev ivaðist ikki, men spurdi beinanvegin hinar menninar um teir ikki skuldu fara við jolluni at royna hjálpa teimum. ? Men tað noktaði hinir blankt, tí tað tordu ikki at fara við jolluni í so [...] og er vanur at sigla, tó at veðrið kanska ikki altíð er av tí besta. Men einsamallur var ikki hugsingur um at fara við jolluni í slíkum líkindum, tí tað bar ikki til at standa so ein maður fekk onki gjørt [...] Nú aftaná er hann bara fegin, at alt spældi væl av, tí hann ásannar, at tað var ikki heilt vandaleyst. ? Brotini vóru ikki so øgiliga stór, men tey komu allastaðani frá, so tað var ómetaliga ringt at varða
vágbingar vónbrotnir um, at tað ikki eydnaðist at fáa øll stigini. - Vit høvdu takið á teimum, og eg dugi illa at ímynda mær, at teir høvdu havt fingið mál, um vit ikki høvdu havt givið teimum púra óneyðugt [...] harmast vit um, at tað ikki eydnaðist at fáa øll stigini. Vit høvdu eisini onkran annan málmøguleika enn brotssparkið. Tá ið Símun Samuelsen sendi framvið málverjanum, ivaðist eg ikki í, at bólturin fór í [...] kortini vísir á, at tað ivaleyst hevði myndast heilt øðrvísi, um teir báðir góðu møguleikarnir, sum KÍ fekk beinanvegin, høvdu borið mál við sær: - Tað eru ikki so nógvir møguleikar í bestu deildini, so tað
um Løgmanssteypið. Hetta gjørdist greitt, tá vágbingar vunnu 2-0 á EB/Streymi í Vági sunnudagin. Ikki meira enn ein minuttur var leiktur, tá dómarin dømdi brotsspark til VB. Robert Cieslewicz varð feldur [...] brotsteiginum, meðan hann vendi ryggin til málið. Brotssparkið var sera óneyðugt, tí VB-framherjin stóð ikki í eini vandamiklari støðu júst tá. Pólverjin skeyt brotssparkið sjálvur, men Gunnar á Steig bjargaði [...] Nógvur vindur var í Vági henda dagin, og EB/Streymur hevði undanvind fyri steðgin. Hesum dugdu teir tó ikki at gera sær dælt av, og VB hevði bóltin meira. EB/Streymur hótti onkuntíð í skjótálopum, men einki
dystinum hjá VB. Skuldu teir vera heilt vísir í at halda fast um plássið í Formula-deildini, so skuldi talan helst verða um sigur móti EB/Streymi. Tann parturin eydnaðist ikki, men tá hvørki ÍF ella TB fingu [...] einsamalla stigið nóg mikið. Mál móti trýstinum Ikki óvæntað, so vóru tað heimamenninir, sum trýstu mest fyrstu longu løtuna. Gestirnir høvdu sum so ikki tað stóra at spæla fyri, og við Sorin Anghel á [...] og tí varð verjuparturin sjáldan sleptur heilt. Kanska var leiðslumálið eisini merkt av krampakatigheitini í spælinum hjá VB. Í øllum førum fekk verjan ikki ruddað nóg burtur, tá Bárður Olsen legði innfyri
ein kommuna, hóast tað er alkunnugt, at semja er ikki um tað. Býráðslimir í Vági skilja ikki, hví Suðuroy ikki kann verða tvær kommunur, ella hví Vágur ikki kann vera fyri seg sjálvan, tá ið aðrar kommunur [...] kommunurnar fleiri málsøki at umsita. Onki avgjørt Annika Olsen sigur í heilt stuttari viðmerking, at tað, sum er sent kommununum, er ikki nakað endaligt, tí enn eru tey í eini tilgongd. Enn er onki endaliga [...] og Kvívík skulu verða ein kommun, og Sandoy og Skúvoy í eina kommunu. - Men tær kommunurnar verða ikki størri enn Vágs kommuna er nú og í øllum førum verða tær væl minni enn Suðuroyar syðra helvt. - Hinvegin