Fótbóltur
Setningurin var púrasta greiður undan seinasta dystinum hjá VB. Skuldu teir vera heilt vísir í at halda fast um plássið í Formula-deildini, so skuldi talan helst verða um sigur móti EB/Streymi.
Tann parturin eydnaðist ikki, men tá hvørki ÍF ella TB fingu betri úrslit enn tað sama, so var einsamalla stigið nóg mikið.
Mál móti trýstinum
Ikki óvæntað, so vóru tað heimamenninir, sum trýstu mest fyrstu longu løtuna. Gestirnir høvdu sum so ikki tað stóra at spæla fyri, og við Sorin Anghel á leikbannaða listanum, kundu teir hjá EB/Streymi heldur ikki spæla fyri møguleikanum at fáa gylta skógvin í felagið annað árið á rað.
Trýstið hjá heimaliðnum var tó í stóran mun merkt av tilvild. Helst vóru spælararnir eisini bangnir um at fremja mistøk av nøkrum slag, og tí varð verjuparturin sjáldan sleptur heilt.
Kanska var leiðslumálið eisini merkt av krampakatigheitini í spælinum hjá VB. Í øllum førum fekk verjan ikki ruddað nóg burtur, tá Bárður Olsen legði innfyri, og so kundi Gert Hansen smekka til.
Tað var tó hampuliga skjótt, at javnvág aftur fekst í dystin. Seinni hálvleikur var bara góðar fimm minuttir gamal, tá Edvard Ble skoraði eftir hornaspark, og tað tóktist av álvara at tendra vágbingarnir. Nú vórðu nervarnir tveittir fyri borð, og seinasta drúgva partin av dystinum løgdu vágbingar stórt trýst á. Teir skaptu sær eisini hópin av møguleikum, men meira enn útjavngina gjørdist talan ikki um.
Hingu eftir
Samstundis lurtaðu viðhaldsfólkini í spenningini eftir útvarpinum, sum støðugt bar boð um hinar dystirnar í deildini. Dysturin í Vági byrjaði nakað undan hinum dystunum, og tí vóru møguleikarnir framvegis opnir, tá dómarin hevði blást fyri seinastu ferð.
Staðfestingin varð tó at enda, at TB ikki megnaði at skora í Fuglafirði, og at GÍ bert fekk javnleikin á Skála, og so var leyst og liðugt hjá VB. Kanska var áttanda plássið ikki tað, sum teir meddaðu eftir við kappingarbyrjan. Men tað var nóg mikið til at halda fast um sessin í Formula-deildini.