ábyrgdina av næstbesta HB liðnum. AB-Royn 4-1 AB hevur trimmað seg í fleiri venjingardystum, og teir stóðu seg væl í steypakappinginj á Skála. AB hevur fingið nógv fólk, meðan Royn hevur mist fleiri av stuðlunum [...] teir 7-0, og tað er góður fongur at hava við sær víðari í kappingini. Mótstøðan var einki at reypa av. Heini Gaard var stóri málslúkurin. Hann skoraði fýra ferðir. Tróndur Sigurðsson og Roy Poulsen skoraðu [...] stuðlunum. Á Argjum helt Royn tørn fyrra partin av 1. hálvleiki. Tað var bara spurningur um tíð, áðrenn hol kom á. Tað gjørdi tað í 25. minutti. Eyðstein Jacobsen, sum er hvalbingur og áður hevur spælt við
ferð framdar yvirtøkur av donskum málsøkjum. Postverkið varð yvirtikið. Tað sama var við umsiting av skúlamálum. Henda samgongan fór eisini undir samráðingar um yvirtøku av undirgrundini. Tað var sjálvsagt [...] »mentunarmiðstøð«. Tá øll norðurlond vóru eitt slag av medeigarum av húsinum, skuldi navnið vera Norðurlandahúsið í Føroyum. Til annan spurningin: Útbjóðing av arkitektakapping skuldi vera í øllum norðanlondum [...] skeiði varð skattalógin broytt við sanering av frádráttum. Tað var ein hópur av frádráttum. Tann sum var ringastur at umsita var frádrátturin fyri umvæling av egnum húsum. Í staðin varð gjørdur ein fastur
álvara gerast av, og so varð farið at gera útkast til merkisins. Eg setti meg niður og teknaði á hvítum botni ein reyðan kross við bláum kanti báðu megin við. Hvør kantur var tveir fimtingar av tí reyða. Hetta [...] kanna eftir, vísti tað seg, at hetta var einasti møguleiki fyri samanseting av teimum føroysku litunum. Alt annað var longu í brúki av hinum brøðrafólkunum. So varð farið oman í Frederiksberggade til Nordisk [...] breiddu vit tað út av Regensvindeyganum. Íslendingar, ið sóu tað í garðinum, vóru hugtiknir eins og vit, róptu hurra og ynsktu tillukku. Jens Lisberg og eg vóru báðir nevndarlimir av Føroyingafelag. Og
tykist fáa sær yvirlit yvir støðuna, nú áðrenn fjøran og lendi her á leiðini verður broytt av maskinum, førdar av mannahondum? Eg veit tað ikki, og kópurin fer spakuliga undir og kemur upp aftur nakað væl [...] Tað gongur væl at fáa ta løttu útgerðina í land. Ein skúrur, ein oljutangi, nakað av timbri, nakrir stórir sekkir við sandi og ein skúrur aftrat við bukkuni í. Men tá maskinan skal í land, er ikki so lætt [...] er friðaligt her suður við fjøruni. Tó so. Fuglur er nógvur her. Tað skilst á øllum brøgdum, at væl av æti er í sjónum, tí hann veiðir mestsum alla tíðina. Tá hann annars ikki situr á klettinum ella leikar
mundu vágbingar neyvan vera ónøgdir um tepra sigurin á Sandi. Ikki tí, dysturin var á ongan hátt soleiðis skikkaður, at VB málið var kringsett av gulum búnum, men teir á heimaliðnum hildu seg tó hava uppiborið [...] Petersen noyddir at verja málið, tað sum eftir var av dystinum. Tað varð tó ikki tað stóra, sum Bernhard hevði at gerai nýggja starvi sínum. Meginpartin av tíðini royndu sandoyingar at vinna seg fram á VB [...] dystinum, og tað var eisini eitt væl gjøgnumspælt mál. Marek rekur fyrst ein HBara av, spælir síðani eitt-tvey við ein av áleyparunum, og frá brotsteigarmarkinum sendir hann eitt flatt skot niður í vinstra
síðani gjørdist alment kend. Harvið fekst eisini eitt íkast til ein lítið kendan part av søguni hjá Stóru Dímun. Bjargaður av hundinum Nú verður so komið aftur til gerandisdagin og frásøgnina hjá Janusi: Eg [...] undir monnunum á bakkanum. Hetta gav eitt slíkt sett, at línan fyrst fór upp av hælinum, og strok kom á hana. Óla Jákup, sum var av allarknappastu monnum, legði aftur um hælin. Men tá skrædnaði hælurin oman [...] undir var ein stór urð. Gunnar kundi eins væl dottið í hana, tá hevði hetta ikki spælt so væl av. Ein bátur av Gørðunum í Vági hevði verið eftir eggum og var beint farin avstað. Tað varð rópt eftir honum
Rannvá var dóttir Tóru & Jógvan Hendrik Jensen á Sandi. Hon giftist við beiggja mínum Kristian Oskar, og fingu tey sonin Jógvan Jón. At vit skuldu byrja árið so tungt, droymdi eg ikki um, væl vitandi at [...] framman fyri tykkum, høvdu bæði gott arbeiði sum tykkum dámdu so væl, og ein son sum tit vóru so stolt av. Jú, tit høvdu góðan byr. Og í heimbygdini áttu tit hús, har tit stákaðust við at gera tað soleiðis [...] Danmarkar og til Landssjúkrahúsið og samstundis var tað so gott og trygt hjá Jógvani Jón, altíð var ein av tykkum um hann. Hetta er dýrabart hjá einum barni, sum er farin ígjøgnum tað sum Jógvan Jón hevur upplivað
var um at vera av. Men Verdandi var júst byrjað, og hon hevði bert havt einar tvær ella tríggjar setur. Av tí, at illveðrið vardi so leingi, og fiskurin var farin at eldast, varð gjørt av, at fiskurin umborð [...] nógv sum motorpassari við slupp. Hann var í nógv ár við eini slupp, Dagny, sum var av Eiði. Pápi ætlaði sær eina ferð av fyri at fara við einum øðrum skipi, men tá hava teir vist bjóðað honum okkurt eyka [...] hann endaði aftur við Dagny. Teir, sum áttu hana, vóru handilsmaðurin Øster og skiparin Óla Jákup av Sandi, sum var giftur til Eiðis. Seinni flutti hann niður og keypti ein bóndagarð, og hann hevði tað gott
vøllinum, dómarin og gøtumenninir vóru varskógvaðir frammanundan, so hetta spældi av í øllum góðum. Við sannførandi sigrinum á Sandi staðfesti B68, at teir skulu spæla móti næstaftasta liðnum í 2. deild um eitt [...] spælast ímóti. Tað er tætt í botninum av 2. deild, har Skála, KÍ og EB/Streymur stríðast fyri í fyrstu atløgu at sleppa undan beinleiðis niðurflyting. ÍF hevði stórt stríð av HB í Gundadali, men tepri sigurin [...] er flutt niður, og nú bendir alt á, at KÍ, sum størsta partin av árinum annars hevur skikkað sær nógv betri, enn teir hava gjørt fleiri av undanfarnu árunum, skal spæla móti næstbesta liðnum í 4. deild
havsins andalag, klarinett og floyta, er eitt av mínum fyrstu instrumentverkum, skrivað í 1984. Av tí at eg haldi, at verkið hevur eina vissa dygd, men eisini er av handahógvi merkt, er valt at umarbeiða verkið [...] Hetta er tó ikki eitt reint postmodernistiskt verk, men sum heitið sigur, eitt ekkó av farnum tíðum. T.d. er tað nógva av boðateknikkinum lántur frá Paganini. Tónamálið er dur, moll, forminskaðir og forstørraðir [...] Hetta verkið er skrivað til hesa konsertina, fyri soloklaver. Orðið Mozaik kemur av, at eg havi tikið smá brot úr fyrsta satsi av míni 1. Symfoni og sett tey saman á nýggjan hátt. Um ein samanlíknar við symfoniina