Nú skulu børn á Argjum í studio

BARNATÓNLEIKUR. Í næstu viku fara børn frá dagstovinum á Argjum í studio fyri at syngja kendar barnasangir, sum skulu út á fløgu um ein góðan mánað

Eyðun Klakstein


Nú sleppa børn av dagstovinum á Argjum at royna seg sum sangarar á eini føroyskari fløguútgávu.

Í næstu viku skulu tey í JacZac-studio í Havn at gera upptøkur til nógvar kendar barnasangir. Hesir sangirnir verða útgivnir á eini fløgu um ein mánað ella so.

Á dagstovninum á Argjum er tað Rúna Tausen, sum stendur fyri arbeiðnum.

- Børnini koma ofta við útlenskum fløgum í barnagarð, og tí hugsaðu vit, at tey skuldu sleppa at royna at skapa okkurt sjálvi. Vit ætlaðu gera einar tríggjar ella fýra vársangir við børnunum, men vit fingu at vita, at tað var lítið dýrari at gera eina heila fløgu, og so hildu vit, at tað mundi vera best, greiðir hon frá.

- Vit hava nú fingið tónleikin til fyrstu sangirnar, og børnini sleppa nú at royna at syngja við til hesar sangirnar.

Týsdagin høvdu tey eina framsýning á dagstovninum á Argjum, og har skuldu børnini syngja einar fýra sangir fyri foreldrunum.

Tað kundi kanska metast sum ein aðalroynd hjá børnunum, tí í næstu viku verður tað álvari, tá tey fara í upptøkuhølini at syngja.

Ætlanin er at tey størru børnini á dagstovninum - tey sum eru fimm og seks ár - skulu syngja á sangunum, sum verða útgivnir.


Alskyns tónleikur

Í løtuni eru Jákup Zachariasen og Finnur Hansen í holt við at framleiða tónleikin til sangirnar. Teir eru komnir umleið í helvt, og teir ætla at hava allan tónleikin lidnan í næstu viku, so farast kann undir sangupptøkurnar eina ferð í næstu viku.

Tónleikurin, sum verður gjørdur til teir kendur barnasangirnar sum til dømis Vinstra høgra og Lítla Elsa, varierar frá modernaðum techno til reggae og meira traditionellan vísusang.

Og í næstu viku fær Jákup Zachariasen vitjan av nógvum lívligum børnum.

- Tað gleða vit okkum til. Tað verður ivaleyst sum ein barnagarður í studionum, men tað skal nokk fara at ganga, sigur hann.


Barnatónleikur

trívast væl

Hann heldur, at tað er ein fyrimunir við júst hesari fløguni, at børn syngja fyri børnum.

- Tað er ikki serliga vanligt í Føroyum, at tað eru børn, sum syngja barnasangir. Ofta eru tað vaksin fólk, sum syngja sangirnar, men í hesum føri verða tað bara børn, sum fara at syngja, sigur Jákup Zachariasen.

Føroyskur barnatónleikur trívist væl í løtuni. Undan jólum komu fleiri barnafløgur, og tær stóðu seg væl, tá talan var um sølu.

Serliga hava tað verið Kular Røtur úr Klaksvík, sum hava gjørt vart við seg. Tær hava selt næstan 2000 eintøk, og í næstu viku kemur ein nýggja fløga við teimum kulu rótunum.

Og stutt aftaná tað verða tað børnini á Argjum, sum fara at royna seg við eini fløguútgávu.ið.

? Eg veit frá handilsmanninum, at fólk hava hvørt nikk og prikk við sær. Fara vit til Havnar so leggja vit pengar eftir okkum, men soleiðis er tað ikki her hjá okkum, sigur hon.

Inga vísir á, at tey, sum leiga hús út í Skúvoy, eru avbygdarfólk. Skúvoyingar sjálvir búgva í sínum húsum og tískil fer leigupeningurin av oynni.

? Pengarnir enda ikki í okkara lummum. Teir fara av bygdini, sum so mangt annað, sigur Inga, sum hevur lovað at royna at leiga hús út til ferðafólk í summar:

? Vit mugu útvega okkum onnur hús frá fólki, sum kanska búgva í Havn, sigur hon.


Gloymd í Havn

Inga heldur, at tað var óvanliga nógv ferðafólk í Skúvoy í fjør. Umframt tey, sum komu við Sildberanum, komu fleiri við skonnartini Norðlýsinum og við Jóan Petur Clementsen, sum skipar fyri bátsferðum heiman av Sandi.

Inga heldur, at skúvingar hava ikki tikið ferðavinnuna í nóg stórum álvara:

? Ferðavinnan hevur bert verið mett sum nøkur fólk, ið koma og fara. Eingin hevur verið at gjørt nakað við tað; til at samskipa tað, sigur Inga, sum fegnast um initiativið úr Sandoynni.

Ein orsøk til, at skúvoyingar einki hava gjørt við ferðavinnuna kann vera, at tað eru so nógv gomul fólk í oynni, heldur hon. Eisini eru skúvoyingar nógv upptiknir av arbeiði um summarið, sigur Inga, sum heldur, at ferðavinnan í høvuðsstaðnum hevur sýnt lítlan áhuga fyri Skúvoynni:

? Eg haldi, at tey gloyma okkum í Havn. Tey kundu ringt og spurt. Hetta er fyrstu ferð nakar hevur ringt og spurt um vit vilja leiga út, sigur hon og sipar til áheitanina frá Sandoyar Sýslu Ferðalagi.

Um skúvoyingar nakrantíð fara at vinna pengar burtur úr Sigmundi og Rannvá og fuglabjørgunum fer summarið kanska at geva eina ábending um.

Fyribils liggur ferðavinnan huld í mjørka og er ring at fáa eyga á.


Ferðaráðið:

Móttøkuapparatið

manglar

Fyri tveimum árum síðani vóru umboð fyri Ferðaráð Føroya í Skúvoynni fyri at kanna áhugan fyri ferðavinnuni. Eftir at hava hitt bygdarráðsformannin í Skúvoy kundi Ferðaráðið staðfesta, at eingin serligur áhugi var fyri ferðavinnuni millum skúvoyingar.

Síðani tá er nakað hent, sum bendir á, at ein ávísur áhugi er í Skúvoy kortini, staðfestir Ferðaráð Føroya.

Ferðavinnan í Sandoynni roynir at skipa ferðavinnuna í Skúvoynni. Skúvoyingar eru við í hesi ætlan og bygdarráðið stuðlar ferðavinnufelagnum í Sandoynni fíggjarliga.

Sambært Ferðaráðnum hevur Skúvoyggin ikki tað apparatið, sum skal til fyri at taka ímóti ferðandi í stórum tali ? t.d matstøð, alment wc og møguleikar fyri gisting og útferðum. Samstundis verður sagt, at fortreytir fyri veruligari ferðavinnu er, at fólkið á staðnum er áhugað í hesi vinnu.

Royndin hjá Sandoyar Sýslu Ferðalagi bendir á, at móttøkuapparatið í Skúvoy nú verður brynjað til at kunna taka ímóti veruligari ferðavinnu, sigur Ferðaráð Føroya.