Útróður
Ein uppilagstur fiskimaður hevur sum oftast hug at gera okkurt, sum hevur við fisk ella fiskavirking at gera. Í slíkum førum kann tað vera kærkomið, um fiskavirki er í bygdini, ella um bygdin í minsta lagi hevur eitt gott havnalag, so til ber at reka útróður – uttan at hava ampa av bátinum.
Áður vóru, sum vit plagdu at taka til, fiskavirkir á “hvørjum tanga”, men soleiðis er ikki longur.
Og tó.
Á flestu virkjum kring landið, sum vóru opin í sínari tíð, tá føroyingar næstan bara virkaðu flak og blokk, er eitthvørt virksemi eisini í dag. Millum tey fáu virkir, sum eru afturlatin burtur av, er Norðurfisk í Árnafirði og Klivar í Nólsoy.
Onnur virki eru umbygd til saltfiskaarbeiði, kryvjing av laksi, virking av gulllaksi í vertíð ella til servirking av ávísum fiskasløgum og vørum.
Valdi útróðurin
Eins og nógvir uppilagstir fiskimenn undan honum, valdi skopuningurin, Eyðfinn Poulsen, at leggja seg heima at rógva út, tá hann legðist uppi. Men meðan hann var sjómaður, var hann altíð av og á í báti, og tí var útróður ikki eitt ókent fyribrigdi í hansara verð.
Haraftrat kemur, at Skopun er gomul útróðrarbygd.
Í nøkur ár høvdu Eyðfinn og bróðurin, Eyðun Poulsen, íslendska Gáski-bátin, Bárðarenni, sum føroyingar kenna.
Nú hevur Eyðfinn so keypt sær ein av teimum stóru, rúmligu og sera vælumtóktu kanadisku útróðrarbátunum, sum eisini eru vorðnir kendir um landið.
Eyðun rekur nú Bárðarenni, og Eyfinn fer at reka Hvessing, sum báturin kallast.
- Hesin báturin er 42 føtur langur, rúmligur og hevur ómetaliga gott dekspláss. 18 kør, sum taka eini 500-600 pund hvørt, kunnu standa á dekkinum, men lastarúm er so gott sum einki. Fiskurin verður kruvdur, vaskaður og koyrdur í kørini við ískrapa, soleiðis at dygdin á fiskinum verður hin besta.
Tveir á báti
Hvessingur hevur seks sjálvvirkandi Vága-snellur, og plássið millum snellurnar á dekkinum er gott. Maðurin, sum stendur við snellurnar, stendur væl á einum træplatti, sum gongur allan vegin aftur við bátssíðuni.
- Vit ætla okkum at fara fyrsta túrin í nátt. Saman við mær verður skopuningurin, Bjørn Mittelstein, sum annars siglir við skipinum, Ran. Hann er sjómaður og hevur ikki gjørt so nógv við útróður. Eg vænti, at hann verður “bitin” av hesum, um fiskur verður at fáa, sigur Eyðfinn við einum smíli.
Hann heldur, at tríggjar snellur í part er so passaligt á einum slíkum báti.
- Áðrenn vit ætlandi fara norður um at royna eftir várfiski einaferð í komandi mánaði, fara vit fyrst nakrar túrar eftir upsa. Eg havi skilt, at teir hava fingið væl av snellufiski norður av Sandoyarbankanum, einar 30 fjórðingar úr landi. Tað hevur verið góður upsi, sum bátarnir hava fingið, sigur Eyðfinn Poulsen.
Liggja ikki úti
Hann heldur, at nú náttin framvegis er so long, fara teir ikki at liggja úti á nátt og bíða eftir ljósinum, men fara at sigla til lands ímillum túrarnar.
- Øðrvísi verður seinni, tá dagurin verður longri og náttin styttri, leggur hann aftrat.
Eyðfinn vísir á, at Hvessingur kann sigla einar 22-23 sjómíl um tíman.
- Báturin hevur eina 430 HK Cummins maskinu, sum er frá 2004 og bara hevur koyrt í umleið 3000 tímar.
Hann sigur, at sjálvandi fer hann ikki at sigla við 22-23 míla ferð í vanligari sigling, men tað kann vera gott at eiga hesa ferðina – antin tú skalt skulda tær út á fiskileið, ella hann sigur øtlandi veður, og tú vilt verða aftur at landi í góðari tíð.
- Eg vænti, at við vanligari sigling verður ferðin einar 9-10 sjómíl, og tá líður væl eftir, sum hann tekur til.
Higartil hevur Eyðfinn bert verið tann eina túrin við Hvessingi, og tað var, tá hann herfyri var í Vágum eftir einari snellu aftrat.
- So, eg eri ógvuliga spentur at royna hendan bátin, ið eg avgjørt vænti fer at roynast væl, leggur hann aftrat.
Avreiða í Havn
Eyðfinn sigur, at báturin verður rikin úr Skopun, har teir báðir búgva, men hann ætlar sær av avreiða veiðina til virkið hjá Føroya Fiskavirking í Havn.
- Prísurin á góðum upsa er við rognunum umleið 7 krónur fyri kilo, og tað heldur hann er góður upsaprísur.
Hetta er ein so mikið góður prísur, at Eyðfinn sum nevnt ikki ætlar sær norður um at royna eftir várfiski, fyrr enn seinni í komandi mánaði – væl at merkja, um fiskur tá verður at fáa á várleiðunum.
Nú er ymiskt ár undan ári, hvussu norðhavsróðurin roynist, og higartil sigur Eyðfinn seg ikki hava frætt um, at menn hava fingið nakrar munandi nøgdir av várfiski.
- Nei, tað havi eg einki hoyrt um sum er.
Eitt gott keyp
Útróðrarmaðurin í Skopun sigur seg vera sera væl nøgdan við keypið av Hvessingi.
- Eg og fyrrverandi eigarin av bátinum, Niels Jákup Hentze á Sandi, sonur Demmus Hentze, kennast væl, og eg eri sera væl nøgdur við tann prís, vit komu ásamt um.
Eyðfinn Poulsen vil ikki heilt avdúka keypsprísin, men vísti á, tá vit hittu hann í Vágsbotni seinnapartin mánadagin, at prísurin liggur rundan um miljónina.
- Ein annar bátur liggur her í dag, sum er 39 føtur, og sum eg havi skilt, stendur tann báturin í 2,3 miljónum krónum, leggur væl nøgdi útróðrarmaðurin aftrat.