tíð og setti bóltin í málið til 1-1. Og eini tíggju minuttir áðrenn hálvleik gjørdist Jákup á Borg knappliga leysur í teiginum, og so var 2-1 til B36. Men TB-liðið gavst ikki so. B36 fekk ongantíð spælið [...] Thomas Birk, slapp til baklinjuna, sendi bóltin flatt innfyri, har Jan Poulsen leyp upp um hann og læt hann fara víðari til tann bert 16 ára gamla Hallur Joensen, sum skoraði til 1-1. Sumbingar framum [...] og legði bóltin í málið til 2-2. Sasha skaraði framúr So sum dysturin gekk, var javnleikur eitt rímiligt úrslit. B36 hevði yvirvág stóran part av dystinum, men miðjan riggaði ikki, sum hon skuldi. Nógv av
hjá gestunum. Fyritreytirnar hjá VB Vágbingar høvdu ikki bestu fyritreytirnar at spæla. Ólagaliga ferðasambandið til Suðuroyar gjørdi, at teir komu ikki á Svangaskarð fyrrenn klokkan 15 (dysturin varð útsettur [...] sær størri úrval í ár, men tað er ikki so illa statt, sum tað var á Svangaskarði. Fimm av teimum, sum í fjør vóru við til at manna liðið, og sum venja við, vóru ikki á Svangaskarði, tí teir vóru sjúkir [...] sær sjálvum líkir, so megnaðu vágbingar viðhvørt at koma til góðar møguleikar. Teir spældu skjótt og beinleiðis, og tá miðverjan hjá heimaliðnum ikki altíð var sannførandi, so stóðust onkrir møguleikar av
7-0, og Heini Heinason skoraði ikki færri enn fýra mál. Hann gjørdi málið í fyrra hálvleiki, og hann skoraði til 3-0, 4-0 og 6-0. Magni Jarnskor økti til 2-0, Svend Olsen til 5-0, og Símun Petur Justinussen [...] punktum til 7-0. At Símun Petur yvirhøvur var við á besta liðnum, komst av fólkatroti. Ein rúgva av gøtufólki hevur verið seingjarliggjandi síðstu dagarnar. Á Fiskavirkinum skuldu teir hava 70 fólk til arbeiðis [...] arbeiðis fríggjadagin, men tjúgu vóru so mikið plágað av influensu, at tey kundu ikki koma, og hetta sást eisini á manningini hjá Gí sunnudagin. Sunnvard Joensen, Pauli Jarnskor, Erland Tvørfoss, og Jóan
Fuglfirðingar skuldu sambært skránni til Sumbiar, og teir í B36 skuldu til Tvøroyrar. Eisini norðanfjørðs varð tosað um at broyta skránna ella í hvussu so er at útseta til ferðamøguleikarnir vóru meiri lagaligir [...] helt, at tá Strandferðslan metti skipið í suðuroyarsiglingini vera nóg gott, so kundu teir ikki seta seg til dómarar yvir tí, og teir hildu fast við sítt. Sambært ætlanini skuldi dysturin millum Royn og [...] norður fríggjakvøldið, og aðrir fóru norður leygardagin, so tað var ikki sum at siga tað hjá teimum at spæla í Suðuroy. Tyrlan At vágbingar ikki vildu fara norður við Pride komst av, at fleiri av spælarunum
in sunnudagin var løgreglan boðsend at koma út til tyrlupallin á Boðanesi. Orsøkin var, at har gingu nakrir fullir mas og órógvaðu tyrluna so at hon ikki slapp á flog. Menninir vóru tiknir við á støðina [...] Farna vikuskiftið var friðarligt hjá løgregluni. Onkur smá ferðsluóhapp, sum ikki hevði so nógv uppá seg, sigur Súni Vinther, støðleiðari í Havn. Tó so, onkur hevur misskilt munin millum tað sum er títt [...] politiviðtøkurnar. Løgreglan hevur um vikuskiftið eisini verið við í leitingini eftir Sjóborgini. Ikki beinleiðis, men tá tað, sum í hesum føri, er talan um burturblivnar persónar, so skal leiting setast
frá degi til dag skiftir til eitt føroyskt felag. Um felagið, sum hann hevur spælt við, letur spæliloyvið frá sær, so er alt í lagi frá føroyskari síðu. Eingin hjálp útifrá Gøtumenn eru ikki so væl fyri [...] havt fleiri avbygdamenn á liðnum, men soleiðis er tað ikki í ár. Tað eru mest sum bara gøtumenn, sum stríðast fyri GÍ, men hetta er ikki tí at GÍ ikki vil hava spælarar aðra staðni frá. Fleiri spælarar úr [...] er hetta ikki vorðið til meiri enn prát. Bárður á Lakjuni vandi við Gí í fleiri vikur í vetur, og tað var upp á tal, at hann skuldi gera sáttmála við gøtumenn, men nú er hann farin aftur til Fuglafirðar
boð um, at hann skal til Skotlands at vera UEFA eygleiðari, tá U-16 EM endaspælið verður har seinni í hesum mánaðinum. Torleif Sigurðsson fer av landinum 22. apríl, og hann verður ikki liðugur í Skotlandi [...] tá vit hava hann í telefonini. Hann sigur seg ikki ivast í, at flokkurin hjá honum fer at fáa ein mann valdan í Norðoyggjum 30. apríl. ? Spurningurin er ikki, um vit fáa ein mann, men heldur hvør tað verður [...] Norðoyggjum. At hann skal vera UEFA eygleiðari í Skotlandi dagarnar kring 30. apríl merkir, at hann verður ikki í Klaksvík valdagin. ? Hetta ber við sær, at eg má greiða brævatkvøðu, og so má eg syrgja fyri, at
Tórshavnar kommunu í viðmerking til tað, Eilif Samuelsen, landsstýrismaður í skúlamálum segði í Dimmalætting seinasta hósdag, um at skúlabørnini nýtast ikki at flyta til Havnar hóast kommunusamanleggingina [...] skúla. Børn koma eisini úr Kaldbak, Hestoy, Velbastað, Kirkjubø og lutvíst Nólsoy til Havnar at ganga í skúla og tað verður ikki øðrvísi fyri kollfirðingar enn hesi, sigur Jóhan Samuelsen at enda í viðtali [...] var, at tað er eingin orsøk at steðga einum samstarvi, ið riggar væl fyri allar partar. ? Vit hava ikki viðgjørt málið í skúlaráðnum enn, men tað er heilt vist, at teir hálvt hundrað skúlanæmingarnir úr
Kollafjarðar kommuna er bundin trý ár afturat til skúlan á Oyrabakka, men tann sáttmálin er nú sagdur upp. Tað er ikki sørt, at ampi er á foreldrum, nú børnini skulu til Havnar at ganga í skúla. ? Tað verða foreldrini [...] lagdar saman um sløk trý ár, verður tað upp til foreldrini í Kollafirði, hvagar tey senda børn teirra í skúla aftaná 7. flokk. Sum er fara uml. 50 børn hvønn dag til meginskúlan á Oyrabakka í skúla. Kollafjarðar [...] høgligari at børnini ganga í skúla í Havn. Men hvussu akkurát hesi viðurskiftini verða avgreidd, dugi eg ikki at siga enn, tí vit skulu samráðast um tað. Í øllum førum leggja vit onga forðing í vegin fyri, hvørja
í tí sera vakra norðurjútlandi, sum hevur hópin av tilboðum til føroyingar, ið ikki vilja brúka ov nógva tíð til ferðing men heldur koma til baðistrendur so skjótt tilber. Umstøðurnar í Hanstholm eru eisini [...] men sum nú verða uppafturtiknar. Áki Jespersen ber ikki ótta fyri, at fólk fara at venda Smyril Line bakið, nú avgjørt er at skifta frá Esbjerg til Hanstholm. -Hanstholm er eitt frálíkt pláss og liggur [...] lættari at koma til Keypmannahavnar, nú Stórabeltsbrúgvin verður tikin í brúk. Stórur áhugi er eisini fyri siglingini uppá Hetland. Her er so møguleiki at vera í eina nátt og so fara víðari til Aberdeen dagin