Hóast Kollafjarðar og Tórshavnar kommuna verða lagdar saman um sløk trý ár, verður tað upp til foreldrini í Kollafirði, hvagar tey senda børn teirra í skúla aftaná 7. flokk. Sum er fara uml. 50 børn hvønn dag til meginskúlan á Oyrabakka í skúla. Kollafjarðar kommuna er bundin trý ár afturat til skúlan á Oyrabakka, men tann sáttmálin er nú sagdur upp.
Tað er ikki sørt, at ampi er á foreldrum, nú børnini skulu til Havnar at ganga í skúla.
? Tað verða foreldrini, ið gera av, hvagar børn teirra skulu ganga í skúla. Tey flestu arbeiða í Havn og tí er tað nógv høgligari at børnini ganga í skúla í Havn. Men hvussu akkurát hesi viðurskiftini verða avgreidd, dugi eg ikki at siga enn, tí vit skulu samráðast um tað. Í øllum førum leggja vit onga forðing í vegin fyri, hvørja loysn foreldrini velja. Hinvegin er talan um stór børn og tey duga at ansa sær, sigur Leivur Hansen, býráðsformaður í Havn.
Havnin gongur undan
Avbjóðingarnar vera munandi størri at ganga í skúla í Havn enn á Oyrabakka, nú farið verður undir nýggju skúlaskipanina, har næmingarnir velja seg inn á ymiskar breytir. Í høvuðsheitum snýr tað seg um, at næmingar í framhaldsdeildini velja millum tríggjar breytir, handverk, ítrótt ella list, og ein dagur um vikuna verður settur av til bert tað. Venjingarskúlin fer eitt nú at bjóða næminum í 10. flokki ta fjórðu breytina, handilsbreytina, ið verður í samstarvi við Handilsskúlan.
? Á hesum øki ganga skúlarnir í Havn undan og jú størri skúlarnir eru, betri og størri vera møguleikarnir hjá næmingum, sigur Leivur Hansen.
Eysturskúlin kemur at hýsa teimum hálvt hundrað næmingunum úr Kollafirði. Tey verða øll savnað í sama skúla, eins og tradisjónin er, at børn úr øðrum skúlum, til dømis úr Hoyvík verða savnað.
Kommunurnar verða lagdar saman 1. januar 2001, men politiska samstarvið byrjar 1. januar komandi ár.