høvdu sæð bátin, og at hann var tungt løddur av borðviði og stokkum og hevði grót sum barlast. Tað var longu væl av vindi av suðri, tá ið teir fara av Klaksvík. Vindurin bara vaks og streymurin var harður [...] 50 ár og bóndi. Eftir hann sótu einkjan Rakul og 22 ára gamla dóttirin Elspa Katrina, sum giftist við Tummas, húskallinum av Strondum. 2. Líggjas í Jákupsstovu (Elias Hansen) var 41 ára gamal og bóndi [...] indtraf den 20de d. M. Fra hver af Bygderne Gjov og Nordregøte paa Østerø forliste en Ottemandsfarer og Mandskabet druknede, i alt 16 Mand, der efterlader 7 Enker og 23 ukonfirmerede Børn. Om Morgenen var Vejret
fólki, bæði tá tað snýr seg um útbúgving, arbeiðsval og uppsparingarval er fjølbroytt og frítt. Ávísir tryggleikar og reglur eiga tó at vera skaptir, og tað er hetta,sum poltiski myndugleikin skal royna at [...] at verandi skipanir sum fyritíðarpensión og arbeiðsloysisstuðul eru nøktandi og svara til samtíðarviðurskiftini. Leggjast kann afturat, at bæði fyri løntakaran og fyri tað almenna sær út til, at føroyska [...] nakað afturat fyri bæði løntakara og arbeiðsgevara. Men fyri løntakaran er tað ein beinleiðis samansparing og fyri arbeiðsgevaran fer tað væntandi at skapa meira arbeiðsfrið og betur umstøður á arbeiðsmarknaðinum
føroyskt sermál, hendir ein samanblanding av føroyskum og donskum myndugleikum, og sostatt er farið fram eitt ávíst ar-beiði í Undirvísingar- og mentamálastýrinum at royna at greiða hesa fløkju. Hann ger [...] tann 12. januar 1999, frá Undirvísingar- og mentamálastýrinum verður víst til brævið frá Ríkisumboðnum frá 3. november 1998, og sagt verður, at Undirvísingar- og mentamálastýrið hevur tulkað hetta soleiðis [...] samtykt á Føroya Løgtingi. Í sama brævi boðar Undirvísingar- og mentamálastýrið Ríkisumboðnum frá, at tað kemur Undirvísingar- og mentamálastýrinum og landsstýrismanninum dátt við, at Kirkjumálaráðið hevur skift
tvey og eldur kom í. Bert eini 20 ferðafólk komu út, nógv teirra illa meiðslaði og brend. Av tí, at Christoffer og vinmaðurin sótu næst neyðútgongdini, eydnaðist tað teimum at fáa hurðina upp og at leypa [...] fólkunum út og burtur frá hurðini. – Har var nógvur vindur og ógvuligur ælingur. Kortini fingu vit fleiri skríggjandi og skelkaði fólk yvir í tveir sjúkrabilar, sigur Christoffer, sum misti brillurnar, og tí ikki [...] Írlandi, Australia og Bretlandi. Fingu boð úr Føroyum - Vit vóru ræðuliga bangnar, tí vit vistu onki. Og meðan vit koyrdu í bussinum til Phuket, fingu vit boðini um, at tað var flogfar teirra, og at øll helst
umsetningurin dalaði og hon harvið vildi hjálpa soninum. Aftur ein tvístøða, sum dómarin skal taka støðu til. Í rættinum vóru vitnini kona ákærda, bókhaldarin og grannskoðarin, og øll stuðlaðu undir f [...] krónur, og at eginpeningurin í sama tíðarskeiði var vaksin heilt upp um tríggjar milliónir. Ákærin kravdi tí, at ákærdi varð dømdur eftir ákæruritinum, og at dómurin bleiv eitt ára fongsul og eina ískoytisbót [...] hevði gjørt at goyma nakað, og at øll tøl komu fram í roknskapinum. Hann segði, at øll vitni søgdu tað sama, nevniliga at talan var um gávur frá mammuni, og at bæði bókhaldari og grannskoðari váttaðu, at
nú gamlir og nýggir føroyskir sangir. Pauli í Sandagerði stjórnar kórinum, eins og hann hevur gjørt tað nú í nógv ár. Bretska oljufyritøkan BPAMOCO hevur stuðlað kórinum, sum dagarnar 1. ? 13. august 2000 [...] ið enn minnast, og tí enn er verulieki fyri tey - í hvørt fall í minninum. Men vit yngru og fyri ikki at umtala tey yngstu ættarliðini, kenna lítið ella einki til hetta tíðarskeið, og fyri okkum er hetta [...] hetta, tá tað fer at vára - ikki einans á djóra- og plantulívinum, men tá koma eisini børnini - barnagarðar, skúlaflokkar og seinni aftur ferðafólk at vitja, og fyri at nýta hetta umhvørvið - tó so, nøkur eru
henda hjá okkum, og vit mugu framhaldandi leggja dent á, at teir útlendingar, sum koma til Føroya, mugu takast við upp í føroyska samfelagið - og tað má gerast við atiti til bæði samfelagið og ikki minst til [...] sum eru komnir hendan vegin, og soleiðis skal tað eisini verða í framtíðini. Stirvið og ógreitt Útlendingalógin er eitt danskt málsøki. Lógin verður smíðað av Fólkatinginum og verður umsitin av danska Ú [...] myndugleikarnir eru við í viðgerðini av uppihalds- og arbeiðsloyvum í Føroyum. Vinnumálastýrið skal meta um, um møguleiki er at lata arbeiðsloyvi, og Lógardeildini skal ummæla uppihaldsloyvi. Umsitingin
mars hoyrist útvarpið væl og so lurtar hon eftir tí og situr undir hvørjum orði. Hon og vinfólk í Føroyum gera eisini nógv burturúr at tosa inn á kasettubond og senda ímillum sín. Og so hevur hon eisini samband [...] við einum góðsligum manni og trimum børnum, sum øll klára seg og síni, og sum hava givið henni sjey ommubørn. ? Báðir synirnir undirvísa á universitetum og øðrum hægri skúlum og dótturin hevur alment tæ [...] pengarnar 3 ferðir aftuir, meðan Frakland er farið upp á 3,8. Italia og Spania eru næstu favorittarnir, og eru odds teirra ávíkavist 4,3 og 6,5. Ensku veddingarfyritøkurnar eru tó als ikki samdar við tipstænastuni
Vestmenningar og fingu eitt gott úrslit norður við aftur. John Rødgaard og John Jacobsen úr Vestmanna vunnu móti ávíkavist Ingolfi Gaard og Esberni Christiansen, meðan Samson Højgaard og Jákup Andreasen [...] Kollafj. 8,5 Sandavág 8 Sera javnt er í botninum, og í næstu viku verður botngýsari millum Sandavág og Toftir. Klaksvíkingar fáa kollfirðingar á vitjan, og havnarmenn taka ímóti hvalvíkingum. Spurningurin [...] Havnin vann nevnliga 2,5-1,5. Rani Nolsøe og Carl Eli Nolsøe Samuelsen leiktu javnleik á fyrsta borði. Carl Eli fór eftir einum kvaliteti í byrjanarspælinum og var nærum revsaður fyri sín ágang, men Rani
ellivu árum síðani, og tað er eisini frá tí kappingini, at hann hevur bestu tíðina. - Í 2001 rann eg mítt fyrsta marathon, og tað var í Berlin. Eg rann teinin upp á 3 tímar og 54 sekund, og tað gav mær veruligt [...] pressa meg sjálvan og royna míni egnu mørk, og tað ivist eg ikki í, at eg fari at gera á hesum teininum, greiðir Johan Pauli frá. Tað er danska Albatros Travel, sum skipar fyri ferðini, og hetta er trettandu [...] marathon í eitt nú Athen og Stokkholm, tá tað hava verið eini 30 hitastig, so eg veit nøkunlundað, hvat eg havi í væntu. Eg skal drekka nógv áðrenn, undir og aftaná túrin, og so er tað eisini ótrúliga