Grundaður illgruni men eingi prógv

Ákæruvaldið royndi mikudagin í rættinum eitt mál móti fyrrverandi handilsmanni um skattasvik. Illgrunin tóktist grundaður, men ákærin hevði bert varhuga at halda seg til, so spurningurin er, hvussu langt tað røkur uttan verulig prógv

Hevur ein fyrrverandi handilsmaður verið serdeilis kreativur í sínum sviki móti skattavaldinum, ella er hann púra ósekur í ákærunum.

Tað er spurningurin, Jóannes Madsen, dómari, skal taka støðu til, eftir at ákæruvaldið hevur reist sak móti einum nú fyrrverandi handilsmanni í Havn um skattasvik fyri smáar 1,3 milliónir krónur.

Málið byrjar heilt afturi í 1998, tá hin ákærdi byrjar at fáa gávur frá mammu síni, sum verða goldnar inn á kontoina hjá handlinum hjá ákærda. Og talan er um nógvar pengar, fleiri hundraðtúsund um árið fram til 2005.

Ákæri í hesum førinum var Lene Kraglund, sum skrivaði ákæruna í fjør summar, tá hon var í Føroyum í praktikk. Tí var tað náttúrligt, at tað gjørdist hon, sum førdi málið í Føroya Rætti mikudagin.

Hon førdi fram, at tað, sum ákærdi kallaði gávur, í veruleikanum var vinningur, sum hann hevði ført uttan um skipanina og goldið inn aftur í felagið sum gávur. Talan var um 4.032.194 krónur, sum av røttum átti at havt við sær eina skattaupphædd á 1.278.498 krónur. Og hetta, pástóð Lene Kraglund í ákæru síni, hevði handilsmaðurin snýtt skattavaldið fyri.

 

Gávur frá mammuni

Tann ákærdi átti og rak ein miðalstóran kolonialhandil í Havn. Sum so mangur annar hoyknaði hann undir kreppuni, sum rakti hart miðskeiðis í 90-árunum, men – eisini sum mangur annar – endurstovnaði hann fyritøkuna í navninum hjá konuni.

Handilin gekk soleiðis upp og niður, frá 30% í bruttovinningi besta árið niður í 8% tað vánaligasta.

Lene Kraglund segði, at umsetningurin var umvent proportionalur við gávurnar, sum ákærdi fekk frá mammuni. Hon segði, at umsetningurin fyrst í 90-árunum lá um 10-11 milliónir, fyri so at dala niður í góðar fýra milliónir krónur, tá mamman byrjaði at geva soninum gávur.

Hetta kann so skiljast báðar vegir, tí antin dalaði umsetningurin, tí ákærdi byrjaði at flyta pening uttan um skipanina, ella byrjaði mamman at geva soninum gávur, tí umsetningurin dalaði og hon harvið vildi hjálpa soninum.

Aftur ein tvístøða, sum dómarin skal taka støðu til.

Í rættinum vóru vitnini kona ákærda, bókhaldarin og grannskoðarin, og øll stuðlaðu undir frágreiðingina frá ákærda. Somuleiðis varð lagt fram ein váttan frá mammuni um, at peningurin var hennara egni, og at hon hevði givið soninum hann at gjalda skuld fyri og at gera nýggjar íløgur.

 

Upprunin ógreiður

Ákærdi greiddi í rættinum frá, at peningurin, sum mamman átti, kom í peningaskápið hjá handlinum, tá mamman gjørdist so óhjálpin, at hon mátti flyta inn hjá soninum og hansara familju.

Spurdur um, hvar mamman hevði allan henda reiða peningin, sum taldi yvir tríggjar milliónir krónur, frá, segði ákærdi seg ikki vita, men gitti kortini, at hon hevði arvað teir frá tveimum av systrum sínum, sum vóru gamlar gentur og barnleysar.

Ákærdi segði seg ikki vita, hvussu nógvur peningur talan var um, men at hann ikki fylti undrunnarvert nógv í peningaskápinum.

Hann greiddi víðari frá, at tað var mamman, sum hvørja ferð tók stig til hesar gávurnar, og at hon plagdi at spyrja ákærda, hvussu nógvar pengar hann hevði brúk fyri. Síðani bað hon sonin um at taka peningaupphæddina úr peningaskápinum og seta inn á kontoina hjá handlinum – tó viðhvørt inn á hennara egnu konto, fyri síðani at flyta teir á kontoina hjá handlinum.

Tað gjørdist ongantíð greitt, hvar peningurin hjá mammuni nágreiniliga er komin frá. Einasta boðið upp á hetta var gitingin hjá ákærda um arvin frá tveimum barnleysum systrum. Heldur ikki varð greitt, hví peningurin var í kontantum.

 

Ikki fíggjarliga orku

Ákærin, Lene Kraglund, segði í sínari proceduru, at málið frá 1998 til 2002 var sera einfalt. Tað var um hetta mundið, at umsetningurin fall drastiskt, samstundis sum gávurnar frá mammuni byrjaðu at figurera í roknskapinum.

Umsetningurin, segði ákærin, var umvent proportionalur við gávurnar, og tað í sjálvum sær er illgrunasamt.

Somuleiðis vísti hon á, at eginnýtslan í fleiri førum var negativ og setti spurnartekin við, hvussu tað kundi bera til.

Men størsti varhugin av, at alt ikki ruggaði rætt, var tann sannroynd, at mamman eftir øllum at døma ikki hevði fíggjarligu orkuna at geva soninum tær gávurnar, sum pástandurin hjá ákærda annars var.

- Tað ber ikki til at staðfesta, hvar mamman hevði allar hesar pengarnar frá – nærum fýra milliónir – og tá hugsað verður um, at inntøkurnar hjá mammuni lógu undir 150.000 krónur um árið, ber illa til at trúgva frágreiðingini hjá ákærda, segði Lene Kraglund.

Hon segði víðari, at slíkt svik sum hesin fyrrverandi handilsmaðurin er ákærdur fyri, saktans kann hava farið fram, hóast bókhaldari og grannskoðari einki óvanligt dugdu at síggja.

Eisini helt hon tað vera undrunarvert, at hóast roknskapurin í fleiri ár vísti undirskot, hevði ákærdi kortini megnað at goldið niður eina skuld eftir fáum árum upp á 1,2 milliónir krónur, og at eginpeningurin í sama tíðarskeiði var vaksin heilt upp um tríggjar milliónir.

Ákærin kravdi tí, at ákærdi varð dømdur eftir ákæruritinum, og at dómurin bleiv eitt ára fongsul og eina ískoytisbót áljóðandi skattaundanførsluna, 1.278.498,00 krónur.

 

Samansvørjing

Verjin, Jógvan Páll Lassen, kravdi ikki óvæntað frídøming. Hann førdi fram, at ákærdi onga roynd hevði gjørt at goyma nakað, og at øll tøl komu fram í roknskapinum.

Hann segði, at øll vitni søgdu tað sama, nevniliga at talan var um gávur frá mammuni, og at bæði bókhaldari og grannskoðari váttaðu, at einki óvanligt var at síggja. Somuleiðis hevur TAKS eina váttan frá mammuni sum sigur, at pengarnir eru hennara, og at hon hevði givið soninum teir sum gávu til at gjalda niður skuld og at gera nýggjar íløgur við.

Verjin pástóð tí, at skuldi talan vera um nakað revsivert í hesum málinum, máttu ein rúgva av fólki staðið saman í einari samansvørjing, bæði ákærdi, konan, mamman, bókhaldarin, grannskoðarin og fleiri av starvsfólkunum, ið vóru eini 5-6 í tali. Tí skuldi hetta lata seg gera, so mátti peningurin verða farin uttan um kassaapparatið, og tað mátti í meðal henda í hálvan annan dag um vikuna.

Eisini vísti verjin á, at TAKS fleiri ferðir – eisini ófráboðað – hevði gjørt kanningar av bókhaldinum og kassarapportini hjá handlinum, og hvørja ferð funnu alt at vera í lagi.

- Trupulleikin hjá ákæruvaldinum er, at teir hava als eingi prógv. Og tað er eingin heimild í lógini at krevja prógv fyri eini gávu frá foreldrum til børnini. So tað einasta ákæruvaldið hevur, er ein varhugi, og tað er ikki nóg gott, segði Jógvan Páll Lassen.

Hann segði víðari, at allir dómar, sum ákærin vísti til, vórðu bygdir á dokumenterað svik, men í hesum førinum fyriliggur als eingin dokumentatión av nøkrum slag. Hann kravdi tí frídøming.

Tað skal tó skoytast uppí, at í skattamálum er umvend rættarpraksis nýtt. Tað er ikki ákæruvaldið sum skal prógva skuld, tað er ákærdi, sum skal prógva, at hann er ósekur.

Málið er kortini serligt, og nú er tað so upp til dómaran at greiða fløkjuna. Dómurin í málinum fellur seinni.