Føroyingar skulu ikki gera mistøk við flóttarfólki

Interview: Tað lítla føroyska samfelagið er trygdin fyri, at Føroyar fáa ikki somu útlendingatrupulleikar, sum nógv av okkara grannalondum hava. Høgni Hoydal, landsstýrismaður, heldur, at Føroyar skulu taka ímóti fáum útlendingum í senn, fyri at fáa teir tiknar við upp í føroyska samfelagið.

Føroyingar skulu ikki gera somu mistøkini í útlendingapolitikkinum, sum okkara grannalond hava gjørt.

Hetta heldur landsstýrismaðurin í lógarmálum, Høgni Hoydal, sum eisini er politiskur leiðari í Tjóðveldisflokkinum.

Fyrsta treytin hjá bæði innflytarum og flóttarfólki, sum vilja til Føroya, má vera, at tey kunnu takast upp í føroyska samfelagið, heldur hann.

- Londini rundan um okkum hava gjørt eina útlendingalóg eftir trýsti frá arbeiðsmarknaðinum, sum vil hava fremmanda arbeiðsmegi, men úrslitið av hesum er, at hesi lond hava fingið eina konsentratión av fólki frá øðrum londum í ávísum pørtum av landinum, sigur Høgni Hoydal.

- Tað má ikki henda hjá okkum, og vit mugu framhaldandi leggja dent á, at teir útlendingar, sum koma til Føroya, mugu takast við upp í føroyska samfelagið - og tað má gerast við atiti til bæði samfelagið og ikki minst til hesi fólkini.

Høgni Hoydal heldur, at føroyska samfelagið higartil hevur klárað at integrera teir útlendingar, sum eru komnir hendan vegin, og soleiðis skal tað eisini verða í framtíðini.


Stirvið og ógreitt

Útlendingalógin er eitt danskt málsøki. Lógin verður smíðað av Fólkatinginum og verður umsitin av danska Útlendingastýrinum, men føroyskir myndugleikarnir eru við í viðgerðini av uppihalds- og arbeiðsloyvum í Føroyum.

Vinnumálastýrið skal meta um, um møguleiki er at lata arbeiðsloyvi, og Lógardeildini skal ummæla uppihaldsloyvi.

Umsitingin av hesum øki tykist tó stundum at verða rættiliga stirvin, og í málinum um tey eysturslavosku flóttarfólkini, sum komu til landið fyrr í ár, gjørdust trupulleikarnir rættiliga sjónligir.

Eingin verulig politisk viðgerð hevur verið av, um Føroyar skulu taka ímóti flóttarfólki og hvør føroyski útlendingarpolitikkur skal vera, um Føroyar fáa fullveldi. Men hetta heldur Høgni Hoydal má broytast sum skjótast.

Í løtuni situr eitt fólk í umsitingini og arbeiðir við málinum í sambandi við fullveldistilgongdina, og ætlanin er at eitt álit skal gerast, sum politikararnir skulu viðgera.


Smáar mongdir

Landsstýrismaðurin er avgjørdur í, at Føroyar mugu átaka sær sín part av flóttafólkatrupulleikanum í heiminum, men fyrsta treytin er, at føroyingar hava ræði á lóggávuni og umsitingini av henni.

- Fólk skulu ikki verða bangin. Vit eru 45.000 fólk, og høvdu vit tikið 20 flóttarfólk í sambandi við stríðið í Kosovo, hevði tað svarað til tað, sum Danmark tók. So vit tosa ikki um nakra innrás av útlendingum ella teir stóru mentarligu trupulleikarnar, sum føroyingar óttast, sigur Høgni Hoydal.

- Vit skulu hava eina lóggávu, har flóttarfólkini veruliga fáa rásarúm til at gerast partur av føroyska samfelagnum og ikki bara gerast smáar oyggjar, sum kunnu skapa sosialar trupulleikar seinni.

-Tað sum hendir í øllum okkara grannalondum er, at flóttarfólk koma til londini, samstundis sum tey eru í sosialum trupulleikum, og so hendir tað sama sum við jødunum undir krígnum. Innflytarar og flóttarfólk fáa skyldina fyri tað, sum ikki riggar í samfelagnum.

Høgni Hoydal heldur, at gróðarbotnur ongantíð má verða skaptur fyri hesum í Føroyum.

- Tað gera vit best við at tryggja, at tað koma ikki fleiri flóttarfólk til landið, enn vit klára at taka ímóti búskaparliga, sosialt og mentanarliga, og at ein verulig integratión fer fram. Harvið sleppa vit undan at gera somu mistøkini sum nógv av okkara grannalond hava gjørt. Ísland hevur til dømis klárað hetta, men har verður eisini ein heilt annar flóttarfólkapolitikkur rikin enn í Danmark, Noregi og Svøríki.


Fyrimunir í lítlum samfelag

Høgni Hoydal heldur, at somu krøv skulu setast til bæði vanligar innflytarar og flóttarfólk, um tey ætla sær til Føroya. Tey skulu kunnu syrgja fyri sær sjálvum, ikki vera lógbrótarar, hava arbeiðið og annars integrerast í føroyska samfelagið.

- Tað ringasta, vit kunnu gera, er sum í okkara grannalondum at gera flóttafólkalegur, sum mest av øllum minna um konsentratiónslegur. Fólk sita har og hava einki samband við samfelagið - tey kundu akkurát tað sama sitið á mánanum. Tað er deyðsdømt frá byrjan, at tey skulu læra seg at integrera seg í samfelagið í eini stongdari legu.

- Í eini føroyskari lóggávu fyri flóttafólk má gerast greitt, at mongdin á flóttafólki má ikki verða hægri enn tað, sum føroysku samfelagið klárar at taka ímóti. Og síðani skal tað vera ein verulig ætlan um, hvussu vit kunnu taka okkum av teimum flóttarfólkum, sum vit taka ímóti, sigur Høgni Hoydal. Hann vil ikki seta nakað ávíst tal á, hvussu nógv flóttarfólk Føroyar kunnu taka ímóti, men hann metir ikki, at tað eru fleiri hundrað.


Fólkið má stuðla

Landsstýrismaðurin heldur, at í einum lítlum samfelagi sum tí føroyska er gjøgnumskygnið ein stórur fyrimunur.

- Í Føroyum veit hvørt mansbarn, at tað eru komnir 13 kroatiskir ríkisborgarar til Runavíkar. Tað er ein stór styrki, tí harvið sleppa vit undan, at fólk kenna seg ótrygg og ikki vita, hvat tað er sum gongur fyri seg.

Men Høgni Hoydal heldur, at føroyska samfelagið ikki er klárt til rættiliga at taka ímóti flóttarfólki í løtuni.

- Tað skulu gerast munandi fyrireikingar, áðrenn vit taka ímóti fleiri flóttarfólki. Tað er ikki, sum onkur førdi fram undir Kosovo-kreppuni, at tað var bara at taka ímóti fólki haðani. Tað hevði ikki gagnað teimum fólkunum ella tí fólksliga stuðlinum í Føroyum. Vit mugu ikki bara seta nakað í gongd, sum kann skapa misskiljingar millum fólk.

- Vit mugu hava breiðan stuðul frá føroyska fólkinum í flóttarfólkapolitikkinum, og tí má tað vera púra greitt, hvørjar treytirnar eru fyri at taka ímóti flóttarfólki, áðrenn vit fara rættiliga í holt við tað. Vit mugu taka smáar bitar í senn, fyri at tryggja tær bestu umstøðurnar bæði hjá hesum fólkum og hjá samfelagnum.


Lógbrótarar óynsktir

Í Danmark umhugsar innanríkisráðharrin at flyta flóttarfólkalegurnar á onkra oynna oyggj, tí so nógvar kriminalietur er í sambandi við legurnar.

- Sjálvandi stúri eg fyri, at vit kunnu fáa somu trupulleikar, men eg ivist ikki í, at vit sleppa undan teimum, um vit nevniliga lata verða við at gera flóttafólkalegur, men ístaðin taka ímóti fáum fólkum í senn, sum veruliga kunnu integrerast í samfelagið.

- Tað er eingin ivi um, at tey fólkini, sum koma úr krígsherjaðum økjum eru illa fyri. Tey koma frá einum øki, har allar lógir og reglar eru burtur, og har tað snýr seg um at yvirliva frá degi til dags. Tað, sum ger støðan enn verri, er, at tey verða flutt frá einum stongdum øki til eitt annað stongt øki í eini flóttafólkalegu, og so trúgvi eg, at tað kann viðføra kriminalitet.

- Og vit skulu ikki vera bangin fyri at seta útlendingum krøv, um teir ætla sær til Føroya. Eru teir lógbrótarar, ja, so fáa teir ikki uppihaldsloyvi í Føroyum.

Høgni Hoydal kennir seg sannførdan um, at føroyska samfelagið fær ikki somu trupulleikar við útlendingapolitikkinum, sum onnur lond hava.

- Vit hava eitt lítið samfelag, har øll vita, hvat gongur fyri seg, og tað er trygdin fyri, at vit fáa ikki somu trupulleikar, sum okkara grannalond hava.