Pensiónsviðurskifti

Jógvan Sundstein, Fyrrv. løgmaður



Áhugavert var at fylgja við í sjónvarpstjakinum týskvøldið um eftirlønarskipanir í Føroyum. Beinleiðis orsøkin til kjakið var, at arbeiðsbólkurin, sum hevur sitið og arbeitt við meiri samskipaðum pensiónsviðurskiftum er uppsteðgaður og hevur lagt frá sær. Fyri nøkrum mánaðum síðani hevði eg eina grein um hesi viðurskifti. Men tá málið nú er komið upp aftur fær tað meg at leggja nøkur orð afturat, sigur Jógvan Sundstein


Stórur dentur verður í fleiri londum lagdur á verjuna av vælferðarsamfelagnum, ikki minst í Norðurlondum. Í Danmark hevur ein »Velfærdskommission« skrivað eitt stórt verk um, hvussu vælferðin kann bjargast í framtíðini. Ymiskt er, sum hetta verk hevur verið móttikið, men politikarar eru samdir um, at ein kann ikki bara lata standa til. Í ávísum førum er farið út um mark við almennum útreiðslum, samstundis sum færri fólk eru á arbeiðsmarknaðinum. Í Danmark hevur orðaskifti serliga snú seg um sokallaðu efterlønnen (ikki at blanda saman við tað, sum vit rópa eftirløn ella pensión). Hendan danska efterløn hevur eftir ávísum treytum kunnað verða útgoldin til fólk, sum gevast við at arbeiða, tá tey fylla 60 ár. Tað hevur havt við sær eina rúgvu av fólki, sum gevast árbeiðsmarknaðinum, sjálvt um tey eru arbeiðsfør, og taka sær av løttum við hampuliga góðari úrtøku. Fyri nøkrum árum síðani settu danir eisini fólkapensiónsaldurin niður frá 67 árum til 65 ár. Fleiri røddir eru nú frammi aftur um, at seta fólkapensiónsaldurin upp aftur til 67 ár og samstundis avtaka ella minka um eftirlønarskipanina, í øllum førum hækka aldurin frá 60 árum til 62 ár ella hægri. Politiskar samráðingar vera um hetta í næstum, og roknað verður við eini ella aðrari nýggjari stórari politiskari vælferðarsemju.

Til alla lukku hava vit ikki í Føroyum havt hesa efterløn, tvørtur í móti hava arbeiðsfør fólk roynt at arbeiða sum longst. Samstundis hevur fólkapensiónsaldurin alla tíðina verið 67 ár. Eisini hevur vanligur pensiónsaldur annars sum oftast eisini verið 67 ár og við hvørt 70 ár. Hetta hevur havt positiva samfelagsliga ávirkan. Fyri persónar undir 67, sum ikki hava verið førir fyri at veri á arbeiðsmarknaðinum hava vit skipanir við fyritíðarpensión og Arbeiðsloysiskipanina.

Pensiónsskipanir, núverandi
Núverandi føroyska pensiónsskipanin er í høvuðsheitum hendan:
Fólk undir 67 ár (ikki á arbeiðsmarknaðinum):
Fyritíðarpensión
Ymiskar almannaveitingar
Arbeiðsloysisskipanin

Fólk yvir 67 ár:
Fólkapensión, grundupphædd
Fólkapensión, ymisk ískoyti
Samhaldsfasti
Ymiskar individuellar ella fakfelagsavtalagar pensións- ella uppsparingarskipanir

Vert er at leggja dent á, at fólkapensións grundupphæddin og ávís ískoyti eru skattafrí. Hetta hevur stóran týdning og hevur við sær, at hendan pensiónin er nógv drúgvari enn til dømis í Danmark, har hon er skattskyldug. Ein dani, sum fær fólkapensiónsgrundupphæddina pluss kanska eitt sindur av ískoytum, fær ikki stórt meira burturúr enn ein føroyingur við somu veitingum, sjálvt um bruttoupphæddin er væl størri.

Pensiónsskipanir í framtíðini
Tað orðaskifti nú snýr seg um, bæði í Føroyum og aðrastaðni, er um framtíðarviðurskiftini. Tað ræður um at gera skipanirnar so einfaldar sum møguligt, samstundis sum inntøkurnar hjá teim aldrandi eru so góðar, rættvísar og nøktandi sum møguligt. Tað framkomna samfelagið skal duga at vísa, at møguleikarnir fyri einum góðum og fíggjarliga tryggum aldurdómi eru til staðar. Fyrst av øllum eiga umstøðurnar hjá teimum, sum áðrenn pensiónsaldur koma illa fyri, at vera nøktandi. Her er helst ikki neyðugt við so nógvum prinsipiellum broytingum, men heldur eini eftiransan av, at verandi skipanir sum fyritíðarpensión og arbeiðsloysisstuðul eru nøktandi og svara til samtíðarviðurskiftini. Leggjast kann afturat, at bæði fyri løntakaran og fyri tað almenna sær út til, at føroyska arbeiðsloysisskipanin virkar betur enn í grannalondum okkara. Tó treyðugt so kann okkurt gerast enn betur.

Hinvegin eiga skipanirnar fyri tey, sum náa ein vissan aldur, og her haldi eg, at tað eigur at vera hildið fast við 67 ára aldursmarkið, verða eftirhugdar og gjørdar so væl skiljandi sum møguligt. Rættvísi má eisini við í myndina, tí tað er órættvíst, um fólk aftaná drúgt arbeiðslív í samfelagsins tænastu og skattgjalding ikki fáa løn í sínum otium. Tær ymisku eftirlønarskipanirnar eru ikki ein olmussa, men tvørturímóti ein uppiborin løn fyri væl útint arbeiði.

Pensiónsskipanirnar eiga at vera eitt samanspæl av uppsparing av almennum peningi, egnum inngjaldingum og arbeiðsgevarainngjaldingum. Tað hevur verið ført fram, at persónligu eftirlønarskipanirnar eru meira útbygdar í grannalondunum enn í Føroyum. Hetta er helst rætt, men nógvar privatar pensiónstryggingar eru teknaðar seinastu árini í Føroyum, verið tað seg ratu- ella kapitaltryggingar. Lóggávuvaldið kann ongatíð gera so góðar skipanir, at øll fáa líka nógv. Ein slík útjavning kann ikki gerast fyri eldri fólk, líka so lítið sum fyri fólk í øðrum aldursbólkum. Persónliga valið hjá fólki, bæði tá tað snýr seg um útbúgving, arbeiðsval og uppsparingarval er fjølbroytt og frítt.

Ávísir tryggleikar og reglur eiga tó at vera skaptir, og tað er hetta,sum poltiski myndugleikin skal royna at útvega skjótast gjørligt. Tí júst á hesum øki koma skipanirnar at taka sína tíð, áðrenn tær virka til fulnar fyri tey, skulu liva undir teimum.

Fólkapensiónin, grundupphæddin. Hetta er, og eigur at vera, grundtrygdin hjá øllum, sum náa fólkapensiónsaldur. Hon er ikki stór, men av tí, at hon er skattafrí, hevur hon eitt størri virði fyri móttakaran, enn ein hægri skattskyldug upphædd vildi havt. Núverandi reglur eiga at verða endurskoðaðar, og upphæddin regulerað í samsvar við búskapar- og kostnaðarvøksturin.
Ískoyti til fólkapensiónina. Hendan veitingin eigur at verða latin til tey, sum ikki gjøgnum arbeiðslívið hava havt møguleikar at spara saman (lógarskyldugt ella sjálvviljugt) til pensión.
Samhaldsfastið. Hendan skipanin, sum hevði tungan burð, vísir seg at rigga væl. Hon eigur at útbyggjast innan fyri rímuligt mark við gjøldum frá arbeiðsgevara og arbeiðstakara við helvtarbýti. So vítt eg kann meta er hendan skipanin væl betur enn til dømis danska ATP skipanin.
Aðrar lógarásettar skipanir. Tær undir 1-3 nevndu skipanir vilja, tá tær eru meira útbygdar, vera ein góður inntøkugrundvøllur fyri pensionistar. Men í dagsins samfelag, vil tað einsamalt helst vera nakað lítið hjá flestu fólkum. Neyðugt er tí við eini lógarkravdari skipan afturat. Eftir hesi eigur kunna vera kravt, at ein ávísur procentpartur av øllum lønum verður inngoldin til pensiónsskipan hjá løntakaranum persónliga. Ein eins stórur partur skal gjaldast av arbeiðsgevaranum. Har sum pensiónsskipanir frammanundan eru avtalaðar millum arbeiðsgevara og arbeiðstakara, eisini gjøgnum fakfeløg, kann hetta gjald roknast av tí partinum. Sum frá líður vil gott grundarlag verða skapt undir eini haldgóðari pensión fyri øll við hesum 4 skipanum.

Umframt hesar skipanir kunnu persónar sjálvandi individuelt ella avtalað við arbeiðsgevara gera uppaftur betur skipanir. Og sjálvandi hava øll loyvi til eftir persónligum umstøðum at spara saman, sum tey altíð hava kunnað.

Partur av teim her nevndu skipanum (øking av samhaldsfasta, lógarásett pensiónsgjald) fer at kosta nakað afturat fyri bæði løntakara og arbeiðsgevara. Men fyri løntakaran er tað ein beinleiðis samansparing og fyri arbeiðsgevaran fer tað væntandi at skapa meira arbeiðsfrið og betur umstøður á arbeiðsmarknaðinum í heila tikið. Annars skulu útreiðsluhækkingarnar ikki rindast í einum, men so líðandi yvir nøkur fá ár.

Um einki verður gjørt verður stórur stættarmunur millum eldri fólk. Hetta fer at leggja trýst á sosialu skipanirnar og almennu útreiðslurnar og harvið eisini økja skattatrýstið.