eru ikki fólksins harrar, og ein landsstýrismaður »eigur« ikki sína ráðharrastovu. Hann er okkara umboð, okkara tænari, og hann skal tæna okkum. Borgarin skal vita, hvat hann tekst við. Ikki kenna [...] er soleiðis okkara fólkaræði virkar Tað eigur ikki at vera ein trupulleiki, at almenningurin veit, hvat ein landsstýrismaður tekst við. Tað er ikki ein spurningur, um fjølmiðlar skulu fáa upplýsingar [...] Og tá hann sigur, at hansara embætisfólk ikki fáa arbeitt, tí tey skulu avgreiða umbønir um alment innlit, so hevur landsstýrismaðurin fullkomiliga misskilt sína uppgávu. Tí tað er teirra arbeiði
vit ráð til. Peningurin floymir inn í landskassan og yvirskotið verður helst aftur í ár meiri enn ein hálv milliard krónur. Sjálvandi skulu vit hava rygg at standa ímóti, so ov nógvur peningur ikki fer [...] førum er talan um lógarbundnar útreiðslur, og hesum slepst ikki undan at játta pening. Júst tá talan er um lógarbundnar útreiðslur, átti at borið til at rokna eitt sindur neyvari. Vit vita talið av t.d. f [...] alskyns programmum hava torført við at klára. Hinvegin kunnu vit ikki vara okkum ímóti óvæntaðum útreiðslum. T.d. er neyðugt at økja játtanina til banaforsorg. Barnaverndin krevur meiri pening, tí so nógv børn
umsita, ikki er gott, og at lýsingar og sponsoreringar ikki hoyra heima í public service Kringvarpinum. Enn einaferð kunnu vit staðfesta, at borgarligi parturin av løgtinginum ikki gongur [...] politiska skipanin fer at tryggja grundarlagið hjá fjølmiðlunum er ikki til staðar. Men vit vóna, at bjørnin í Mentamálaráðnum fyrr ella seinni vaknar – og sær ljósið. [...] hálvárlig gjøld fyri tænastur, eru tey meira tilvitað um tænastuna. Teirra grundgeving til ikki at broyta kringvarpsgjaldið er altso, at brúkarin kann betur fylgja við tá hann fær eina rokning
tí vit hava ikki ráð at nøkta tørvin á dagstovnaplássum? ? Vit mugu taka til takkar við einum illa sperdum skúla, har lærarar og næmingar mugu húsast við tí sum er, tí vit hava ikki ráð til ein dýran skúla [...] gomlu, tí vit hava bara ráð til 250 røktarheimspláss, hóast brúk er fyri 650? ? Vit mugu sjálv taka okkum av okkara sálarsjúku ? í øllum førum um summarið, tí vit hava ikki ráð at hava tey liggjandi á [...] landsstýrið roynir at skúgva til viks til frama fyri fullveldinum. Eitt tað fyrsta, sum nýggi mentamálaráðharrin segði alment var, at vit mugu ikki blanda saman vantandi pengar til skúlaverkið og minkandi
støða, sum Kappingarráðið kann liva við. Men hví kann bankin ikki seljast í smáum? Hví kann TF Holding ikki keypa ein part nú? Kann bankin ikki børsnoterast og so seljast aftur í smáum? Landsstýrið hevur [...] Realinum til bankakeypið - ein góð milliard sigst vera í hesum grunnum, og saman við teimum 400 milliónunum, sum TF Holding er sinnað at koma við, so er hendan góða milliardin til taks, sum nevnd [...] týdningarmikið? Í 87 ár átti Den Danske Bank meginpartin av Føroya Banka, og tað var so ikki orsøkin til, at bankin fór á húsagang. Jóannes Eidesgaard óttast mest, um vit fáa eitt bankamonopol. Skal
prestur alt tað vit vita um hevur havt til arbeiði at fara við deyðsboðum til tey nærmastu. Men hetta hevur líkasum verið eitt tabuevni, tvs. nakað, sum man ikki tosar um. Nettupp tí er tað gott prestur [...] dragast við, ikki fáa endarnar at røkka saman. Hjá teimum rakar missurin dupult so hart. Og her mælti prestur myndugleikunum til at tryggja einkjum eina størri pensión. Hetta eru góð ráð frá einum presti [...] teirra sjólætnu verið annað enn bert orð. Tá vildi hann verið spírin til nakað ítøkiligt. Tøkk til prest fyri góðu orðini og fyribils tøkk til okkara politikarar fyri at vilja taka málið upp. Sosialurin
Tórshavnar býráð, tí Javnaðarflokkurin stendur til eina framgongd upp á sløk fýra prosentstig til 36 prosent av atkvøðunum. At fólk velja øðrvísi til kommunuval enn til løgtingsval hava [...] um 12 prosent til løgtingsvalið í Havn í fjør, og tað tyktist, sum fólkini í nýggja flokkinum vóru miðvís og dugdu væl at leggja til rættis. Men tá tingmenninir hjá flokkinum ikki megnaðu at halda [...] rapaði korthúsið. Tað boðar ikki frá góðum, at nýggjur flokkur við eldhugaðum fólkum, kemur í slíkar persónstrupulleikar. Tað eigur ikki at henda, og tí verður flokkurin ikki tikin í sama álvara. Vel
arbeiðslagið og yvirlitið ikki var so gott, sum tað átti at verið. Fyrst í árinum hendi tað, at Jørgen Niclasen, uttanríkisráðharri, legði frá sær, tí tað bar ikki til bæði at sita sum landsst [...] floksformaður samstundis – ein umbering fyri eitthvørt, sum ikki sá dagsins ljós, og sum Jørgen Niclasen og Fólkaflokkurin ikki meina longur. Seinni í vár tók Fólkaflokkurin seg úr samgonguni [...] grundarlagið fyri flatskattinum. Fakfeløgini halda tað ikki vera rímuligt, at tey lágløntu skulu gjalda gildið fyri skattalætta til tey ríku. Neyvan hevði nakar hetta í tonkunum í valstríðnum
landinum. Men tað hava vit ikki. Løgmaður sigur, at norðurlendska vælferðarsamfelagið als ikki verður ein sjálvfylgja í framtíðini. Kanska hann hevur rætt, hóast vit ikki vóna tað. Men sum landsins [...] verða brúktir skilagott. Hava vit ráð at hava fleiri skúlar, til dømis tekniskar skúlar, sjómansskúlar, studentaskúlar, sjúkrahús og so framvegis. Høvdu vit ikki kunna spart pengar, við at lagt [...] hví kunnu vit ikki hava eitt sterkt kraftsendur í Føroyum, sjálvt um tað liggur í Havn? Havnin er høvuðsstaðurin hjá okkum øllum. Hon er størsti býur og soleiðis ein nátúrligur staður til eitt kraftsentur –
fokus, so er viðgerðin heldur ikki nóg góð – og so er fólkaræðið í vanda. Bara tað at arbeitt verður við loyniligum avtalum, sum hvørki tingið ella almennigurin skal kenna til, vísir, at her er nakað [...] hendavegin ella hinvegin. Og vit kunnu bara geva búskaparfrøðinginum rætt í, at hetta ikki er til fyrimuns, hvørki fyri samfelagsnyttuna ella fyri fólkaræði, sigur Johnny í Grótinum. [...] nakað rívandi galið. Fyrrverandi formaðurin í Búskaparráðnum eftirlýsir eina grundleggjandi fakliga viðgerð av málinum. Hann vísir á útrokningar hjá Landsverki, sum vísir, at privata loysnin verður