ODDAGREIN: Hava mist tunnilsfokus

Tað eru áhugaverd sjónarmið, sum Johnny í Grótinum, bú­skap­ar­frøð­ing­ur og fyrrverandi formaður í Búskap­ar­ráð­num, førir fram í blað­num í dag um ti­lgongdina hand­an Skála­fjarð­ar­tunn­il­in og Sand­oy­ar­tunn­ilin, sum fylla so nógv í pol­itisku skipanina í hes­um døgum.

At kjakið er farið av sporinum hev­ur verið sjón fyri søgn leingi. Fleiri politikarar hava start seg blindar upp á málið, sum teir fyri alt í verðini vilja náa – líka mikið hvat.

Tá ein heil politisk skipan soleiðis missir fokus, so er viðgerðin heldur ikki nóg góð – og so er fólkaræðið í vanda. Bara tað at arbeitt verður við loyn­i­lig­um avtalum, sum hvørki ting­ið ella al­mennigurin skal kenna til, vís­ir, at her er nakað rívandi gal­ið.

Fyrrverandi formaðurin í Bú­skap­­ar­ráð­num eftirlýsir eina grund­leggj­andi fakliga viðgerð av mál­i­num. Hann vísir á útrokningar hjá Landsverki, sum vísir, at privata loysnin verður 40 prosent dýrari, enn um talan verður um eina al­menna verkætlan.

Men hann vísiri eisini á, at við at dag­føra útrokningarnar síggja vit, at mun­urin er øktur.

– Gjógvin millum almenna og priv­­ata leistin er snøgt sagt blivin breið­­ari og djúpari, soleiðis at priv­ata loysn­­in nú er tríggj­ar ferð­ir dýr­ari enn almenna loysnin. Tað fer so at síggj­ast aftur í prísinum fyri at koyra í gjøgnum tunnilin, sigur Johnny í Grótinum.

Hann vísir á, at tá landsstýrið í juni seldi lánsbrøv fyri eina milliard blivu tey rivin burtur eftir einum tíma – og fasta rentan næstu fýra ár­ini var 1,76 prosent, sum sigur okk­um nakað um, hvussu tað almenna er fyri at læna pengar.
Eisini vísir Johnny í Grótinum á, at tað er sera óheppið, at bæði løg­mað­ur og andstøðan blanda Sand­oy­a­r­tunn­ilin upp í hesa verk­ætlan, tí tað bara gruggar málið.

– Velur tú at seta prísin fyri at koyra gjøgnum Eysturoyartunnilin so høgt, at tær inntøkurnar kunnu fíggja ein Sandoyartunnil, so gerst samfelagsnyttan also minni. Og hinvegin sleppa politikarar tá undan at seta ítøkiligu, sam­fel­ags­bú­sk­ap­ar­ligu kost-nyttu útrokningina fyri Sandoyartunnilin greitt upp og rað­festa hesa íløgu í mun til allar aðrar í­løg­ur á fíggjarlógunum næstu árini. Mál­ið blívur tá ein spurningur um at røkka ávísum politikarum, sum kunnu koppa politiska meirilutan hend­a­vegin ella hinvegin.

Og vit kunnu bara geva bú­ska­p­ar­frøði­ng­inum rætt í, at hetta ikki er til fyrimuns, hvørki fyri samfe­l­agsn­yttuna ella fyri fólkaræði, sigur Jo­h­nny í Grótinum.