eta vit alt ov nógv. Akkurát sum vit eftir nýggjár eiga at fara á kur og byrja at venja. Tað er skilaleyst at hugsa, at tað fer at bera til at bøta fyri jóla-ovátið í január mánaði, tí tá byrjar gerandisdagurin [...] hugnaligar løtur merktar av samveru við fólk, vit eru góð við. Tað eru fleiri slíkir dagar, og tað tykist, sum byrja teir fyrr á hvørjum ári. Sølva Jansdóttir Joensen, BA í føðslu og heilsu og persónligur venjari [...] sum dømi. Hetta er góðgæti, sum vit øll seta í samband við jólini. Ofta stendur ein skál av hesum lekkru jólakaramellunum á borðinum, og vit fáa okkum nakrar í hondina nakrar ferðir um dagin. Tá ein tíð
av bygninginum fór í knús. - Eg var í Søldarfirði, og vit vóru nógv fólk til døgurða heima í stovuni hjá mær, 33 í tali. Eg bleiv uppringdur og fekk at vita, at partar av tekjuni í goymslupartinum vóru [...] at bygningurin kundi fara soleiðis í knús, tí vit hava altíð mett, at hetta var ein góður og sterkur bygningur. Vit vóru júst lidnir at taka hølini í brúk og høvdu skipað okkum í høllini. Sjálvandi hugsaði [...] av høllini, sum stóð eftir, hevði fingið álvarsligan skaða. - Ein stórur partur av vørulagrinum lá og feyk runt í grannalagnum, og tað vóru eisini ting, sum vóru endaði heilt niðri í fjøruni. Sumt bleiv
eru nú farnir í gongd við at snikka saman eina avtalu um framtíðar viðurskiftini millum londini bæði. Eftir at politisku samráðingarnar slitnaðu í heyst, stakk landsstýrið eina nýggja kós út í kortið, og [...] millum partarnar. Avgreiðast í januar Anfinn Kallsberg, løgmaður, hevur áður sagt, at samráðingarnar á embætismannastigi eftir ætlan skulu fáast frá hondini í januar. Eftir er so bert tann politiska st [...] á tíðindafundi í Tinganesi 2. november í fjør. Men kortini váttað bæði Sten Ryd Larsen, skrivstovustjóri í danska forsætisráðnum, og Herluf Sigvaldsson, stjóri á uttanlandsdeildini í Tinganesi, at fundurin
broytingum í skattalógini í ár 2000, í 2001 og í 2002. Hetta tengdi Óli Breckmann saman við tí sum stendur í samgonguskjalinum skattamál, og har málsetningurin er at linka skatta- og avgjaldstrýstið. Í viðmerkingum [...] pening vera betri í Føroyum enn aðrastaðni. Við hesum leggur Óli Breckmann dent á, at tað hevur týdning at fáa kostnaðarstøði niður, og tað merkir í stuttum, at heldur enn at lønirnar skulu fara upp, skal skatturin [...] hjá landskassanum skulu tillagast virkseminum í samfelagnum, og alt eftir umstøðunum, kunnu broytingar gerast í inntøkum og útreiðslum. Er stígur komin í búskaparliga vøksturin, kann landsstýrið gera av
?Grindadráp í Føroyum kann ikki samanberast við tað, sum fer fram á einum donskum sláturvirki. ? Men í Føroyum er nógv gjørt fyri at bøta um grindadrápi. Tað eru danskir djóraserfrøðingar samdir um. S [...] við tað sama og følir tí heldur ikki pínu. Formaðurin í djórasiðseminevndini sigur, at í grundregluni kann grindadráp samanberast við at slakta eftir tí serliga jødiska og muslimska mátanum. ? Men tveir [...] eitt nú við at læra fólk at skera á háls. ? Men tað kann eisini bøtast nógv um mátan, sum danir brúka djór uppá. ?Útfrá einum djórasiðsemiligari áskoðan, haldi eg, at gongdin í Føroyum er sera positiv, har
mugu takast við upp í samfelagið.? Hetta orð verður nógv nýtt í dag, eitt nú í Danmark og nógvar miseydnaðar royndir eru gjørdar fyri at fáa gestaarbeiðarar at fella til sum danir í Danmørk. Føroyingar [...] fólkum. Hyggja vit í telefonbókina, so síggja vit nógv fremmand eftirnøvn, men tey, sum bera hesi eftirnøvn, eru líka føroysk sum øll onnur í Føroyum. Útlendskir tilflytarar eru eftir fáum árum vorðnir [...] er, at tey fólk, sum bera hesi, og sum beinleiðis eru í ætt við tilflytararnar, tey eru so føroysk, sum ein kann hugsa sær. Tey eru integreraði í føroyska samfelagið, tey eru tikin við upp í samfelagið
spældi sín seinasta dyst í Føroyum tann 14. januar, tá Kyndil í hálvfinaluni í steypakappingini vann á StÍF, og reglurnar siga, at tað skulu ganga 30 dagar, áðrenn hann kann spæla í Danmark. Spæliloyvið kemur [...] speakara undir dystinum og tónleik í steðgunum, sum vóru í dystunum. Heini heldur, at hetta vantar í Føroyum. ? Við at hava t.d. tónleik, tá steðgur er í spælinum, verður tað nógv meira undirhaldandi fyri [...] verður við í finaluni, noyðist hann at bíða 30 dagar afturat eftir spæliloyvinum, og tað veit hann ikki sjálvur, um hann hevur hug til. Málið er uppflyting Århus KFUM er í løtuni nummar fýra í 2. deild.
ótrúliga karriera bergtók fólk um allan heim. Hann hersetti fleiri lond í Europa og Norðurafrika, og lat seg 1804 krúna til keisara í Notre Dame í París. Ævintýrið fekk ein enda í 1814. Ongland avbyrgdi Napoleon [...] parlamentarisma, at neyðugt er at fara aftur í tíðina, um sammeting skal kunna gerast við søguligum stýrisskipanarbroytingum í øðrum londum. …o… Sum kunnugt var álopið á Bastilljuna í París 14. juli 1789 byrjanin [...] vanlukka fyri tað russiska fólkið. Í 70 ár lótu ótaldar milliónir av russum lív í fangalegum og tvingsilsarbeiði. Undir somu syndarligu umstøðum livdi fólkið í Eystureuropa í 45 ár. Stýrisskipanin hjá Lenin
Ólavur á Heygum var ikki álitismaður. Í 1921 hevði hann í 15 ár strongt á at fáa gjørt vatnorkuverk í Fossá, men tá varð honum endaliga sýtt at fara undir ætlanina, og í 1923 doyði hann. Nansen fyrst Minnið [...] Paget, fekk í lag telefonsamband millum Vestmanna og Havnina og tók stig til at framleiða streym burtur úr vatnorku í Fossá í Vestmanna. Framtakshugaði vestmenningurin hevði tó ikki bara viðgongd í sínum lívi [...] at framleiða ravmagn í Fossá. Jóannes Patursson stuðlaði allatíðina Ólavi á Heygum, men mótstøðan ímóti honum í Dimmalætting var hørð, og danskir embætismenn í Havn settu føtur í spenni ímóti ravmagnsætlanini
Nøvan meistarnar í dreingjum 16 ár bæði í 1994 og 1995, umframt at liðið í 1996 vann 3. deild hjá monnum, í 1997 1. deild og í 1999 vann 2. deild. Síðsta heitið hjá felagnum liggur afturi í 2002, tá gentur [...] Flogbóltur Í kvøld klokkan 19 bresta Fleyr og Dráttur saman í hálvfinaluni í steypakappingini, sum verður í ítróttarhøllini á Eiði. Her verður spælt eftir prinsippinum hjá ABBA, at »the winner takes it [...] føroyameistaraheitini í Eik-liguni hjá kvinnum og monnum skulu avgerast við FM-finalum, sum verða eftir lokna landskapping í mars mánaði, sigur Magnus Tausen, formaður í Flogbóltssambandinum. – Ein orsøk