Flogbóltur
Í kvøld klokkan 19 bresta Fleyr og Dráttur saman í hálvfinaluni í steypakappingini, sum verður í ítróttarhøllini á Eiði. Her verður spælt eftir prinsippinum hjá ABBA, at »the winner takes it all«, tí vinnarin kemur í steypafinaluna, sum verður tann 20. februar í Havn ímóti kvinnunum hjá SÍ.
Annað árið á rað hevur Flogbóltssambandið valt at lagt hálvfinalu í steypakappingini á Eiði, og enntá eru liðini tey somu sum í fjør, tá tað eydnaðist Fleyr at vinna og koma í finaluna, sum eisini tá var ímóti SÍ. So fæst at síggja í kvøld, um tað verður endin ella um Dráttur endurtekur sigurin á Fleyr frá sunnudegnum í Føroya Banka-kappingini.
– Tað eru fleiri góðar orsøkir til, at vit velja at spæla hesa hálvfinaluna á Eiði, eins og vit eisini fara at spæla har, tá landskappingin er av og føroyameistaraheitini í Eik-liguni hjá kvinnum og monnum skulu avgerast við FM-finalum, sum verða eftir lokna landskapping í mars mánaði, sigur Magnus Tausen, formaður í Flogbóltssambandinum.
– Ein orsøk er, at tað er heldur lættari at sleppa fram at ítróttarhøllini á Eiði, sum kanska ikki er so upptikin sum fleiri av hinum hallunum. Hartil er hetta ein øgiliga góð høll, ið gevur slíkum dystum bestu umstøður, og bæði hallarvørðurin og onnur á staðnum eru sera hjálpsom.
Vilja kveikja áhugan
Eisini ein onnur orsøk býr undir, at farið verður til Eiðis við finalunum, og tað er at kveikja áhugan fyri flogbólti í umráðnum. Har er eitt felag, Nøvan, sum hevur verið til síðani 1991, men eftir nøkur góð ár at byrja við, hevur felagið ligið eitt sindur lágt, men mennir seg aftur.
Millum annað átti Nøvan meistarnar í dreingjum 16 ár bæði í 1994 og 1995, umframt at liðið í 1996 vann 3. deild hjá monnum, í 1997 1. deild og í 1999 vann 2. deild. Síðsta heitið hjá felagnum liggur afturi í 2002, tá gentur 10 ár gjørdust føroyameistarar.
Nú hevur Nøvan lið í 2. deild hjá bæði kvinnum og monnum, og í løtuni eru tey ávikavist nummar trý og nummar tvey. Harumframt er felagið eisini við hjá bæði gentum og dreingjum 16 ár, og somuleiðis hjá Nøvuni hevur verið stór tilgongd í smábarnaflogbóltinum, tí sokallaða Kidsvolley. Nøvan tekur sær eisini av at skipa fyri øllum í sambandi við hálvfinaluna í kvøld.
– Kann tað, at vit leggja nakrar finalur og hálvfinalur á Eiði, økja um áhugan fyri flogbólti har á leiðini, er nógv vunnið. Og vit upplivdu til dømis í fjør, tá hálvfinalan í steypakappingini var har, at fleiri fólk vóru komin at hyggja, sum ongantíð í lívinum fyrr høvdu verið og hugt at flogbólti, sigur Magnus Tausen.